“Dugir Tú At Tosa Føroyskt”, út og hevur verið væl móttikið. Lena Anderssen og Niclas Johannesen hava skrivað “Við Hetta Borðið”. Niclas hevur framleitt, meðan Óli Poulsen hevur ljóðblandað og mastrað. Sjálv [...] er filmað frá køksborðinum við Timelaps gjøgnum ymsar árstíðir. Niclas Johannesen hevur sett saman, og Friisframe hevur litviðgjørt og snikkað endaliga til. https://open.spotify.com/track/1Ho193CJMlZeIVaq2A8J6i
álvara kend, tá hon sang saman við bygdamanni sínum, Niels Midjord. Eyðkenda røddin hevur síðani verið nógv frammi, og hon hevur eisini givið út undir egnum navni, tá hon útgav Keldufar, har hon setti tónleik [...] tónleik til yrkingar hjá abba sínum, Johannes Andreas Næs, ið hevði skaldanavnið Flóvin Flekk. Tróndur hevur framført í mong ár, og var m.a. við í bólkinum Wild Child á Tvøroyri. Fólk minnast kanska serliga [...] vakran fólkapopptónleik, og tulka eisini útlendskan tónleik, sum tey flyta yvir í føroyskt. Onkur hevur áður sagt um tey bæði, at tey eru “a match made in heaven”. Saman eru tey ein vælsvingandi eind. Ein
Rubio, hevur sambært keldum, sum Reuters hevur skift orð við, eisini góðkent, at hernaðarstarvsfólk og familjur teirra sjálvbodnar rýma av amerikanskum støðum í Miðeystri. Sambært Reuters hevur USA støðir [...] Spenningurin millum Iran og USA veksur, nú Iran enn ikki hevur viljað góðkent eitt amerikanskt uppskot um eina nýggja kjarnorkuavtalu. USA metir, at spenningurin millum londini er so mikið stórur í løtuni [...] Aziz Hasirzadeh sambært AP. Bakgrundin fyri hesi útsøgn hjá iranska verjumálaráðharranum er, at USA hevur hótt Iran við vápnamegi, um londini ikki semjast um eina nýggja kjarnorkuavtalu. Næsti fundur landanna
alt henda. Tøltkappingin er ikki minni spennandi, Brynjar (Regin Johannessen) hevur 18 stig, Tango (Silja G. Eystberg) hevur 17 stig og Strákur (Bárður Johannesen) 13 stig. Kappingin er í dag, leygardag [...] FM, tá bara tvær kappingar resta í. Men støðan í Tvíspor vaksin, er at Sirkill (Ranja H. Djurhuus) hevur 14 stig, Svanna (Barbara R. Mouritzen) og Silfá (Ása Bárðardóttir) hava 13 stig og so hava Grani (Hallur [...] At spáa um hvør vinnur í dag er vónleyst. Men á ólavsøku vann Grani rættiliga greitt, so kanska hevur guli hesturin sum Andrias Lútzen eigur, ein fyrimun á langa bananum í Havnardali. Tvíspor Ung er eisini
NSÍ. Eisini fólk, ið vanliga stuðla øðrum liðum í landskappingini. HJK hevur sera nógvar evropeiskar royndir, og á fýra sinnum hevur HJK sent føroysk lið úr kappingini. Í fjør vann HJK samlaðan 4-3 sigur [...] fyri steypavinnarar. Í átta dystum móti føroyskum liðum í evropeiskum kappingum hevur HJK vunnið seks dystir, og hevur leikt tveir javnar. Tí verður spennandi at síggja um NSÍ kann skriva søgu við at [...] dystir. Teir hava fýra stig upp til fremstu liðini, KuPs og Inter Turku, ið hava 30 stig hvør. HJK hevur vunnið finska meistaraheitið 33 ferðir, og steypakappingina 14 ferðir. Keldur: FaroeSoccer og Wikipedia
