Tað hevur leingi verið á veg, og nú er tað veruleiki. KÍ hevur tryggjað sær FM heiti. Í dag vunnu klaksvíkingar 5-0 á heimavølli ímóti ÍF, og tað ber við sær, at KÍ hevur vunnið FM heitið fyri 21. ferð [...] Magne Hoseth á vøllinum á Eiðinum í Klaksvík, har veðrið er gott at fegnast um FM heitið. Magne Hoseth sigur hetta í samrøðu við Televarpið, og hann heldur fram: -Hóskvøldið fara vit at spæla á heimavølli [...] eftir heilt nógvar royndir og støður staðfesti 5-0 sigurin. Silas Gaard átti uppleggið, og tað var Jóhan Josephsen, sum fyri fyrstu ferð yvirhøvur skoraði á besta liðnum hjá KÍ.
hvørjum á sjónum Síni seinastu ár á sjónum sigldi Salli við farmaskipinum Svani hjá Skipafelagnum. Hann fylti 60 ár á Kappanum, og hann sigldi til hann var 62 ár. Tá hevði hann eisini verið nærum 50 ár á sjónum [...] hava áhuga fyri hesum, kunnu fara inn á: www.fiskimannafelag.fo og síðan fara inn á pdf fílir av FF-blaðnum nr. 357 og 365. Salli flutti fyri nøkrum árum síðan á Vesturstovu í Fuglafirði, har tey eisini [...] átta ár við Kongshavn, sum róði út við bátum undir Grønlandi. Hann var kokkur og kendur sum ein góður kokkur. Tað var ikki minst stuttligt hjá honum, tá skipað varð fyri samkomu fyri manningina á Kongshavn
aftur. Tað er serliga á skúlunum á Kambsdali og í Hovi, at tað sæst ein broyting í ár í mun til í fjør. Og broytingin er, at færri og færri dreingir fara á Miðnám. 30 prosent dreingir á Kambsdali – Tað byrjaðu [...] ganga 114 næmingar á skúlanum. Glasir Støðan á Glasi í Havn er eitt sindur øðrvísi í mun til á miðnámsskúlunum á Kambsdali og í Suðuroy. Í summar byrjaður tilsamans 675 fyrstaársæmingar á Glasi. Býtið er [...] dreingir móti 70 prosent gentur, sigur Páll Isholm, rektari á Miðnám á Kambsdali. Rektarin veit ikki heilt, hví tað er so stór broyting á í ár í mun til í fjør. – Kanska hevur tað nakað við tað at gera
Gamlaárskvøld á sjónvarpsskíggjanum letur til at gerast, sum vanligt er. Aftur í ár hevur Kringvarp Føroya funnið pláss fyri 90-ára føðingardegnum, so at vit kunnu fylgja við, hvussu sir Toby, admiral [...] g nakrantíð. Enski rithøvundurin Lauri Wylie skrivaði leikin í 1920’unum. Útgávan, sum verður send á skíggjunum, er ein upptøka, sum týska sjónvarpsstøðin NDR gjørdi í 1963, við sjónleikarunum Freddie [...] Frinton og May Warden í leiklutunum sum James og Miss Sophie. Eftir føðingardegin kemur Dean Martin á skíggjan. Fyrst tosa Goldie Hawn og Dean Martin tosa um, hvussu tey klóku eru orsøkin til alt ónt í
men minni enn í fjør, skrivar SEV á síni heimasíðu. Hjá teimum, sum høvdu ljósið og eltól tendrað hendan tíman, var elorkan góð 82 prosent burðardygg. Harav ávikavist 50,4 prosent vóru vatnorka, 32,3 prosent [...] 65 MW. Í 2020 við 4,78 MW, og í ár hendan tíman millum kl. 20.30 og 21.30 tann 27 mars, fall framleiðslan við 3,5 MW. Earth Hour byrjaði upprunaliga sum ein áminning á fólk um at geva náttúruni gætur og [...] men tiltakið er tó ikki minni viðkomandi av teirri orsøk. Earth Hour verður nú nýttur til at heita á fólk um at virða náttúruna sum heild.
hevur tapt 8-0 fyri Kekkia og Íslandi, 11-0 fyri Týsklandi og seinast 5-0 fyri Slovenia. - Føroyskur kvinnufótbóltur er eini 15 til 20 ár aftanfyri mannfólkafótbóltin. Tað er lætt at fella í eina grøv, har [...] Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti hevur fingið oyrini í maskinuna í HM undankappini. Fýra tap á til samans 32-0 er ikki hugnaligur lesnaður, men alt er ikki dapurt. – Alternativið var at sita heima [...] fótbólti. Tað er tykist longu sum eitt fjart minni, tá føroyska kvinnulandsliðið púra óvæntað vann á Turkalandi í innleiðandi HM undankappingini. Við sigrinum vunnu føroysku kvinnurnar seg til HM unda
samband við, at Nes kommuna varð 50 ár í 2017. Nú er so triðja bindið liðugt, og útgávudagurin er settur at verða mikudagin hin 22. august klokkan 19.30 í Tofta skúla. - Á útgávudegnum kostar hvørt bindið [...] eitt ættarbind. - Heitt varð á Thorleif Hansen, sum hevur skrivað nógv um ættirnar í Nes kommunu, um at verða við í skrivingini av triðja bindinum. Í Nes kommunu vísa tey á, at bind 1 og 2 komu út í samband
Ernst S. Olsen er 50 ára gamal og búsitandi í Havn. Hann hevur royndir frá norðurlendska samstarvinum í føroysku uttanríkistænastuni, hevur verið aðalstjóri í Útnorðurráðnum og fulltrúi á løgmansskrivstovuni [...] nomið sær á University of East Anglia, Den Danske Eksportskole, University of Aberdeen og Háskóla Íslands. Í løtuni er hann í ferð við at nema sær eina masterútbúgving í West Nordic Studies á Fróðskaparsetrinum [...] starv sum ráðgevi hjá NORA fram til desembur 2017. NORA, Norðurlendska Atlantssamstarvið, søkti fyrr í ár eftir einum ráðgeva í tíðaravmarkað starv fram til 2017. Arbeiðsbyrðan hjá stovninum var økt, og tí
Havn, so er støðan ein heilt onnur í ítróttarøkinum í Gundadali og á Hálsi. Fyrr í ár gjørdi kommunan av at byggja eina ítróttarhøll á parkeringsplássið norðan fyri verandi ítróttarhøll. Harvið ruku eini [...] nýggjum parkeringsplássum. Les eisini: Fleiri enn 50 p-pláss horvin í miðbýnum Frammanundan vóru um 700 almenn parkeringspláss innan fyri ein radius upp á 3-400 metrar – og nógv av teimum standa tóm so at
Á hátíðarhaldinum í Norðdepli, nú bygdin fer at fylla 150 ár, verður eitt sera forvitnisligt tiltak leygardagin, 27. august. Hetta er tiltakið, sum rópt verður ”blíðskapur”, har høvi verður at vitja innar [...] bygdini. - Vit hava altíð hoyrt um, hvussu blíð fólk vóru, tá bygdin hátíðarhelt sín 100 ára dag fyri 50 árum síðan. Tá vóru hvørki tunlar, ei heldur byrging um Hvannasund, og tí mátti komast til bygdar antin [...] verða við, tí vit hava sett hetta í skránna, men eg haldi, at hetta er eitt genialt tiltak. Hon vísir á, at fólk í Norðdepli eru blíð og fyrikomandi, og hon væntar, at hetta verður ógvuliga stuttligt, hugnaligt