Skúlin skal hava eina játtan, sum ger hann føran fyri at geva børnunum bestu fortreytirnar fyri at mennast og læra, sigur Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin. Skúlin á Trøðni er einasti serskúli [...] tað vera í lagi, at ein almennur skúli má dúva upp á gávur fyri at røkja sína kjarnuuppgávu, og hvørjar ætlanir hann hevur fyri játtanina til amboð og útgerð hjá Skúlanum á Trøðni. [...] fleiri gávur til amboð, útgerð og spælipláss. Tað er gleðiligt, at felagsskapir vilja stuðla skúlanum, men tað eigur ikki at vera neyðugt hjá landsins einasta serskúla at dúva upp á gávur fyri at geva børnunum
vildi gera eina roynd at byrja skótar í Vági. Thulesen kendi til skótarørsluna úr Danmarkk. Tað vóru nakrir ungir dreingir, sum gróvu veitir fyri prest. Hann fortaldi teimum um hetta at verða skóti, og vóru [...] vóru teir sera áhugaðir at gera eina roynd við hesum. - Skótaliðið Royndin er enn virkið og skipar fyri, tá ymisk tiltøk eru í Vági, t.d. á grækarismessu og á flaggdegi.
flytingina og staðið fyri samskiftinum við bæði Fundación International Maranata og OM, sum tey eisini eru partur av. Hetta er aðru ferð í ár, at Skótahjálpin letur úr grunninum til brádliga íkomnar neyðstøður [...] Skótahjálpin lat 100.000 krónur til neyðhjálpararbeiðið í sambandi við jarðskjálvtarnar í Venesuela. Skótahjálpin er skipað soleiðis, at á hvørjum ári letur Skótahjálpin pening til tvær vælgerandi verkætlanir [...] hvørt ár latin í grunn til brádliga íkomnar neyðstøður. Tað er úr hesum grunninum, at peningurin er latin neyðhjálpararbeiðinum í Venesuela og Kolombia. Arbeiðið at savna inn pening til Skótahjálpina fer fram
Copernicus vísir, at meira enn 1,2 milliónir hektarar vórðu raktir av eldum frá 1. juli til 31. august 2026. Hetta svarar til umleið 12.000 ferkilometrar – ella nærum níggju ferðir samlaða víddina av Føroyum [...] Tilsamans vóru 19 eldar, sum hvør sær raktu meira enn 10.000 hektarar. Tað svarar til í minsta lagi 100 ferkilometrar fyri hvønn eld. Uppgerðin byggir á upplýsingar frá European Forest Fire Information System [...] veitir upplýsingar um skógareldar. Upplýsingarnar verða millum annað brúktar til at meta um skaðar, fylgja við vandanum fyri eldum og samskipa arbeiðið hjá tilbúgvingar- og skógarumsitingum í einstøku londunum
at bera seg væl til fyrimunar fyri bæði útflutnings- og innflutningsfyritøkur. Og harvið eisini fyri gerandisdagin hjá føroyingum. Vit her á fjørðinum stórfegnast um, at Samskip heldur til í okkara øki og [...] ikki minni enn tveir nýggir kappróðrarbátar verða smíðaðir til komandi kapprógvingarár. Ætlanin er aftur fáa 10-mannafarið Eysturoying til heiður og æru, og hava stigtakararnir ikki hildið aftur við ambitiónunum [...] bøta um atkomuna hjá nýggjum familjum til grundstykkir. Og fyri framman stendur glæsilig skúlabygging á skránni, so tað við áhaldandi fólkavøkstrinum skal bera til at húsa øllum teimum nýggju familjunum
flutti úr Víkingi og til Skála, stóð stinnur millum stólparnar. Næst við at fáa mál og javna til 2-2 var Víkingur, tá ið Aron Benjaminsen eftir innlegg úr vinstru og úr 10 metrum smekkaði til, og bólturin brast [...] 19 umfør er Víkingur á fimta plássi við 32 stigum. Tað er eitt stig fram til HB og B36, tvey stig fram til KÍ og átta stig fram til Víking. Fríggjakvøldið fær Víkingur vitjan av B36. Sunnudagin fer Skála [...] teir mánakvøldið taptu 4-0 í Runavík, og tá ið eitt korter var farið, javnaðu teir til 1-1. Úr 20 metrum og mitt fyri sendi Bjarti Thorleifsson við frísparki bóltin omanfyri manngarðin og í málið og so
kent andlit í felagnum. Hann er uppvaksin í Vági og kom sum 20 ára gamal til Skálar at spæla fótbólt. Poul spældi 124 dystir fyri felagið. Í dag er hann búsitandi á Skála saman við Olinu og børnunum. Hóast [...] U21-landsliðnum hjá monnum. A-venjaraprógvið kom í hús í 2024. Nú fegnast vit um, at hann hevur játtað seg til at taka við stýrisvølinum hjá besta mansliðnum, og vit gleða okkum at síggja hann á síðulinjuni. Vælkomin
tað eitt sindur meiri fyri seg á 07 Vestur hálvuni, enn tað gjørdi á heimahálvuni, men uppløgdu møguleikarnir vóru fáir og smáir í báðum endum, hóast báðir partar vístu vilja til at vinna. Næsti dysturin [...] – á sjeynda plássi við 21 stigum. EB/Streymur, sum hevur 20 stig, fer í annaðkvøld at seta punktum fyri hesum umfarinum ímóti KÍ í Klaksvík. Tey trý, sum undan hesum umfarinum vóru niðast á støðutalvuni
Djurhuus á Neystabø, ið er annar av málverjunum hjá Skuru IK vann seg saman við liðfeløgunum trygt víðari til áttandapartsfinalurnar í svensku steypakappingini. Á heimavølli vann Skuru fyrr í dag 36-27 (19-15) [...] skjóta seks brotskøst. Tær settu fýra av seks brotskøstum í netið. Hetta ger svenska hondbóltssambandið fyri at fáa nakað meir av spenningi í uppgerðirnar millum lið úr bestu deildini, sum t.d. Skuru og lið
føroyskt lógargrundarlag er til staðar fyri at seta upp og reka jarðbundna infrakervi, sum samskiftir við fylgisveinar í ringrás kring jørðina, og um sama grundarlag er fyri at senda lutir í ringrás. Føroyar [...] viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Bjarni Kárason Petersen á, at rúmdarvinnan er ein skjótt vaksandi vinna kring heimin. – Føroyar liggja landafrøðiliga soleiðis fyri, at útgangsstøðið fyri rúmdarvinnu [...] innan rúmdarvinnu, skapar fortreytir fyri, at Føroyar kunnu vera ein miðdepil fyri rúmdarvinnu í Evropa, skrivar hann. Hann vísir eisini á, at Føroyar eru væl staðsettar til móttøkustøðir, sum kunnu taka ímóti