aráðnum, sum er ovasta politiska leiðslan millum árligu fundirnar. Tað er tó framvegis ikki tað sama sum fullur limaskapur. Jens-Frederik Nielsen gjørdi greitt, at støða Grønlands ikki er broytt. – Um [...] norðurlendska summarfundinum á Marienborg í gjár. – Vit vilja vera javnbjóðis limir. Tað er púra greitt, at stórur munur er á støðuni hjá teimum londunum, sum hava fullan limaskap, og teimum, sum ikki hava tað [...] tí vit ikki eru partur av tí rætta felagsskapinum. Vit eru eitt B-lið, segði hann. Beinir Johannesen legði dent á, at talan er um ein grundleggjandi spurning um javnstøðu. – Vit vilja formliga vera á jøvnum
Kortini er ein nýggj avbjóðing í eygsjón. – Støðan á fóðurmarknaðinum er óvanlig. Prísirnir á ávísum fóður-rávørum hækka nú meira, enn vit áður hava sæð, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost. Hann vísir [...] egnar stór smolt. Heldur fast við metstóra tøku Hóast laksaprísurin er fallin, metir Bakkafrost, at eftirspurningurin eftir laksi framvegis er góður. Felagið heldur tí fast við væntaðu ársframleiðsluni á umleið [...] Bakkafrost hevði eitt rakstrarúrslit upp á 273 milliónir krónur í øðrum ársfjórðingi í ár. Tað er meira enn fýrafalt so nógv sum sama tíðarskeið í fjør, tá rakstrarúrslitið var 65 milliónir krónur. Framgongdin
um staðveðrið. Ætlanin er at savna hesa vitan úr øllum bygdum í Føroyum. Í Kunoy varð tosað við Jógvan Heinesen, sum er ættaður úr bygdini og hevur búð har nærum alt sítt lív. Hann hevur verið sjómaður, [...] inn í bygdina. Mjørki er serliga knýttur at lágættunum, og brimviðurskiftini broytast nógv eftir sjóvarfallinum. Veðurstovan vísir eisini á, at tann ringasta vindløtan í Kunoy ofta er, tá ið eitt lágtrýst [...] fyri Føroyar flytur seg norðureftir, og vindurin stendur úr útsynningi. Samrøðan við Jógvan Heinesen er tøk á heimasíðuni hjá Veðurstovu Føroya undir partinum Staðveður, har áhugað eisini kunnu lesa um
– Í einum so tignarligum embæti, sum løgtingsformanssessurin er, er týdningarmikið at taka við góðum ráðum frá teimum, ið hava royndirnar. Formanssessurin snýr seg bæði um at stjórna tingarbeiðinum og [...] tign á tingi. Soleiðis at lata vitan og royndir ganga í arv frá einum løgtingsformanni til ein annan er avgjørt til gagns fyri fólkaræðið. Soleiðis sigur Johan Dahl, løgtingsformaður, um søguliga samkomuna [...] ndi táttur. ##med2## Fyrsti løgtingsformaður eftir Stýrisskipanarlógina var Jógvan Ingvard Olsen. Hann sat sum løgtingsformaður frá 1995 til 1998. Finnbogi Ísakson, sáli, sat síðan frá 1998 til 2002. Edmund
barnið sigur at alt verður betri men røddin skelvur sum eitt blað í køldum vindi pápin er farin við einum vápni hann ongantíð ynskti at halda um eystanfyri markið sita aðrar mammur og bíða eftir synum sum [...] setur epli niður í moldina sum hann vónar verður sum hon plagdi at vera á tokstøðini halda hendur fast um aðrar hendur áðrenn hurðin letur aftur tey vita ikki um hetta er eitt farvæl ella byrjanin til eina [...] morgunin kemur við einum ófrættakendum ljóði sum fær hús at skelva áðrenn dagurin er vaknaður vindeygu brotna og náttin dettur inn á gólvið í undirgrundini stendur eitt barn og teknar sólina á ein gráan