til 27,5 prosent. Hetta hevur millum annað havt við sær, at Volkswagen hevur noyðst at niðurskriva virðið á sínum norðuramerikansku goymslum av bilum og eykalutum, og hetta hevur ávirkað rakstrarúrslitið [...] ber til at lesa í svørtum og hvítum, hvat trýstið frá amerikanska forsetanum, Donald Trump, við ES hevur kostað týsku fyritøkuni. Volkswagen skrivar í einum parti av roknskapinum um nýggju tollirnar á bilum [...] takinum eru umframt Volkswagen-merkið eisini merkir sum Skoda, Seat, Audi og Porsche. Volkswagen hevur eitt kinesiskt dótturfelag, sum framleiðir og selur Volkswagen, Audi, Skoda og Jetta merkini í Kina
Tað er Jaspur Langgaard, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum hevur sett løgmanni ein grein 52a fyrispurning um prísin fyri at koyra í Eysturoyartunlinum. Hann spyr soleiðis: 1. Hvussu stóran part av [...] aldinum í 2025 verður neyðugt hjá Tunnilsfelagnum at brúka? 2. Lækkar tunnilsgjaldið, tá felagið hevur avlop, og hvussu nógv sær løgmaður fyri sær, at gjaldið lækkar? 3. Hvussu metir løgmaður, at ein slík [...] síggja út til at benda á, at tað kunnu verða 0 krónur, um ferðslan heldur fram at vaksa, sum hon hevur gjørt. – Ferðslan í Eysturoyar- og Sandoyartunlunum er vaksin nógv seinastu árini, og hetta vísir
Viborg hevur fýra stig fyri tríggjar dystir. Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg taptu á útivølli 32-36 (14-20) fyri Keypmannahavn. Súna var noterað fyri eitt mál. Skanderborg hevur enn fyrsta [...] Ringkøbing hevur eisini fýra stig fyri tríggjar dystir. Í næstbestu deildini vunnu Elsa Egholm, Vár og Lív Zachariasen saman við liðfeløgunum í Ajax á heimavølli stórsigur 36-21 (18-12) á Ydun, ið hevur Brynhild [...] og Vár skoraði eitt mál fyri Ajax. Brynhild skoraði trý mál, og Marianna eitt mál fyri Ydun. Ajax hevur fýra stig fyri tveir dystir. Dysturin í kvøld var tann fyrsti hjá Ydun í hesum kappingarárinum.
trivist serliga væl. Árni Frederiksberg hevur fyri tað mesta verið framrættaður sentralur miðvallari. Tær løturnar, tá ið hann hevur verið síðuspælari í høgru, hevur tað riggað væl betri hjá honum, sum ivaleyst [...] av Eiði við 2-2. Hóast EB/Streymur hevur staðið seg væl, so kendist javnleikurin at vera vónbrot hjá NSÍ, sum var um reppið at missa alt á stokkinum. Merkisvert hevur tað verið, at fleiri spælarar higartil [...] in í høgru. Bæði Karl Løkin og Øssur Dalbúð hava roynt seg sum framrættaðir í vinstra borði. Tað hevur ikki verið teirra favorittrolla. Eftir 2-2 á Eiði segði NSÍ málverjin Tórður Thomsen seg vera væl
einasti - sum beinleiðis hevur verið raktur av einari herviligari terroratsókn, har hann endaði í koma í fleiri tímar. Hetta hendi í Brüxelles hin 22. mars í 2016. In.fo hevur sett honum nakrar spurningar [...] mande og gávum - og so allarhelst telefonsamtalum við familju aðrastaðni. Hvussu hevur 2018 verið fyri teg? - Tað hevur verið eitt miðalhampa ár, hvørki framúrskarandi og ei heldur katastrofalt. Í fótbóltinum [...] 2016. Eg lá í coma í 5-6 tímar og fekk ikki givið lívstekn frá mær. 2018 hevur ikki bjóðað upp á nakað nær námind líka ringt. Hevur tú sett tær onkur mál fyri 2019? - Hendan spurningin hava roykjarar nokk