leiðara. ? Eitt er at hann heitir á fólki um at forða fyri spjaðing og klandri, men eg haldi at vit onnur nú mugu krevja av løgmanni, at hann sjálvur gongur undan og vísir í verki, at hetta ikki bert eru [...] eg tað vera skeivt av løgmanni at fyrigykla fyri fólkinum, at danir royna at forða føroyingum í at loysa. Tað er jú ikki í trá við veruleikan. Støðan er heldur tann, at løgmaður situr eftir við einum [...] Veruleikin er at bæði Sjálvstýrisflokkurin og Fólkaflokkurin eru innarliga fegnir um, at teir nú fingu høvi til at leggja kósina um. At løgmaður turkar samráðingarslitið upp á danir er ein lættur máti at koma uttanum
tað hent, at Nim ikki kann halda fram sum vaktarskip, heldur hann ikki, at trupulleikar fara at standast av at útvega eitt annað skip uttanlands. Hann avsannar tí samstundis, at væntandi er, at fleiri fólk [...] málið, siga fyri Sosialinum, at skal Nim lúka krøvini, sum verða sett til handilsskip, eru tey so umfatandi, at tey ikki verða framd og at tað er nógv, sum talar fyri, at hon tí má halda uppat sum Vaktar [...] men at enn fyriliggur onki úrslit, sum hann velur at orða tað. Og, hvussu tað verður, veit hann ikki. Hann leggur tó afturat, at skal nakað gerat við Nim, er tað reiðarin, sum má gera tað og at V&B fer
sigur, at orsøkin til, at Fuglø Arkitektar eru bidnir um at leggja arbeiðið til rættis er, at mett varð ikki, at kommunan sjálv megnaði at fara undir arbeiðið. Fyrst gjørdur uttan Ætlanin er, at skúlin [...] klaksvíkingar um, at skúlin á Ziskatrøð ikki er í vanda fyri at detta omanyvir næmingar og lærarar, men tó er eingin ivi um, at skúlabygningurin er í ógvuliga vánaligum standi. Ja, so vánaligur, at klaksvíkingar [...] gar eru farnir at skammast av honum. Men nú skal vend koma í. Jógvan Lützen frá mentannarnevndini í Klaksvíkar Kommunu sigur, at ætlanin er at fara undir at umvæla skúlan fyri einar 16 milliónir krónur
afturat at sleppa av við fisk, tá ið tey skulu avreiða. Tí nú ætla útróðrarmenn at taka kappingina upp við uppboðssøluna á Toftum. Tað er langt síðani, at útróðrarmenn boðaðu frá, at teir ætlaðu at at seta [...] løtan at seta uppboðssølu á stovn. Feilurin við uppboðssøluni á Toftum er, at hon veitir ikki skipum og bátum nóg góða tænastu. Tað ætla vit at gera. Vit ætla at veita teimum so góða tænastu, at tað náttúrliga [...] hugsingur um at stovna eina deild í sandoynni enn, sigur Essa Petersen. Veita betri tænastu Hann sigur, at teir stúra ikki fyri at taka kappingina upp við Fiskamarknaðin. Hann er heldur ikki samdur í, at tað er
ivast ikki í, at talan er um ein politiskan leka, ið er orsøkin til at útvarpið longu kann endurgeva brot úr Hvítubók. ? Eg fari ikki at gita, hvaðani lekin stavar, men eg rokni við, at tey ið standa aftanfyri [...] áhuga í at fáa fokus burtur frá fullveldinum, sigur Høgni Hoydal. ? Tilfarið er farið út til fleiri fólk, og tí er sjálvandi altíð ein vandi fyri, at okkurt lekur út. Eg vónaði, at fólk vóru somikið at sær [...] sær komin, at tað ikki hendi, men tíverri hildu tær vónirnar ikki, sigur Høgni Hoydal, og vissar um, at hóast talan kanska er um royndir at avspora orðaskiftið um Hvítubók, fer hetta ikki at eydnast? ? Tað
