Seinastu árini hevur hon starvast sum verkætlanarleiðari á barna- og ungdómsøkinum hjá kommununi, og áðrenn tað var hon eitt skiftið virkandi leiðari í frítíðarskúla. Í starvinum sum trivnaðarleiðari, kemur Dorthea [...] áhugafelagsskapir í Vága kommunu. Hon fær høvuðsábyrgdina av øllum virkseminum hjá trivnaðardeildina, sum fevnir um mentanar- og trivnaðarøki, og hevur beinleiðis tilvísing til kommunustjóran, og fær harvið
Miðnámskúlum og yrkisútbúgvingum úr øllum Føroyum. Uppá stutta tíð hava tey gjørt ein leik, ið hevur sum boðskap, at vit eiga at vera rúmlig, tí øll eru vit ymisk. Rúm eigur at vera fyri ymiskleika, tí eingin
eru níggju særd, harav fýra eru í lívsvanda. Kavbáturin, sum eitur "Sindbad", hevur í fleiri ár flutt ferðafólk um Reyðahavið. Sambært felagnum, sum rekur kavbátin, ger hann túrar møguligar niður á 25 metra [...] metra dýpi. Hurghada er kent fyri tey mongu korallrivini, sum liggja innan fyri stutta fjarstøðu frá býnum, og tað eru júst hesi korallrivini, sum tú kanst koma tætt uppá við "Sindbad". Í november sakk [...] sokkin. Tað var við fleiri enn 40 ferðafólkum, og seks av teimum eru deyð, skrivar tíðindastovan AFP, sum vísir á lokalar almennar miðlar. Frammanundan hevur russiska konsulátið í Hurghada upplýst í einum
Í løtuni ganga áleið 80 næmingar í tónlistaskúlanum, sum er staðsettur bæði í Leirvík og við Gøtugjógv. Útyvir at reka tónlistaskúlan fær Jón til uppgávu at gera virksemi tónlistaskúlans enn meira sjónligt
tíð, at USA fer so langt, sum landið metir neyðugt fyri at fáa Grønland. Trump greiddi ikki nærri frá, hvat hann serliga meinti við tí. - Eg haldi, at vit fara so langt, sum vit skulu, segði hann, sambært
matstovum og útvið-veitingum. Eftirlitsúrslitið verður almannakunngjørt við eini brámynd (smiley), sum skal hanga á sjónligum stað, t.d. beint við inngongdina til matarstaðið. Samstundis kemur í gildi kunngerð [...] at regluverkið lýkur allar treytir og áhaldandi verður dagført samsvarandi sáttmálum og avtalum, sum vit hava bundið okkum til. Yvirskipaða málið við matvørureglunum er at tryggja brúkarunum heilsugóðar
men tað má ongantíð verða soleiðis, at lív ella heilsa hjá fólki verður sett í vanda. Tað kunnu vit sum framkomið samfelag ikki bjóða okkara borgarum. Í nógvum førum hava almennir myndugleikar eina lógarásetta [...] almenni myndugleikin fær røkt hesa skyldu, tí borgarar hava verið settir í vandamiklar støður. Tað, sum Fíggjarmálaráðið ynskir við avtaluni, er, at tær mest átrokandi uppgávurnar, ið tryggja lív, heilsu [...] skulu bíða til aftaná arbeiðssteðgin. Á hendan hátt fáa vit ein arbeiðssteðg, ið merkist, samstundis sum veikastu borgararnir kunnu vera tryggir. Leiðsla og álitisfólk meta Avtalan inniber, at leiðslan á
høvuðsstaðnum, París. Á skránni hevur enn einaferð verið russiska krígsførslan í Ukraina. - Boðskapurin, sum er allar greiðast, er, at nú liggur bólturin á russisku hálvuni. Tað sigur norski forsætisráðharrin [...] heldur norski forsætisráðharrin, at revsitiltøkini móti Russlandi skulu varðveitast. - So leingi, sum Russland eingi stig tekur, mugu revsitiltøkini halda fram, sigur hann. Týski kanslarin, Olaf Scholz [...] forsætisráðharrin, Keir Starmer, halda eisini, at revsitiltøkini móti Russlandi skulu halda fram, soleiðis sum støðan er. - Hetta er ikki rætta løtan at taka revsitiltøkini av, halda teir báðir.
hesum stavar helst fyri stóran part frá virkseminum hjá pápabeiggja okkara, sum hevði bilstøðina AUTO, har Manni átti mangt sporið sum drongur og unglingi. So skjótt hann hevði aldur at fáa hýruvognskoyrt, [...] eigarar osfr. Í nýggjari tíð man hann vera best kendur sum koyrilærari, bæði til vanligan bil og stóran bil o.a., og tað eru hundraðtalsnæmingar, sum hann hevur undirvíst og innstillað til roynd millum ár [...] Manni var partur av tí hópinum, sum var við til at manna 66-liðið, og spældi seinni í fleiri umførum við besta liðnum, fleiri ár á næstbesta á liðnum, eitt nú á liðnum, sum varð føroyameistari í 1972. F
ódemokratiskum stjórnum, sum ikki hugsa um brúkaravernd, sigur Heunicke. Talan er um vørur frá nethandilspallum sum Shein, Temu og Wish. Skandinavisku londini stuðla ætlanini, sum ES-nevndin hevur lagt fram [...] ongantíð verið góðtikið, um tað var ein stórhandil ella ein danskur, svenskur ella norskur nethandil, sum seldi slíkar vørur og aftur og aftur systematiskt ignoreraði reglurnar, leggur hann afturat. /ritzau/