funnið fram til nøkur fólk, sum plagdu at vera nógv frammi í almenna rúminum, men sum ikki eru tað longur. Ein av teimum er Per Christian Frost, sum er kendur sum gittarspælari í danska poppbólkinum Gnags [...] gjørt til sjónvarp. Per Christian Frost framleiddi tónleikin til verkætlanina, og sangirnir komu út á lp plátuni »Albatros«. Ein av listarmonnunum var Jan Haugaard, sum er beiggi Jacob Haugaard og hevur [...] DR um Føroyar, og tá kom hann aftur til Per Christian Frost at spyrja eftir »Fuglakvæðinum«. – Hann helt, at eg skuldi gera sangin av nýggjum til dokumentarin, og tað var eg við uppá, tí sangurin trongdi
ryktir, men objektiv vitan. Á meylinum var so eisini tann vanliga adressan í bláari skrift við striku undir. Tað var bara at trýsta á knøttin, so mundu tíðindini standa har á skerminum beinanvegin. Eg trýsti [...] Minister?s Office". Og so var ein einslig regla mitt á síðuni: Landsstýrisfundur 25. 02. 03. Framvegis á rættari leið. Eg peikaði so við pílinum og trýsti á. Spenningurin økist. Ein nýggjur rútur kom fram. [...] har vóru nógvir knappar og møguleikar. Og mín sann, ein æt Tíðindaskriv, so eg mátti vera á rættari leið. Trýsti á. Men einki tíðindaskriv. Her fekk eg tilboð um at melda meg til at fáa "Tíðindaskriv frá
valevnini, og helt eg meg síggja onkran sveittadropa pipra fram ovarlaga á tinningunum á Leivi, tá so 54 av 70 vóru upptaldar, og tað stóð á jøvnum 27-27 var eg ikki í iva longur, nú stóð á gomlum nøglum [...] skuldi jú niðan á Hotel Føroyar á umboðsnevndarfund hjá SEV. Skráin til fundin var sera áhugaverd, og nú skuldi friður fáast í lag, eftir alt rumblið í seinastuni. Komin inn í móttøkuna á hotellinum sóust [...] undraðist á, hví teir hava til vana at fáa fatur á øllum tilfari viðvíkjandi SEV óansæð, um fundirnir eru opnir ella ei. Kanska skuldu Justinussenararnir kanna, um mikrofonir er goymdar á hotellinum,
Tað var við Fram hjá Evensen í Havn. Villy Reinert, á Rituni, var skipari. Evensen fór tó á húsagsang sama ár. Túrurin byrjaði buldrasliga. Teir vóru á veg til Grønlands. Teir høvdu sett ein stóran klyvara [...] apríl kl. 10 á kvøldi. Alt var so óvist, og lurtað varð nógv eftir tíðindum. Flestu vita, at Danmark varð hersett av týskarum á morgni 9. apríl og gav seg yvir beinanvegin. Teir løgdu samstundis á Noreg, og [...] mánadag. Thomas er ættaður úr Króki á Sandi, herav Krognavnið. Thomas hevur havt eitt áhugavert lív. Hann mundi fingið fyrstu bumbuna hjá týskarum í høvdið, tá ið teir løgdu á Noreg 9. apríl 1940 Pápi Thomas
økt um leiðsluna, tóku sumbingar seg longur aftur á vøllin, og tó at HB seinastu løtuna spældi við einum manni í undirtali, eydnaðist teimum kortini at leggja trýst á. Tað eydnaðist eisini einum tí størsta [...] munin, men longur enn tað sama kom HB ikki. Oddabrak Við sigrinum helt Sumba so hampuliga fast í oddinum, har teir eru tvey stig aftan fyri FS Vágar. Júst vágamenn koma komandi vikuskiftið á vitjan í Sumba [...] Fuglafjarðar, har teir væntandi fáa eina sera torføra uppgávu móti ÍF, sum veruliga hevur fingið ferð á seinnu umførini. HB-Sumba 1-2(0-1) 0-1: Bjørn Thorsteinsson 0-2: Eirikur Joensen 1-2: Gunnar Mohr
