Tað varð Maybritt við Strond, lærari á Glasi, sum fekk Kærleikskúluna frá Dugna í ár. Tað hevur Dugni avgjørt og tað varð avdúkað í morgun. Og Majbritt við Strond fær hesa viðurkenningina fyri hennara [...] Kærleikskúlan 2018 kann keypast í gávubúðum kring landið. Skuldu kúlur lopið av, kunnu tær keypast frá Dugna eftir jól. Í ár er tað Ole Wich, sum hevur sniðgivið nýggju kúluna. Hann er eisini útbúgvin [...] troytt og brúkt toskatilfeingið. Kærleikskúlan 2018 hevur tríggjar gulllittar toskar inni í kúluni í ymiskum støddum og tekstin Hommage à Fiskurin tvørtur um miðjuna á kúluni. Ole Wich sigur at Kærleikskúlan
var at kanna djóraæti á føroyska landgrunninum fyri at fáa meiri vitan um nøgd og samanseting av ymiskum sløgum í tíð og stað - og um hetta møguliga kann setast í samband við atferð hjá makreli á landgrunninum [...] tilgongdin av 1 ára gomlum toski (2017-árgangurin) er væl yvir miðal. Havstovan vísir á, at úrslitini frá kanningini eisini hava víst, at nøgdirnar av djóraæti broytast sera skjótt. Stórar nøgdir av reyðæti [...] virðismikil vitan, sum kundi givið neyvari ábendingar um, hví eitt nú botnfiskatilgongdin er so ymisk frá einum ári til annað, halda tey á Havstovuni.
leikbólkum úr 25 ymiskum londum og út við 3 milliónum áskoðarum úr øllum heiminum. Innbjóðingin til henda stóra festivalin kom umvegis Norðurlandahúsið í Føroyum, sum fekk fyrispurning frá festivalinum um [...] danska leikstjóranum, Nina Kareis, framleiddu og frumframførdu REGN í býnum Longford. Søgan stavar frá einari eldri føroyskari søgn um eina gentu og ein drong úr hvør sínari grannabygd, ið gerast góð, men
Seinnapartin verður aftur eitt sjáldsamt fyribrigdi at síggja á himli. Frá klokkan 12.12 fer nevniliga Merkur at ferðast tvørtur um sólareygað. Ferðin fer at taka eini sjey og ein hálvan tíma. Sagt verður [...] millum okkum og sólina, og tí eru tað einans hesar báðar gongustjørnurnar, sum gera slíkar ferðir, sæð frá okkara sjónarhornið. Seinast vit á jørðini sóu Merkur fara tvørtur um sólareygað á hendan hátt var [...] einans við linsukikara og ikki prismukikara. Hevur ein ikki slíka útgerð, kann ein fylgja við á ymiskum heimasíðum, sum her og her . Vónirnar at síggja Venus gera somu ferð eru tó smáar hjá øllum okkum
ningin verður opin hósdagin 22. oktober, meðan partneriatið er - frá klokkan 10-17, men fríggjadagin 23. oktober verður opið heilt frá klokkan 08 á morgni til klokkan 20 á kvøld. - Vit vilja gjarna geva [...] at framsýnandi fyritøkurnar verða innan føroyska matvøruframleiðslu, sniðgeving, listahandverk av ymiskum slag, KT-loysnir og mangt annað.
Løgtingið skal í dag viðgera uppskotið frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni í fiskivinnumálum, um eina uppboðssølu av fiskirættindum. Málið varð lagt fyri tingi í desember, men hevur ligið í Vinnunevndini til [...] til fyri tveimum vikum síðani, tá álitið kom úr nevnd aftur. Meirilutin í vinnunevndini mælir frá at taka undir uppskotinum, meðan minnilutin í Vinnunevndini mælir til at ein avmarkað mongd á 9.000 tons [...] tað, í hvussu so er eigur man altíð at sleppa at gera tað. Tá nú eitt uppskot um at selja 10% av ymiskum fiskastovnum á uppboði er til viðgerðar, hevur Føroya Fiskimannafelag roynt at ávirka ímóti eini
nakrir av borgarunum arbeiða, sigur hon. Handilin á Traðarbrekku 1 er opin týsdag frá klokkan 13-15 og fríggjadag frá klokkan 10-15. Hetta eru tíðir, sum handilin altíð er opin. V anliga er handilin eisini [...] Íslandsvegnum, og her er føroysk turri-og fyrriklæði, vovin viskustykki og vovin og bundin turriklæði av ymiskum slag, ymiskar pútur - og her er tað, tey rópa barna-plaid, sum er umtókt teppi at balla smábørn inn
listaáhugað, heilt fitt av listaframsýningum at fara til. Til ber - eins og undanfarin ár - at fara t.d. frá Norðurlandahúsinum oman í Listasavnið, víðari oman á Skálatrøð í Smiðjuna í Lítluvík og í gallaríið [...] sett í hásæti. Tað er listin, ið er drívmegin í Heystbólkinum. Bólkurin er samansettur av ógvuliga ymiskum listafólki, men øll hava listina sum høvuðsmál og møguleikan at sýna fram í einum hølum, sum eru [...] in Listin. Listahøllin í Skipasmiðjuni úti á Rundingi hevur hýst Heystframsýningini á hvørjum ári frá 2005 til 2011. Eisini hava einkarframsýningar verið har um summarið og um ólavsøkutíð. Anker Mortensen
Tað gongur framá hjá Jákupi Petur Eliassen og hinum, sum í dag ætla sær at súkkla 42 ferðir frá Auto Service niðan á Kleynisvarða. Tiltakið, sum hevur fingið heitið "Everesting", gongur út upp á at súkkla [...] strekkja út, tað ber eisini til hjá teimum at skifta klæðir, gerast tey ov vát, og borðreitt er við ymiskum til matna, tí teir skulu hava um 700 kaloriur um tíman. Alt, sum Jákup Petur Eliassen etur, verður [...] vænta, at enn fleiri fólk fara at koma framvið seinni, tá Signar í Homrum fer at spæla. Sí myndir frá súkklarunum í okkara myndasavni .
Javnaðarflokin, vísir at føroyingar rinda einar 13,5 milliónir í avgjøldum fyri fyri internettænastur frá útlendskum fyritøkum. Er er talan um avgjald, sum verður lagt afturat prísinum fyri at halda Netflix [...] útlendskar fyritøkur, sum selja sjónvarpssendingar, eru mvg skrásettar í Føroyum. Hesi seinastu árini, frá 2015 til. 2019, hava tær goldið ímillum 7,7 og 8,2 milliónir í mvg um árið. Annars ber ikki til at [...] . Hann sigur at felags altjóða reglur eru á veg og væntandi fara tær at gera tað lættari hjá ymiskum londum at krevja avgjøld fyri slíkar tænasturnar, hóast brúkarar og fyritøkur ikki eru skrásett