fyri MSC-góðkenningina av føroyska upsafiskiskapinum, verður ført fram. Sambært upplýsingum, sum eru komnar fram undir nevndarviðgerðini, kunnu teir 750 dagarnir geva umleið 300 tons av toski afturat og eitt [...] afturat, svarar tað sostatt til umleið 330 tons av fiski. Meirilutin metir ikki, at hetta fer at hava stórvegis ávirkan uttan fyri bólk 5 B. Vilja hava 150 kilo sum minstamark Meirilutin heldur tó, at fleiri [...] kilo, áðrenn hon telur sum ein fiskidagur. Í 2025 vóru 559 avreiðingar undir 150 kilo. Hevði eitt slíkt minstamark verið galdandi tá, høvdu hesir 559 dagarnir ikki verið taldir sum nýttir fiskidagar. Meirilutin
lýstir sum týdningarmiklir partar av føroysku byggi-, kirkju- og mentanarsøguni, har fólk í øldir hava fingið bæði ráðgeving og sálarrøkt. Sama viðring eigur tí at verða sýnd hesum bygningum, sum øðrum [...] Meginreglan er, at teir sóknarprestar, sum hava ábyrgdina av kirkjubókini, skulu búgva í prestagarði. Orsøkin er, at kirkjubókin er ein almenn grundskráseting, sum skal varðveitast undir tryggum umstøðum [...] heimasíðuni. Tá fólkakirkjan varð yvirtikin, vóru prestagarðarnir eisini partur av yvirtøkuni. Sambært Fólkakirkjuni vóru fleiri av teimum tá í sera vánaligum standi eftir nógv ár uttan neyðugar ábøtur. Longu
fólkaskaði var, men bilarnir fingu nakað av materiellum skaða. Løgreglan varð seinnapartin í gjár send í J. C. Svabos gøtu í Havn eftir fleiri fráboðanir um ein mann, sum vísti órógvandi atburð. – Maðurin gekk [...] Løgreglan steðgaði í gjár einum bilførara, sum yvirhálaði á einum stað, har tað ikki er loyvt. Annars hevur tað ikki verið tað stór at gjørt hjá løgregluni, sum tó hevur koyrt onkran fullan mann til hús
eitt eintak av uppspunna blaðnum »Korsbæk Tidende«, sum Maude Varnæs, leikt av Malene Schwartz, heldur í hondini í 19. parti. Blaðið varð selt saman við einum eintaki av Nationaltidende, sum Hans Christian [...] kjóli, sum Ghita Nørby var í sum Ingeborg Skjern í áttanda parti, varð seldur fyri 10.000 krónur. Tað var minni enn metingin á 15.000 til 20.000 krónur. Eitt grátt sett, sum Susse Wold var í sum Gitte Grå [...] ikki selt. – Matador er í dag ein av best umtóktu sjónvarpsrøðunum í Danmark og stendur sum ein partur av danska mentanararvinum, sigur Peter Broe. Matador varð skapt av Lise Nørgaard og hevði frumsýning
Tað var so stór málveitsla sum sjáldan, tá ið ÍF seinnapartin átti heimavøll í Sarpugerði ímóti teimum næstbestu hjá B36. At ÍF átti heimavøll í Norðragøtu í dag kemst av, at arbeiðið at leggja nýtt graslíki [...] ber við sær, at ÍF nú hevur 30 stig. Nú tað resta sjey umfør, eru tað 11 stig fram til FC Suðuroy, sum er á uppflytingarplássi. B36 er á sætta plássi við 23 stigum. Um eina viku fer ÍF at spæla á útivølli [...] ferðirnar átti Jákup Andrias Thomsen uppleggið, og í triðja førinum var tað Ruben Møller-Nielsen, sum legði upp. So sá tað út til at verða heilt ljótt hjá B36. Men síðsta stóra hálva tíman skoraði B36
tað vóru teir í NSÍ, sum hóskvøldið í nógvum hita vóru í europeiskum ódnarveðri í Sveis. Trivaligi sigurin ber við sær, at NSÍ er greitt topplið, nú tveir triðingar eru farnir av ársins Meistaradeild. [...] A. Olsen, sum fyri fyrstu ferð í langa tíð var millum teir fyrstu ellivu, tíggju minuttir eftir steðgin økti um heimaleiðsluna til 4-0 bar við sær, at tað bar til hjá NSÍ meiri at taka sær av løttum við [...] Davidsen fór av vøllinum, tá ið ein hálvur tími var eftir, Sammy Skytte var bara á vøllinum síðsta hálva tíman, tá ið hann avloysti Beinir Nolsøe, og eitt stórt korter undan leikloki fór enn ein av lyklaspælarunum
Marianna Winter fer at bjóða lurtarum eina heilt serstaka og øðrvísi uppliving av nýggju útgávu hennara “The More You Know”, sum kom út tann 29. mai, skrivar Listasavn Føroya á sínum vanga á facebook. Við [...] og kórsangi. Tey fýra fara at framføra sangirnar í spildurnýggjum hami. Konsertin verður inni í eini av framsýningar-pyramidunum á Listasavninum. List er á veggjunum og høgt er til loftið. Fyri at tryggja [...] sett til sølu. Atgongumerki kosta 110 kr. og kunnu keypast á atgongumerki.fo. Konsertin er stuðlað av Økistónum.
eftir ferðaætlanini skal hon fara avstað aftur klokkan 15 í dag. Hon er á eini tíggju nátta ferð, sum byrjaði í Reykjavík týsdagin 18. august. Áðrenn Føroyar hevur skipið vitjað Grundarfjørð og Vestma [...] starvsfólk fyri hvørt ferðafólk umborð, og skipið er sostatt í tí heilt dýra og eksklusiva endanum av ferðamannavinnuni. Evrima fór sína fyrstu ferð í oktober 2022 og var fyrsta skipið hjá The Ritz-Carlton
Skipið fór av Havnini klokkan 15.02 leygardagin. Leygarkvøldið sigldi tað landsynning við góðum 15 míla ferð. Sambært nýggjastu AIS-upplýsingunum væntar Evrima at koma til Lerwick sunnudagin klokkan átta [...] við familju og gestum við Evrima á einari fimm daga ferð kring Ísland. Á Instagram lýsti hon ferðina sum eina ferð fyri lívið og takkaði Ritz-Carlton Yacht Collection fyri at hava tikið væl ímóti familjuni
dómsúrskurð, sum gav heimild at leita í skipinum og leggja hald á lutir, sum kunnu hava týdning fyri kanningina, sigur hann. Løgreglan vónar, at málið verður avgreitt skjótari enn tær fýra vikurnar, sum útlen [...] hon ikki hevur fingið eitt yvirlit yvir lutirnar, sum hald er lagt á. Skúli Jónsson sigur, at eitt slíkt yvirlit nú er gjørt og verður latið teimum. Ein av manningini hevur eisini hildið upp á, at løgreglan [...] Manningin á Bandero, skipinum hjá Paul Watson-felagsskapinum, er framvegis umborð á skipinum, sum liggur við bryggju í Sundahavn í Reykjavík. Tað skrivar RÚV. Sambært Skúla Jónssyni, yvirløgreglumanni