øgiliga máttleyst og ikki í løtuni at vera ført fyri at gera nakað við vandamiklu støðuna undir niðurflytingarstrikuni. Finnur Justinussen, Hanus Jacobsen og Sølvi Vatnhamar skoraðu málini og løgdu harvið lunnar [...] málverjin hálvbjargaði enn einaferð, og so var tað, at bólturin datt fyri føturnar á Odmar Færø, sum takkaði fyri og skoraði málið, ið vísti seg at verða tað einasta og harvið sigursmálið. HB vann 1-0 í Gundadali [...] uppspæl í vinstru javnaði. Fram ímóti dystarenda var tað Nikolaj Køhlert, sum eftir horna og enn eitt innlegg tamdi bótin og setti hann í málið. B36 vann 1-0 á útivølli ímóti TB, sum misti ein mann, tá ið Heri
valdag – og tað var hann eisini í 1984 og í 1988. Í 1990 var aftur val í ótíð, og tá var 17. november valdur til valdag. Síðani 1990 hava bara tvey løgting sitið alt valskeiðið. Frá 1998-02 og frá 2004-08 [...] november ein sunnudag, og tað er ikki lógligt at halda løgtingsval, tí var valið tá hildið 7. november. Tað vóru eisini næstu valini í 1974 og 1978. Men í 1980 var val í ótíð, og tá var 8. november aftur [...] kalendaran. Og har sá eg, at 15. september er ein týsdagur. Hóast tað neyvan er lógarfest, so verða fólkatingsval altíð hildin týsdag. Fólkatingið fer í summarfrí grundlógardagin 5. juni og fer ikki til
P/F Driftini, P/F Gulenni, P/F Desini og P/F Varðin Invest. Feløgini eiga skipini M/T Trónd í Gøtu, M/T Finn Fríða, M/T Jupiter, M/T Tummas T, M/T Høgaklett og M/T Rankan. P/F Varðin Invest er íløgufelag [...] íløgufelag. Harumframt eigur felagið 60% í felagnum P/F Skygni og 76,19% av P/F Varðanum Pelagic, 50% í Faroe Origin og 50% í Faroe Marine Products. Bruttovinningur í konsernini var 371 milliónir krónur í mun [...] ársfrágreiðingini vísir eisini, hvussu úrsllitið er áðrenn skatt og avgjøld: ##med2## Týdningarmesta inntøkan hjá felagnum stavar frá fiskiskapinum og prísunum. Uppsjóvarskipini hjá felagnum fiskaðu í 2018 180
i var hálvsjúkur og at kalla bert fekk kjans í verjuspælinum. Í málinum fekk Eli Müller mest sum fullkomliga læst av frá veinginum, og tað gav lætt spæl hjá restini av VÍF-verjuni, og tá Bjarti Hansen [...] stutt millum succés og fiasko, er eingin ivi um. Men at tað er ein frymil, sum gongur báðar vegir, er VÍF gott dømi um. Seinastu mánaðirnar hevur mest sum einki borið til í Vestmanna, og fleiri hava óttast [...] geva liðnum mentalan íblástur. Og at tað var betri, um hetta varð gjørt longu nú, heldur enn at bíða, til støðan í botnstríðnum gjørdist enn meira spent. Spæligleðin berandi Og fyribils hevur Jónleif rakt
tað er ein, sum kann seta fólk í bás í USA og í restini av heiminum, so er tað Donald Trump. Fyrrverandi amerikanski forsetin er bæði hámettur og vanvirdur. Og tað tykist honum dáma væl. Trump heldur enn [...] víst, at er tað nakað, sum hann hatar, so er tað at tapa. Hann og konan Melania vóru ikki við, tá Joe Biden varð innsettur sum forseti, og tað er ógvuliga sjálsamt. So út frá tí kann sigast, at tað er væl [...] arbeiða fyri pápan og tók yvir í 1971 handilsvirki, hvørs navn hann broytti til The Trump Organization. Hann víðkaði handilsvirksemið við Manhatta-skýskavarum, við hotellum, golfvøllum, kasino og nógvum øðrum
