kæru vinkonu Vilborg. Jonhild Deyðin er ikki tað seinasta Deyðin er ikki tað seinasta, eg eri bara farin um sýnina. Eg eri eg, og tú ert tú. Tað sum vit áður vóru fyri hvør øðrum, tað eru vit enn. Nevn meg [...] og fast, sum vit altíð gjørdu. Lat røddina vera hina somu, hóast sorg og sakn. Flenn, soleiðis sum vit vóru von at flenna saman at onkrum skemtiligum. Hugna tær, brosa, hugsa um meg, bið fyri mær. Lat [...] framvegis hoyra upp í tínum tonkum og práti. Tala um meg náttúrliga, ikki við gráturødd. Lívið er framvegis dýrabart: Tað er eins og tad altíð var; tað heldur fram øld eftir øld. Deyði og lív hoyra saman. Hví
og fara á skeið, fyri at geva fløgu út, so meitir Malan ikki, at nakað løgið er í hesum. ? Tað hevur nakað við tað at gera, at nógv av tí eg havi gjørt, er gjørt í upptøkuhølunum og er endað á ymsum fløgum [...] Tí kann tað tykjast rúgvusmikið, men tað er tað, sum eg havi sungið, og eg havi tí ikki dagligu venjingina, sigur Malan, sum annars heldur, at ein hevur altíð nógv at læra og at ein sangari verður ongantíð [...] Sjálv nøgd Tilfarið á nýggju fløguni hjá Maluni er fyri tað mesta nýtt. ? Tað er ikki nógv av tilfarinum, sum hevur ligið longi. Eg havi verið heppin at fingið tilfar frá góðum fólki og havi heilt einfalt
kyknaði. Eigarin sjálvur var tó ikki inni, og tí bóru sløkkilið og politi eina løtu ótta fyri, at ikki øll vóru sloppin út. Tað vísti seg tó sum nevnt, at eigarin ikki var inni í húsunum, tá eldur kom [...] vegginum og inn gjøgnum vindeygað í hæddini oman fyri. Sum nevnt er eystara síða illa farin av eldi, og einki vindeyga í norðara parti av eystursíðuni er heilt. Eisini eru húsini illa farin innan. Kanna [...] ið nýtt verður at sløkkkja við. Og sum tað ikki var nóg mikið, so stendst eisini altíð roykskaði av, men í hesum førinum gjørdi eldurin tó mest um seg. Umboð fyri tryggingina var eisini tíðliga á staðnum
Elisi var sum vera man tung fyri familjuna. – Tað var so undaligt at koma heim aftur, og øll hansara ting og alt stóðu her, og hann var burtur. Tað hevur tikið langa tíð at bara fata at hann er burtur fyri [...] fyri altíð, og helst fati eg tað ikki heilt enn. Eg veit, at hann er hinumegin og bíðar eftir mær, og at vit skula hittast aftur, sigur Jonna. Tað var eitt stórt tómrúm hjá Jonnu, tá ið Elis var farin, [...] og soleiðis er tað framvegis. – Eg sakni Elis og alt tað, sum vit gjørdu og høvdu saman. Hugnaligu løturnar, ferðingina, dansin, og at tað altíð var okkurt í gongd. Vit nutu hvønn einasta dag, musikkur
morgunmat. Góðgæti er altíð í nánd og tað finnast altíð 100 góðar orsøkir til ikki at røra seg. Men eins og so nógv onnur, so vil Tina hjartansfegin liva sunnari. Tað er strævið ikki at orka, at fáa høvuðverk [...] eisini. Tina Bilsbo er kend innan útvarp og sjónvarp í Danmark, serliga sum vertur í Go’morgen Danmark og Tv 2 Radio. Og so er hon gift við kenda skemtaranum, Lars Hjortshøj. Tina er sofazombie og etur [...] knøum. Og tað sum byrjar við gongutúrar í náttúruni og sunnari morgunmat enn kaffi, sigarettir og lakres endar við yoga og fitness og eitt likam, sum hon fyri fyrstu ferð í langari tíð er nøgd við. Tina