einaferð er ein Wildberries-goymsla í Moskva rakt. Wildberries er russiska svarið upp á Amazon. Kelda til tíðindini um nýggju ukrainsku álopini á Moskva er russiski guvernørurin, Andrej Vorobjov. Hann sigur [...] Russar siga seg hava skotið 180 dronur niður á Moskva-leiðini í nátt, og kelda til hesi tíðindini er borgarstjórin í Moskva, Sergei Sobyainin, sum skrivar hetta á Telegram. Borgarstjórin vísir á, at seinasta [...] tilsamans 620 dronur havt kós móti Moskva-regiónini, og fleiri eru løstað í ukrainsku álopunum. - Hetta er talið av dronum síðan seinnapartin mánadagin og fram til í morgun, sigur borgarstjórin í Moskva, Sergei
Minnilutin: Kunnu skjótt verða uppi aftur Eirikur í Jákupsstovu er einsamallur minniluti og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Hann vísir á, at upp ímóti 350 bátar hava verið virknir í bólki 5 [...] millum 350 bátar eru bert 2,14 dagar í part. Tí kann væl henda, sigur hann, at eisini teir 750 eyka dagarnir eru brúktir, áðrenn september er farin. Minnilutin heldur eisini, at tað verður torført at nokta øðrum [...] Eirikur í Jákupsstovu er einsamallur í minniluta og ávarar um, at avgerðin kann seta størri virðir í vanda. Vinnunevndin hevur nú skrivað álit í uppskotinum um 750 serstakar fiskidagar til bólk 5 B fyri
var hálvleiksstøðan, og úrslitið ber við sær, at Víkingur er á triðja plássi, nú ein triðingur er eftir av kappingini. Víkingur hevur 32 stig og er tvey stig frammanfyri B36. Hetta var 14. ferðin á rað, at [...] fyrsta málið hjá Patrick Mensah í ár, og annað málið, síðani hann síðsta summar flutti av Skála og til B68. 14. september í fjør skoraði hann, tá ið B68 í 22. umfari vann 2-0 á útivølli ímóti EB/Streymi [...] annars tryggu miðverjuna hjá Víkingi. Meðan dagsskráin hjá Víkingi er at berjast um europeiskt atgongumerki, heiðursmerki og kanska FM, so er setningurin hjá B68 at stríðast fyri í síðsta triðingi av kappingini
fíggjarmálum í talu. Tað er hann, ið stendur aftan fyri hetta, men hóast nógvar royndir, ønir Aksel V. Johannesen okkum ikki aftur. Politiska valdið, við formanni í Javnaðarflokkinum á odda, er í ferð við at taka [...] fakfeløgini. Hann tykist at hava gloymt, at flokkur hansara er sprottin úr fakfelagsrørsluni. Boðini til fakfeløgini eru greið, antin geva vit okkum sjálvboðið, ella verður tað gjørt við lóg. Hetta er ein álvarslig [...] turin er grundarlagið undir frælsum samráðingum og eitt av týdningarmiklastu amboðunum í fólkaræðinum, ið vit kenna í dag. Uttan møguleikan hjá løntakarum at leggja trýst á arbeiðsgevararnar er eingin
tá talan er um maskinur og arbeiði hjá Landsverki. Í sama fyrispurningi spyr Høgni Hoydal, nær arbeiðið við Tjørnuvíkartunlinum fer í gongd, nær tunnilin væntandi verður liðugur, og um støða er tikin til [...] Hann hevur sett Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, ein skrivligan grein 52a fyrispurning um kostnaðin av tunnilsbygging á landi. Dalstunnilin varð latin upp fyri almennari ferðslu 18. juli [...] juli. Tað serliga við verkætlanini er, at tunnilsliðið hjá Landsverki bygdi tunnilin. Høgni Hoydal spyr, hvør samlaði kostnaðurin var, og hvussu nógv tunnilin kostaði fyri hvønn metur ella kilometur samanborið