ólavsøkusigurin og FM heitið. Undan ólavsøkuróðrinum var spenningurin, um tað fór at vera Kollur ella Pólur, sum fór at vinna FM. Tað var yvirhøvur eingin ivi. Í dýrdarveðri róði Kollur einsamallur framvið [...] eru nógvir kollfirðingar á havnarlagnum í Havn. Spenningurin hjá teimum snýr seg um, hvussu tað fer at ganga hjá 5-mannaførunum við kvinnum og gentum. Fyrr í dag vann Kjósin kappingina við 5-mannaførum [...] frá Kolli og aftur til næsta bátin. Starturin hjá Píli var einki serligur, og tað eydnaðist ikki Píli at vinna næstfremsta plássið. Tað vann Tekla úr Klaksvík. 1 Kollur (KÍF) 05:13.05 +00.00 7 2 Tekla (KRF)
spæla HM-hálvfinalu móti Portugal í Sosnowiec í annaðkvøld klokkan 20. Tað má vera fólkakrav, at KVF syrgir fyri at vísa dystin. Portugal vann fyrr í dag 30-26 (13-13) á Egyptalandi. Í hinari hálvfinaluni, [...] HM-hálvfinalu móti Portugal. Í steðginum vóru Føroyar á odda 19-13. Seinni hálvleikur var strævnari at koma ígjøgnum. Slovenar tóku Óla Mittún úr spælinum við mansverju stóran part av seinna hálvleiki, [...] við fantastisku føroysku fjepparunum í Sosnowiec. Alaksandar "Sasja" Lacok var væl uppiborið kosin at vera dagsins leikari. Føroyar skoraðu 35 mál upp á 47 málmøguleikar. Slovenia skoraði 33 mál upp á
tapt fimm dystir. Hetta var triðja ferðin á rað, at ÍF fór av vøllinum við fullari úrtøku. ÍF er nú á fjórða plássi við 23 stigum. Dreymurin hjá ÍF er aftur at verða partur av bestu deildini, men í løtuni [...] Á middegi hevði ÍF vitjan av næstbesta liðnum hjá KÍ. Úrslitið var, at fuglfirðingar vunnu 4-0 eftir málleysan fyrra hálvleik. Hetta er størsti sigurin hjá ÍF í ár. ÍF hevur vunnið sjey dystir, spælt tveir [...] Klakstein, meðan hinir eru ungir spælarar. Fríggjadagin fær KÍ vitjan av AB, og leygardagin fer ÍF at spæla í Runavík.
leggja frá sær eftir eitt mál um nýtslu av almennum prengum til privat endamál. Hon hevur síðani roynt at venda aftur til topppolitikk. Virkandi forkvinnan Vivian Motzfeldt leggur tí frá sær eftir valið í [...] er siðbundni stjórnarflokkurin í Grønlandi. Fyrr í ár legði Erik Jensen frá sær sum formaður, eftir at flokkurin fekk størsta valósigurin nakrantíð á grønlendska valinum í mars. Forkvinnuvalið í Siumut [...] Hann skuldi verið í gjár, men varð seinkaður vegna ringt veður og samferðsluavbjóðingar, sum gjørdi, at fleiri umboð ikki komu fyrr enn í dag. Siumut hevur havt innanhýsis valdsstríð síðani áðrenn valið
prosent), og var fult uppiborið kosin at vera dagsins leikari í bronsudystinum. Høgni Højsted fekk í seinna hálvleiki reyða kortið fyri eina verjustøðu, ið átti í mesta lagi at givið eina tveir minuttirs útvísing [...] Ísak Vedelsbøl skoraði til 27-24 upp á eitt sera týðandi brotskast, og tað var ein sýmbolsk løta, at liðskiparin aftur tók ábyrgd. Og lukkutíð sat bólturin hesaferð. Ísak skoraði samanlagt seks mál. Óli [...] dómaranum. Seinni í kvøld - aftaná HM-finaluna millum Danmark og Portugal - fer føroyska liðið upp á pallin at taka ímóti væl uppibornum bronsuheiðursmerkjum. Í morgin verður ein rimmar móttøka heima í Føroyum
Norska ákæruvaldið fer at kalla inn 53 vitni í rættarmálinum móti Mariusi Borg Høiby, soninum hjá norsku krúnprinsessuni Mette-Marit. Tað vísir eitt skjal frá ákæruvaldinum, sum varð almannakunngjørt mánadagin [...] mánadagin, skrivar norska tíðindastovan NTB. Í skjalinum sæst, hvørji prógv myndugleikin fer at leggja fram í sakarmálinum móti Høiby, tá rættarmálið byrjar næsta ár. Tað verður væntandi frá 3. februar [...] Tann fyrsta í 2018, eitt í 2023 og tvær í 2024, skrivar NTB. Seinasta hendingin skal vera hend, eftir at løgreglan longu á heysti 2024 hevði sett kanning í verk móti Høiby fyri onnur viðurskifti. Ákæruvaldið
vísir, at 57 prosent av føroyum siga »ja« til spurningin, »Tekur tú undir við, at fosturtøka skal vera upp til einstøku kvinnuna at gera av til 12. viku av viðgongutíðini? Kanniningin vísir, at tað eru
rin at røkka einari topp-8 endastøðu í grundspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini. Eydnast tað sleppur Ribe-Esbjerg at kappast í meistaraskaps-endaspælinum. Tí var tað sera týdningarmikið, at Teis [...] Mikkjalssyni og Paula Mittún. Tað eydnaðist Kjartani Johansen og liðfeløgunum í Vendsyssel á heimavølli at vinna 31-27 (16-15) á Pæturi Mikkjalssyni, Paula Mittún, og liðfeløgum teirra í Team Sydhavsøerne.
svarað í kanningini, sum vísir, at 57 prosent av føroyum siga »ja« til spurningin: »Tekur tú undir við, at fosturtøka skal vera upp til einstøku kvinnuna at gera av til 12. viku av viðgongutíðini [...] tíðini?« Kanniningin vísir, at tað eru veljarar hjá fýra flokkum, sum siga greitt ja. Teir fýra flokkarnir eru: Framsókn : 92% ja, 8% nei, 0% vit ikki Tjóðveldi : 83% ja, 7% nei, 10% veit ikki Javn
minutti, at Hanus Sørensen, sum er ytstur á miðvøllinum í vinstru, var leysur, tá ið hann royndi seg. Árni Frederiksberg átti fína og neyva innleggið úr høgru, og tað eydnaðist væl upplagda Hanusi at sleppa [...] Teir eru farnir at hvíla seg á Tórsvølli, og máltalvan vísir 0-1. Kroatia legði seg á odda, tá ið hálvur tími var farin. Liðformaðurin Andrej Kramaric stakk seg eftir innlegg úr høgru fram millum Odmar [...] úr vinstru legði bóltin til handara stólpa, har bæði Odmar Færø og Jákup B. Andreasen vóru tætt við at skora. Kroatia hevur havt fleiri støður, og Mattias H. Lamhauge í føroyska málinum hevur einar tríggjar