sigur, at hann veit ongantíð um, at prísurin á sild til ídnað er komin uppá eina krónu fyrr, og tíðansheldur at hann nærkast 1,50. Eiler Jacobsen sigur, at orsøkin til, at prísurin er so góður, er, at sjógvurin [...] ikk iat bera tilk at fiska longur enn henda mánaðin út, tí so fer sildin inn um 12 fjórðingar, og har sleppa skipini ikki. Tíu heldur hann, at tað fer at knípa, at vit fara at klára at fiska kvotuna upp [...] á noyddir at sigla fýra-fimm dagar líka suður til Bergen, og Ålesund at avreiða. At sigla til Føroyar er eingin møguleiki. Prísurin slær øll met Tá ið so nógv er at fáa, skuldi ein vænta, at prísurin fall
summar. Hann sigur, at longu í vár varð avgjørt, at bátar skuldu fáa fiskidagar tillutaðar, tí greitt var, at har fór at mangla í. Men summarið gekk, og fiskiárið fór at halla, uttan at nakað frættist aftur [...] heldur felagið at hugt eigur at verða at, áðrenn øll lógin bara verður blakað burtur, og ein nýggj sett í staðin. Men nevndin í felagnum er eisini greið yvir, at tað ber heldur ikki til bara at heingja seg [...] aftur úr Nesinum. Tá menn so skiltu, at tað fór at tátta í, fóru teir at spara dagar fyri at hava nakað at taka til, sum út leið á summarið. Tann 25. juli, sigur Chris Jan Michelsen, fingu hesir bátarnir
fara tí at heita á tykkum um at fáa broytt hesa lóg soleiðis, at øll ferðsla úti á landavegi verður at koyra við somu ferð, t. d. 80 km/t ella hvat nú einaferð er best hóskandi. Orsøkin til at vit heita [...] teir tí á landsstýrið um at taka umbøn teirra í álvara. Verður hetta ikki tikið í álvara, fara vit at heita á allar trailaraførarar um at halda seg til 49 km/t fyri at umgangast at verða sektaðir, siga teir [...] tíðina meðan koyrt verður. Hetta ger, at hesir stakkals bilførarar dag um dag eru noyddir at koyra meira ferð á soleiðis, at yvirháling gerst so minimal, sum gjørligt fyri at umgangast samanstoyt av mótkoyrandi
ynskja, er at fáa staðfest, at hendan heimild ikki kann takast aftur. ? Tað næsta av viðurskiftunum er, at Føroyingar ynskja at fáa staðfest, at løgtingslógir hava somu tyngd sum fólkatingslógir og at staðfesta [...] staðfesta, at ein løgtingslóg ikki kann víkja fyri eini fólkatingslóg. Triðja punktið er, at føroyingar ynskja at fáa rættindi at gera altjóða avtalur og sáttmálar, uttan neyðugt er at spyrja danir um loyvi [...] hetta ikki til. Men skundar hann sær at viðmerkja, at hetta ikki er sætt, tí í uppskoti floksins um sjálvstýrislóg ber til at uppfylla treytirnar, og tískil ber til at finna eina loysn innan ríkisfelagsskapin
mentanarøkinum, ætlar Tvøroyrar Býráð at taka stór tøk tey næstu árini. Sostatt hevur Tvøroyrar Býráð næsta ár samtykt at seta pening av til at fyrireika at byggja bæði nýggjan skúla, nýggja svimjihøll [...] nýggjur skúli verður. Men ætlanin er nú at arbeiða miðvíst við ætlanini. - Tað verður mett at vera rættiliga dýrt at nútímansgera skúlan og tí hugsað við meiri um at byggja nýggjan skúla, men heilt endalig [...] enn er hetta alt ov leyst til at siga meiri um enn. Nýggjur ítróttardepil Næsta ár hevur Tvøroyrar Býráð eisini samtykt at brúka 500.000 krónur til at fyrireika arbeiðið at byggja nýggjan ítróttardepil