og nøgdirnar vóru beint yvir miðal. Nevnast skal, at ongantíð síðani tað í 1974 varð farið undir tær fyrstu yngulkanningarnar, hevur so nógv verið at fingið av nebbasild sum í ár. Sjóvarhitin á Landgrunninum [...] longicornis , sum hevur verið á Landgrunninum síðani 2010, er nú minkað munandi í ár; hetta slagið tykist at hava lítið føðsluvirði fyri fiskayngul. Í staðin er eitt annað slag, ið nevnist Acartia , aftur vaksið [...] góð føði hjá fiskayngli. Yngul- og ætikanningar eru afturvendandi kanningar, sum hava til endamáls at kanna ta pelagisku vistfrøðina undir Føroyum á sumri, t.e. hita, salt, tøðsølt, gróður, djóraæti og
Nils Ohrt, savnsstjóri, fer at hugleiði um Anker Mortensen og list hansara sunnudagin sunnudagin 22. mai kl. 16. Fyrilesturin verður á Listasavninum. Nils Ohrt sigur soleiðis um Anker Mortensen: Anker [...] sínum ættarliði og telist millum tey bestu í føroyskari list. Við liti á lørifti roynir Anker Mortensen at sjónliggera tað ósjónliga. Útgangsstøðið hjá listamanninum er tann siðbundna, føroyska mentanin, soleiðis [...] broytandi heildin ber dám av vakurleika, varhuga og tí andaliga. Tær mentanarligu røturnar knýta seg at einari djúphugsaðari veru í einum gandakendum – ofta bláum – litrúmi. Ígjøgnum teirra ávísing til ein
í Keypmannahavn fyri júst 25 árum síðani. Um spolað verður fram til 6 minuttir og 30 sekund ber til at síggja minniligu detaljuna hjá Ábraham Løkin (tá Hansen), har hann gevur Torkili Nielsen eina góða [...] við landsliðsvenjaran, Richard Møller Nielsen, sum smá tvey ár seinni megnaði saman við danska liðnum at vinna EM-endaspælið í Svøríki á sumri í 1992. Fyri mongu føroyingarnir, sum vóru staddir í Ìtróttarparkini [...] ni varð kvøldið bjargað, tá Allan hevði skorað. Donsku miðlarnir høvdu annars áðrenn dystin kravt, at danska málmetið í Ítróttarparkini, sum varð 14-2 stórsigur ímóti Íslandi í 1967 skuldi takast hetta
Hóast fólk í høvuðstaðnum mangan hava stuttleikað sær við at siga, at skjótt verður Hoyvík næststørsti býur í Føroyum, so mugu tey bíða við hesum dreymum. Tí Klaksvík er framvegis næststørsti býur í landinum [...] enn við ársbyrjan. Í Hoyvík búðu á nýggjárinum 3.796 fólk, 57 fleiri enn við ársbyrjan. Tað merkir, at fólkavøksturin í Klaksvík var 1,87 prosent, meðan hann í Hoyvík var 1,5 prosent. Munurin í fólkatalinum [...] vórðu 58 klaksvíkingar og 39 hoyvíkingar. Av 10 teimum størstu býunum í Føroyum var tað bara í tveimum, at fólkatalið minkaði. Fuglafjørður minkaði við 16 fólkum og Vágur við trimum. Niðanfyri sæst fólkatalið
Danska TV2 fer í kvøld at sýna seinasta filmin hjá kenda danska filmsleikstjóranum, Nils Malmros, Sorg og Glæde. Filmurin snýr seg um persónliga sorgarleikin hjá hjúnunum Nils Malmros og Marianne Tromholt [...] Tann 11. februar í 1984 drap konan níggju mánaðir gomlu dóttur teirra í eini psykosu. – Tað er rætt, at kona mín í eini psykosu drap dóttir okkara fyri 29 árum síðani. Hon hevði tá verið innløgd í tveir [...] tveir dagar á Psykiatrisk Hospital í Risskov við eini manio-depressivari psykosu, men var komin heim at halda vikuskifti. Eg var tíverri úti og helt ein fyrilestur, meðan hendingin fór fram. Soleiðis greiddi