høvdu sett honum stevnu á Hotel Føroyum, har landsliðið nú leggur seinastu hond á fyrireikingarnar til dystin móti Eysturríki. Vanliga er uppgávan hjá venjaranum at fáa spælararnar upp á ta mentalu hæddina [...] landsliðshópurin varð úttikin seinast, segði Jógvan Martin Olsen, at hann helt føroyska liðið vera til reiðar at fara longur fram á vøllin. Og møguliga somikið langt fram, sum spælararnir gjørdu tað móti [...] fáa rætt fokus á dystin. - Onkursvegna er hetta jú ein uppgerð millum føroyska landsliði fyri 18 árum síðani og tað liðið, sum vit hava ídag. Við øllum teimum broyttu fortreytum, sum eru á vøllinum og í
Tomislav Sivic á. Hevði vinnarar á liðnum Hetta við at seta krøv, er á ongan hátt fremmant fyri Tomislav Sivic Hann kravdi nógv av sínum leikarum, men teir fingu eisini nógv aftur. Og á vøllinum sást úrslitið [...] innlit í føroysk fótbóltsviðurskifti longur. Tað eru tó fleiri, ið áður hava verið inni á sama vandamálið. Millum annað landsliðsvenjarin Jógvan Martin Olsen, tá hann á tíðindafundi í vár metti, at tað vóru [...] mugu síggja, at vit brúka ov lítið av tíð og orku upp á menningina av ungum leikarum. Tað er í ungu árunum, at alt tað grundleggjandi skal koma upp á pláss. Leikararnir mugu vita, hvat er rætt, og eg eri
livandi frá á reinum suðuroyarmáli. Tað hoyrist næstan ikki, at tað eru heili 33 ár síðani, at hon seinast setti fótin á føroyska jørð og 47 ár síðani, at hon flutti úr Føroyum. Bert av og á hoyrist sermerkta [...] -Lilly helt tað vera stuttligt, um eg vildi koma ein túr við teimum. Hetta var í januar, í sama mánaði sum eg fylti 21 ár. Vit fóru við Drotningini til Danmarkar. Eg minnist, at tað var púra stilli á allari [...] stórur munur á Lopra og Amsterdam. Og í 1965 var ikki so vanligt, at ungar gentur fóru langt burtur at ferðast. Men hóast hon var langt burtur frá trygga bygdarlívinum í Lopra, so kendi hon seg á ongan hátt
ganga galið hjá henni: Hon var upp á vegin, misti hon fostrið, og tað tók hart upp á hana. Hon var als ikki komin fyri seg, tá ið hon nakrar mánaðir seinni bleiv upp á vegin. Alla tíðina, meðan hon gekk [...] Aftur á familjudeildina Marjun átti nakrar dagar ov tíðliga, og meðan hon lá á Landssjúkrahúsinum, kom eitt umboð fyri kommununa at vitja, og hon varð biðin um at skriva undir, at hon aftur skuldi á fam [...] vegleiðing frá Gigni tað fyrsta árið. Lat sonin frá sær Tey ungu foreldrini og barnið fóru á familjudeildina á barnaheiminum í Havn. - Hettar var nakað, sum vit sjálv valdu fyri at fáa eina nýggja byrjan
Discoteque Dallas, ið helt til á ovara horni av Bøkjarabrekku og Tinghúsvegnum. Í Discoteque Dallas var eisini skipa fyri barnadansi tíðliga á kvøldi til tey 10 - 14 ára gomlu. Longur niðri á Tinghúsvegnum var [...] áðrenn Club 20 við skeinkiloyvi lat upp fyri limum sínum, og var so havt opið til klokkan hálvgum sjey á morgni. Støðan í dag Hjá teimum ungu, sum hava hug at leita sær í býin eitt leygarkvøld, eru ikki nógvir [...] er millum 12 og 14 ár. Hinvegin kann sigast, at tá ið líknandi tiltøk eru eitt nú í Ítróttarhøllini á Kambsdali, so er dansifólkið ofta munandi eldri, kanska úr 15 og upp í eini 25 ár. Hví so er, er ilt