Komiskt hevur verið at hoyrt samgongupolitikarar tosað í fjølmiðlunum um, at spurningurin nú skal loysast, at tað ikki er rætt, at foreldur kenna seg ótrygg við skipanina og at tað eigur at verða kannað beinanvegin [...] fjølmiðlunum, partvís fyri at senda svartaper víðari og partvís fyri at siga, at hetta fer at gerast betri í framtíðini. ? Hetta er bæði kom-iskt og tragiskt. Onkur vil kanska vera við, at tað júst er tað tragiska [...] eitt mistak og at tey ætla at broyta mannagongdina komandi ár. Men hetta er ikki rætt, tí eitt mistak er, tá ein fer skeivur uttan at vita tað; tá ein ætlar at gera eitt, men av óvart kemur at gera nakað annað
- Í Fólkaheilsuráðnum halda vit, at tað føroyingar roykja alt ov illa og at tað gongur ov seint at minka um nýtsluna, sigur Pál Weyhe. - Vit eiga at leggja dent á at fáa tubbaksnýtsluna í Føroyum niður [...] til 18% prosent. Hinvegin eru tað mong sum siga, at hetta er ikki rætti mátin at fáa nýtsluna av tubbakki at minka. Tey føra fram, at einasti mátin at minka nýtsluna, er upplýsing og meiri upplýsing. Men [...] vit, at tað, sum hevði hjálpt best í royndunum at minka um nýtsluna, er at seta prísin upp, sigur formaðurin í Fólkaheilsuráðnum. Samstundis eigur tubbakk at vera fjalt fyri ungdómi og eigur ikki at liggja
fyri, at taka politisk stig fyri at tryggja, at prísurin á ferðaseðlum lækkar, vil Johan Dahl heldur hava kapping á økinum, tí tað fer at trýsta prísin niður. Hann sigur, at nógv er gjørt fyri at skapa [...] hava at vita um Johan Dahl ikki helt, at tað var ruddiligast, at øll altíð rindaði tað sama fyri ferðaseðilin, kanska 1000 krónur fyri ein ferðaseðil úr Vágum til Kastrup. Rigmor Dam vísir á, at í veruleikanum [...] ferðafólk hava onga aðrastaðni at fara, sama um tey eru nøgd við tænastuna ella ikki. Tí eigur politiski myndugleikin eigur at viðurkenna, at hann hevur ábyrgd av landsins borgarum og at tryggja sámuligar prísir
í eini blaðgrein um, at føroysku oljufeløgini nú fara at sleppa at selja grøna orku, heldur enn at halda seg til teirra verandi virksemi, sum er at selja olju. Hetta má sigast at vera eitt løgið úttalilsi [...] er tað at eg sigi, at ein treyt fyri at røkka málinum (sum eg vóni at Ingilín og Javnaðarflokkurin taka undir við) um at øll el-orka á landi skal koma frá grønum orkukeldum longu um 10 ár, er at onnur eisini [...] nakað felag um, at tey skulu sleppa framat at framleiða grøna orku. Tvørturímóti, so arbeiða vit við at fáa javna kapping á økinum. Hetta merkir, at um til dømis eitt oljufelag vil sleppa at seta vindmyllur
Eg haldi, at tað er so langt úti, at liggja úti á havinum um jólini, tí at reiðararnir skulu fáa endarnar at røkka saman. Tað ber simpulthen ikki til, at flotin er so illa fyri, at man ikki kann siga sum [...] sloppi at verið heima hjá sínum kæru um jólini og er tað mítt ynski og nógvir við mær, at tann føroyski flotin kemur at liggja stillum frá 20. des. til 2. jan., og hopi eg, at Jan og hansara menn fara at megna [...] eg havi upp á hjarta - dugi ikki ordiliga at síggja hvat hendan fiskidagaskiparnin er til, tí at hjá partrolarunum er tað soleiðis, at tú kemur inn um morgunin at landa og seinnapartin verður longu farið