av døgum og glað fyri tína tíð her á foldum, so var tað sum tíðin eina løtu steðgaði upp og kenslubornir tankar fóru gjøgnum sinnið á einum, ein hevði mest sum brúk fyri at vera fyri seg sjálvan eina løtu [...] Góða omma, nú er rúm tíð farin síðan tú fór her frá, og ikki bar til hjá mær at fylgja tær til gravar, er tað sera tungt at skriva nakrar reglur um teg, tú, sum fylti so nógv í mínum og í okkara lívi. [...] tað til tíðir kundi vera strævið, men tú var altíð tann sama, blíð og fyrikomandi, tú var nakað serligt hjá okkum. Góða omma, nú tú ikki er millum okkum meir, er saknurin stórur, men minnini hava vit góð
men vit skulu ikki mong ár aftur í tíðina, so minnast vit teg sum eina megnar kvinnu, sum vísti eitt heit og kærleiksfult gestablídni, har tú vart álitið á Sólteigi 6. Takk fyri tín áhuga fyri at fylgja við [...] Honum, sum øllum ræður. Vit hava so manga hugnaliga løtu at minnas aftur á saman við tykkum og tykkara. Góða Betta, takk fyri løturnar á bonkinum, har lívandi ljós er tendrað og heitur temunnur er skonktur [...] skonktur og lívsins spurningar verða loystir úr bandi. Takk fyri, at tú altíð er so positiv og hugnalig at vera saman við. Tað er lívsjáttandi at síggja teg arbeiða í havanum, passa heimið, ferðast og enn kunna
og eg komi út á heimavitjan, sum eg rópi tað, brúki eg aloftast tað, sum frammanundan er inni. Hon vísir á, at í flestu førum er einki galið við tí, sum er inni, men tað er oftast uppsetingin av myndum [...] Gunnbjørg R. Gunnbjørgsdóttir er útbúgvin innandura arkitektur. Í fleiri ár hevur hon bjóðað fram sína útbúgving, vitan og áhuga fyri tí, sum er inni í einum húsum ella bygningi. Hon hevur ráðgivið og [...] myndum og málningum, lampum og partvís møblum, sum kundi verið øðrvísi. Gunnbjørg sigur, at sum oftast eru fólk væl nøgd, tá hon fer avstað aftur. - Tað er ikki so sjáldan, tá eg komi á umbidna á heimavitjan
Sandoyartunlum. Sandoyartunnilin er langur, tað ger at tað ikki gýsur væl í tunlinum, og helst er hetta orsøkin til at luftin gerst slavin. Øðrvísi er í Eysturoyartunlinum, sum verður væl luftaður út, tí at [...] tunnilsmunnarnir liggja meira frítt fyri. Kortini ber ikki til at siga við vissu hvør orsøkin er, og ætlanin er at kanna umstøðurnar. At tað dryppar undan tunlinum er púra náttúrligt, sigur Teitur Samuelsen [...] Samuelsen sigur at Sandoyartunnilin lýkur øll krøv, sum eru til slíkar tunlar, og trygdin er í lagi. - Bilførarar skulu altíð koyra eftir umstøðunum. Líka sum á landsvegnum, eru umstøðurnar í tunlinum skiftandi
Steuerwald, lækni, er ein teirra, sum hevur granskað nógv í GSD og sum sjúklingarnir hava álit á. - Sjúkan eru so serlig, at tú ikki kanst krevja, at læknarnir kenna til hana. Tað er ymiskt frá lækna til [...] at GSD-sjúklingar í Føroyum stúra fyri at enda á Landssjúkrahúsinum, tí teir óttast fyri, at læknarnir ikki kenna til sjúkuna og veita teimum harvið skeiva viðgerð, sum í ringasta føri kann føra til deyða [...] Landssjúkrahúsinum er so mikið stór útskifting av læknum, at tað altíð er onkur, ið dettur niðurímillum, sigur Ulrike Steuerwald í samrøðu við Vikuskiftis Sosialin. Les meira í blaðnum, sum kemur á gøtuna