teir gjørdu, og so vítt vit skilja, so er teirra einasta frágreiðing tann, at teir mistu tamarhaldið á støðuni, tá teir fóru at skjóta eftir bilum, løgreglumonnum, og fólkum í grannahúsunum, og ikki heilt [...] handla um, er at skjóta eftir løgreglumonnum og bilum, og annars øllum sum flytir seg. -Fæst tú nógv við sovorið, so kann vera ringt at skilja millum veruleika og spæl, sigur Hans Djuurhus at enda, sum kortini [...] sunnukvøldið, eftir at teir høvdu skotið eftir fólki og bilum á Brekku, norðuri í Klaksvík, vóru til avhoyringar á løgreglustøðini í Klaksvík, sunnunáttina og mánadagin. Av løgreglustøðini frættist, at undir
verður m.a. sagt, at norðhavssildin er vaksin og tykist at taka upp sítt vanliga ferðingarmynstur. Fyri 1996 komu tey 4 strandalondini Ísland, Føroyar, Noreg og Russland ásamt um eina heildarveiðu, men ES [...] í 1999. 1.3 mió. tons Havandi hetta í huga samdust partarnir um at avmarka teirra veiði úr sildastovninum í 1999 til í mesta lagi 1.300.000 tons við hesum kvotum: E S 109.000 tons, Føroyar og Ísland 273 [...] 000 tons, Noreg 741.000 tons og Russland 177.000 tons Partarnir samdust um at »Arbeiðsbólkurin at meta um hóskandi ætlanir fyri gagnnýtslu av stovninum fyri eitt miðal og longri tíðarskeið« skuldi koma
flestu spælararnir eru bæði HM- og EM-vinnarar, hevur verið nakað slitið seinnu árini. Tað var heldur ikki meira enn akkurát, at liðið vann seg víðari úr innleiðandi bólkuknum, og tá teir gjørdust nummar tvey [...] tá hann langaði bóltin út við stólparótina. Nýggja lotið og gamla gardan Spanska málið noyddi Frakland fram á vøllin at trýsta mótstøðuna, og teir vunnu sær eisini greiða yvirvág. Eitt framúr einmansavrik [...] fyri fýra-fimm árum síðani. Ferðin var kanska ikki heilt tann sama, men driblingarnar og yvirblikkið vóru framúr, og enn einaferð var hann nær við at leggja upp til franska skoring, men lobbið frá Malouda
oljufeløg, og tað eru tey í felagnum sera fegin um. Samlaða økið, sum Faroe Petroleum hevur fingið tillutað er 3.456 kvadratkilometrar til víddar og gevur tað felagnum eina góða javnvág millum stór og minni [...] atgongd til undirgrundina vestan fyri Hetland og nær føroyska markinum. Faroe Petroleum fekk tillutað 6 leitiloyvi, har nøkur liggja vestan fyri Hetland og onnur upp at føroyska markinum. Fantastiskt -Tað [...] 10% upp í 100%, og eisini sum fyristøðufelag, vísir greitt okkara ábyrgd fyri tí føroyska økinum. Niels Sørensen sigur víðari, at tey menna felagið til at verða eitt altjóða oljufelag og eru væl á veg.
niðan at markinum til Sundshagan, og innan fyri byrgingarnar vórðu settar stórar og tungar maskinur, ið vanliga verða nýttar til vegagerð. Vegurin er ógvuliga vánaligur, og býráðarsins verkfrøðingur hevur [...] 1962 fór løgmaður, Petur Mohr Dam, til Danmarkar at samráðast um peningaíløgu til vegagerð og her uppí fyrst og fremst pening til breiðkan av Oyggjarvegnum, skrivar Sosialurin eisini. Ætlanin er, at Oy [...] vegin, so smalur hann er, og hartil vil hann við teirri nógvu koyring, ið nú er á honum, ikki verða til at halda í brúkiligum standi. Við á ferðini var Helmsdal, landsverkfrøðingur, og ríkisumboðsmaðurin.