Undantaksloyvið til at koyra ígjøgnum bygdina, er bara galdandi til 1. januar og higartil hevur bygdaráðið í Leirvík noktað at longja loyvið. Tað hevur bygdaráðið nokta, fyri at gera púra greitt, at nú er tolið [...] og fyri at tvinga løgtingið at finna eina endaliga loysn. Bygdaráðið gjørdi samstundis greitt, at spurningurin varð ikki tikin upp til nýggja viðgerð, fyrrenn Løgtingið hevði avgreitt málið um at gera nýggjan [...] viðurkenna, at nú løgtingsval er útskrivað, er støðan ein onnur. Eitt nýtt Løgting skal eisini hava stundir at fóta sær og skal hava stundir at loysa málið. Hinvegin staðfestir hon eisini, at bygdaráðið
trupult at arbeiða og kann skjótt føra til, at royndir verða dállkaðar. Tað er kortini ikki so, at royndirnar verða dálkaðar á tann hátt, at royndir frá fleiri alibrúkum verða blandaðar saman, so at eitt [...] enn ikki borið til at staðfest, at talan er um ILA. Heilsufrøðiliga Starvsstovan tók royndir úr alibrúkinum. ?Støðan er tann, at á Heilsufrrøðiligu Starvsstovuni vístu royndirnar, at talan var um ILA, sigur [...] tekin um ILA. Peter Østergaard sigur, at stóri trupulleikin er, hvussu tað ber til, at kanningarnar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni vísti, at tala var um ILA, men at eftirkanningin ongi tekin vísti til sjúkuna
og í síðsta enda at atkvøða fyri einum uppskoti frá andstøðuni um at hækka upphæddina. Anita á Fríðriksmørk sigur við Sosialin, at hon heldur, at ein loysn hjá samgonguni kundi verið, at minka ætlaðu hækkingina [...] Finnur Helmsdal, at tað sum landsstýrið nú hevur gjørt, líkist avtalubroti. Tí í lógini um barnaforsorg frá 1997 stendur greitt, at fyri at kunna nøkta tørvin á barnaansing, er neyðugt at útreiðslubýtið [...] soleiðis at samlaða sparingin bleiv tilsamans 10 mill. kr. Tí skuldi man trúð, at fyri 1999 var tað rættast at kommurnar fingu tað, sum tær høvdu roknað við. Finnur Helmsdal metti tískil, at kommunurnar
Tvøroyrar Býráð fer nú at heita á Løgtingið um at skipa so fyri, at Smyril fer at sigla tveir túrar hvønn veg ímillum Suðuroynna og Havnina um dagin - hvønn dag í vikuni, frá 1. januar 1999 at rokna. Samstundis [...] býráðið at heita á løgtingið um at seta pengar av á komandi fíggjarlóg at kanna spurniningin um innanoyggjaflúgving við flúgvara. Tað var eitt einmælt Býráð, sum á býráðsfundi týskvøldið samtykti at at senda [...] segði, at hann metti tað vánaliga ferðasambandi sum størstu hóttanina ímóti tilverugrundarlagnum hjá Suðuroyingum. Og hann vísti eisini á, at ongi útlit vóru til, at orðini í samgonguskjalinum um at dagføra
sigur so, at vegna tess, at markið enn ikki er ásett ber ikki til at fara undir eina veruliga útbjóðing. Í hvusus er mugu vit fáa greitt við bretar, hvørji øki, sum vit ætla at bjóða út, teir fara at mótmæla [...] bretum í seinastuni um, at teir halda góðir møguleikar áttu at verið fyri eini loysn, og at ynskiligt er at fáa samráðingar aftur sum skjótast. Løgmaður tykist hava fatað vandan av at útseta eina útbjóðing [...] fara at fáa gjølliga viðgerð í pressuni. Sosialurin ætlar sær í hvussu er at taka upp nógv av teimum málum, sum verða tikin fram í røðuni, og vit fara eins og fyrr at heita á okkara lesarar um at luttaka