1800-talinum. Í hesum sambandi verður leitað eftir monnum úr bygdini millum 40 og 60 ár at spæla sjómenn. Tað er ikki neyðugt at hava royndir sum sjónleikari. Áhugaðir kunnu venda sær til Anny Thorsen á telefon [...] sluppin Union Jack var bumbað av týskum kavbáti í 1940 og um tey bæði samdøgrini eftir, tá ið roynt var at finna land í árabáti, sum menn høvdu lívbjargað sær uppí, troyttir og svangir og í summum førum eisini
stjørnum í ummæli, og sagt verður um konsertina: "The first time I encountered this Faroese group was at last year's Reykjavík Jazz Festival and they blew me away with their eclectic exuberance and 'anything [...] quirky cinematic soundscapes. Expect the unexpected." Stutt sagt, vænta tað óvæntaða og geri tykkum klár at verða blást um koll. Kom og uppliv mest umbidnu tónleikararnar á føroyska pallinum í løtuni, tá ið [...] práta vit bert um føroysk nøvn og avdúka hvønn dag í vikuni enn eitt frálíkt føroyskt navn. Gleð teg at uppliva Hall Joensen, Marius DC, Beinir, Benjamin Rajani, Gretu Svabo, Jóannes Joensen / Bass Elvis
Stjørnuni at vinna dystin 31-28. Í steðginum vóru tað annars eiðiskvinnur sum vóru á odda 16-15. Tá sjey minuttir vóru eftir av dystinum var støðan javnleikur 27-27. Tá eydnaðist Stjørnuni at skjóta fýra [...] sunnudagin spælir Stjørnan á útivølli móti VB, og EB spælir á útivølli móti StÍF. HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum í KÍ-høllini: ##med2##
fyrsta dystin í bestu finsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið. Á útivølli í Kotka eydnaðist tað SJK at vinna 1-0 á KTP. Momodou Bojang skoraði sigursmálið í 73. minutti. SJK hevði fleiri málmøguleikar enn [...] meðan trý tey niðastu fáa tveir heimadystir. Sostatt hava Samuel og liðfelagarnir 26 dystir eftir at spæla. Grundspælið er liðugt 31. august. Komandi fríggjakvøld taka Samuel og liðfelagarnir móti fó [...] Undanfarna kappingarár endaði SJK á fjórða plássinum, og HJK endaði á triðja plássinum. HER ber til at síggja ein samandrátt frá fyrsta dystinum hjá Samuel í bestu finsku fótbóltsdeildini: ##med2##
Farna leygardag var tað staðfest, at landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og hansara liðfelagar vunnu næstbestu donsku hondbóltsdeildina, og skulu tí spæla í bestu donsku hondbóltsdeildini komandi ár. Men [...] ikki upp til krøvini í bestu donsku hondbóltsdeildini. Tað er als ikki nøktandi fyri bestu deildina, at tað bert er pláss fyri 500 áskoðarum í høllini. Ein nýggj høll í Ølstykke, ið tekur 2.000 áskoðarar [...] áskoðarar. Tað er ein sera týdningarmikil uppgáva hjá okkum. Tað hevur verið ein stórur vansi hjá okkum, at vit ikki hava havt so góðar umstøður. Staðfestir forkvinnan í HØJ. Farum Arena, ið tekur 3.000 áskoðarar
Bergen er fjórðfremst í deildini, og teir vóru eisini greiðir favorittar hjá veddingarfyritøkunum at vinna dystin á Kristiansand. Men Tróndur og liðfelagarnir vunnu ein týdningarmiklan 28-26 sigur á Bergen [...] sum enda trið- og næstaftast spæla Play Off dystir móti einum liði úr næstbestu deildini um rættin at spæla í bestu deildini komandi kappingarár. Komandi sunnudag klokkan 14 spælir Kristiansand seinasta [...] heimavølli móti Arendal. Vinnur Kristiansand sleppa teir undan Play Off dystum. Tapa teir mugu teir líta á, at onnur úrslit fella teirra veg. ##med2## Kelda: Soccerstand
Bretlandi, Jamie, við knívi drepur eina gentu á sama skúla, men eisini tann kameratekniski veruleiki, at alt er at síggja til filmað uppá eingang, one-take, tey rópa. Í fyrsta parti eru vit mitt í leikinum, tá [...] alt og øll á hesum anstalti, tey kalla skúli, og tú fært ringan smakk í munnin av. Lesið meira við at trýsta her
hjálpimotorum skulu skiftast út. Dokkingin varir 8-10 vikur. At finna eitt avloysaraskip fyri Smyril, meðan hesin er í dokk, hevur aftur víst seg at vera ein serstakliga trupul og nærum ógjørlig uppgáva. Tá [...] Strandferðslan boðar í morgun frá, at Smyril skal til 20 ára klassing, og pólsktbygda ferjan, Galaxy, avloysir Smyril Smyril, sum kom nýggjur til Føroya í 2005, fer 8. september til 20 ára klassing á
Tað sær í løtuni heldur svart út hjá føroyingaliðnum, Vali at gerast íslandsmeistari í manshondbólti. Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali taptu eisini aðru meistaraskapsfinaluna fyri [...] so munurin bert var 27-26. Björgvin Páll Gústavsson framdi bjarging, ið gjørdi tað møguligt hjá Vali at hava seinasta álopið áðrenn lúðurin ýldi í høllini. Men ólukkutíð fór skotið hjá Bjarna í Selvindi [...] Hóskvøldið klokkan 20.30 hittast liðini aftur í høllini á Hlíðarenda. Tá eru teir hjá Vali pískaðir at vinna dystin. Annars er alt liðugt.
City Church siga tey, at Empower '25 byrjaði við stíli í gjárkvøldið. - Vit lovaðu Jesusi saman og gleddust saman í systurfelagsskapi! Samkoman takkar Mariu Summers Nolsøe fyri at seta stevnuna so vakurt [...] boðskap frá Dr. Lavanya Dua, sum veruliga setti tónan fyri dagin. Í City Church leggja tey aftrat, at tey gleða seg til alt tað, sum er eftir av skránni fyri dagin og kvøldið á Empower '25. ##med3##