Minnisríkt er tað, at Heini Olsen, sáli, sum var føroyskur meistari í 1989, 1991, 1992, 1993 og aftur í 1999, vann á tá trífalda danska meistaranum Carsten Høi. Hetta var eftir, at talvið var niðurlagt [...] fyrstu umførunum. Danmark hevur onkuntíð verið betri fyri, enn danska talvlandsliðið nú er. Tølini siga, at Danmark er styrkisroknað sum nummar 30 og Føroyar nummar 34. Eftir 7 umfør í EM kappingini er Danmark [...] niðurlagt, og eftir at teir totaðust í 86 leikir. Styrkistalið hjá Heina var 2320 og hjá Carsten Høi 2369, tá ið teir hittust á øðrum borði í Manilla. Á fyrsta borði megnaði John Rødgaard, sum eisini er á føroyska
burturúr ? At sleppa inn á eitt slikt øki sum Sandsvág har eingin lúsaplága er, vil geva felagnum ein netto vinning um árið uppa einar 50 mio - innan lúsin fyllist inna á vánna. Í Noreg er prísurin fyri at sleppa [...] farnu viku hoyrdist nøkur fitt og væl formulerað børn heiman av Sandi tosa um dálking og týdningin av at verja náttúruna og havið. Sandsvatn, áin, Mølheyggjarnar, Sandsvág, sjósílini, planturnar, fuglameingi [...] hesum vælsignaða umhvørvi, eru hesi alvar og teirra forfedrar vaksnir upp. Sands Kommuna hevur samtykt at nú skal økið oyðast ! Aling skal loyvast á Sandsvág. Hetta vil føra við sær álvarsama dálking frá
John Kasich tykist ikki at hava stórvegis møguleika at gerast forsetavalevni hjá Republikanska flokkinum, men tá fyrsta valúrslitið kom frá undanvalinum í New Hamsphire, lá hann á odda. Undanval er í [...] Hamsphire, so kunnu bygdir undir 100 íbúgvar søkja um undantak at lata valhølini upp á midnátt og kunngera úrslitið, tá øll hava valt. Heiðurin at kunngera fyrsta úrslitið í statinum er eisini nakað, sum teir
upp til bjargingina. Tað er tað, sum Aston Villa hevur at fyrihalda seg til, nú teir aftur í dag máttu leggja rygg til eitt tap. Enn verri var tað, at Norwich, sum vann 2-0 ímóti teimum, var við í botnstríðnum [...] ið hann umsetti eitt brotsspark til mál. Eisini Tottenham hevði tørv á einum máli í evstu løtu fyri at tryggja sær sigurin. Tað var innskifti suðurkoreanski landsliðsleikarin, Heung-Min Son, sum í 89. minutti [...] tað West Bromwich, sum vann ímóti teimum, og aftur hesaferð var tað seint í dystinum, í 78. minutti, at sigurin varð fingin í hús. Nú kl.17.30 verða tríggir dystir afturat í Premier League. Tá hittast Arsenal
ítrótti í Føroyum skrivar, at tað var ein topptrimmaður Jan Elmar Sørensen úr Treysti, sum í harðari kapping við Eirik Hansen vann kappingina. Tað kom eitt sindur óvart á, at Jan Elmar skuldi strúka avstað [...] einir 200 metrar vóru eftir. Á triðja plássi kom Julian Gregersen, sum fleiri metti hevði ein møguleika at vinna. Síðani komu kend ítróttarnøvn sum Sam Vang og Gudmundur Joensen. Umframt teir, so komu Martin [...] bronsuna, har teir báðir Bragdarfelagarnir, Krista Nielsen og Ann Thomsen, vóru í tøttum dysti. Tað var tó at enda Krista Nielsen, sum kundi lata seg heiðra á triðjapalli.