breitt og er upp á umleið 66.000 bruttotons. Vanliga er pláss fyri 1.250 ferðafólkum umborð, og manningin telur umleið 800 fólk. Tað merkir, at tá skipið er fult, kunnu meira enn 2.000 ferðafólk og starvsfólk [...] kabinur. Næstan allar kabinurnar venda út móti sjónum, og 94 prosent hava egna altan. Marina siglir fyri Oceania Cruises og er skrásett í Marshalloyggjunum. Hetta er ikki fyrsta vitjanin hjá Marina í Havn
Løgreglan upplýsir, at talan var um eitt óhapp, sum hendi, meðan skipið bunkraði. Málið verður nú kannað nærri, og sambært løgregluni verður ábyrgdin vanliga løgd á tann, sum hevur ábyrgdina av bunkringini [...] bunkringini. Tað kann vera skiparin, maskinmeistarin ella annað fólk úr manningini. Bøturnar fyri oljudálking eru høgar. Vegleiðandi er bótin 250.000 krónur, tá 1.000 litrar fara á sjógv. Tá talan er um størri [...] størri nøgd, verður bótin samsvarandi hægri. Umframt bótina skal dálkarin eisini rinda útreiðslurnar av at rudda dálkingina upp. Er talan um tilætlaða dálking ella grovt ósketni, kann revsingin verða nógv strangari
er Framsókn við til at leggja fram eitt uppskot, sum kann geva kommununum heimild at seta eitt dagamark fyri júst hetta virksemið – uttan at nakað niðara mark er ásett. Tað merkir, at tað ikki bara verður [...] loysnin at hyggja at krøvunum – ikki at avmarka kappingarneytan. Hvat gera Norðurlondini? Danmark: Dagamørkini á 30, 70 og upp í 100 dagar eru knýtt at útleigu av egnum heilársbústaði. Lógin sigur, at talan [...] veruliga kunnu væntast at koma út á fasta leigumarknaðin. Vinnuligt gistingarvirksemi eigur ikki at verða avmarkað við einum dagamarki, tá tað ikki er skjalfest, at hetta fer at útvega fleiri leigubústaðir
til niðurflytingarpláss. Nú fara vit at fyrireika okkum til torføra avbjóðing á útivølli ímóti NSÍ. Vit hava góða tíð til tað, og eg vóni, at spælararnir tá fara at vísa tað, sum skal til, um vit skulu [...] Úrslitið ber við sær, at 07 Vestur flytur av 10. og aftasta plássi og fram á áttanda plássið. Nú eru tað Skála og B68, sum eru undir strikuni. Skála, sum hevur 14 stig, fer mánakvøldið at spæla á útivølli ímóti [...] var Edvin Jakobsen meistari fyri 20 minuttir undan leikloki. Eftir innlegg úr vinstru frá 20 ára gamla Paulo Vitor da Silva úr Brasil, sum beinanvegin eftir steðgin fyri fyrstu ferð varð skiftur inn á
- Vit vóna, at tit hava havt eitt framúr gott summar – nú er stundin komin at hittast aftur! Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu í dag. Her verður lagt aftrat, at í kvøld letur Staðið [...] Staðið upp aftur fyri ungdóminum eftir at hava verið í summarfrí. - Pauli Magnussen og hini dugnaligu starvsfólkini á Staðnum gleða seg at síggja øll aftur til ein vetur á tremur við hugna, tónleiki, kr [...] hvørt gerandiskvøld, undantikið mánakvøld, umframt nøkur útvald leygarkvøld. Hvønn týsdag verður opið fyri teimum yngru børnunum. Ymiskt nýtt verður á skránni í vetur, sum verður kunngjørt so hvørt. - Hildið
bestu í Europa. Sera tepra tapið ber við sær, at vónin um at KÍ umvegis samlaðan sigur fer at halda fram í UEFA Europa League, og at KÍ við samantaldum sigri fer at tryggja sær pláss í europeiskum bólkaspæli [...] verulig. Um tað eydnast KÍ hóskvøldið um eina viku at vinna á pólska liðnum við einum máli verður talan um longda leiktíð, og um tað eydnast at vinna við fleiri enn einum máli, so verður nýtt europeiskt [...] viku at vinna seg víðari í UEFA Europa League, so er tað einki at siga til tað, um teir 21 spælararnir og samlaða 32 manna ferðalagið úr Klaksvík, sum er í Póllandi, er eitt sindur vónsvikið um, at tað
Sement er fyri teg, sum tekur tónleikin í álvara og vil taka næsta stigið. Tað er onki aldursmark, og tú kanst vera bæði roynd/ur og óroynd/ur. Tað týdningarmesta er, at tú hevur okkurt, tú vilt vísa fram [...] royndum fólki í tónleikavinnuni og møguleika at spæla teg víðari til størri pallar. Vinningarnir eru 30.000, 20.000 og 10.000 kr., og tú kann eisini vinna eitt pláss á G!, SPOT Festival og øðrum pallum [...] pallum. Um tú situr við einum lagi, einum bólki ella einari ætlan, sum tú hevur hug at gera nakað meira við, so er ikki at bíða ikki til næsta ár. Freistin er 1. september. Melda teg til á: www.torsgota.fo/sement
fíggjarlig orka verður til tað, ætla vit at fáa bæði fakfólk, politikarar og almenningin at vera við. Millum annað kundu vit hugsað okkum at fingið ein lækna at greitt nærri frá CP, og hvussu vit á besta [...] lítla áhugafelagið CP Føroyar, ið er fyrrverandi Spastikarafelagið. Tað arbeiðir fyri fólk við CP, sum er stytting fyri Cerebral Paresa. – Brekið er heilaskaði, men tað er ymiskt, hvussu fólk er rakt.Summi [...] besta hátt fáa hjálpt teimum, ið eru rakt av CP. Katrin sigur, at tey eisini ætla at hava eina persónliga søgu, umframt eitt ískoyti frá sálarfrøðingi ella øðrum fakfólki við praktiskari vitan og mennandi
væntandi verður klárt at fara undir at prosjektera tunnilin. Hann spyr eisini, um landsstýrismaðurin ætlar at leggja uppskot um verklagslóg fyri Løgtingið í hesi tingsetuni, og um ætlanin er at raðfesta Vestm [...] settar av til at halda fram við fyrireikingunum av nýggju farleiðini til Vestmanna. Grímur Sundstein vísir á, at verkætlanin hevur verið ávegis í fleiri ár. Tí heldur hann, at tað eigur at verða greitt [...] farið undir at fyrireika og prosjektera tunnilin í 2019. Síðan 2022 skulu játtanirnar millum annað vera brúktar til at kanna ymiskar møguligar loysnir og jarðfrøðina. Á fíggjarlógini fyri 2026 eru 2,4
Magni Højgaard vil hava landsstýrismannin at greiða frá, hvørjar ítøkiligar ætlanir eru um at asfaltera og umvæla vegir í Eysturoynni, harundir á Skála. Hann spyr eisini, hvussu arbeiðini verða raðfest [...] tveir kilometrar, men sambært honum hava tey stóran týdning fyri ferðsluna í bygdini. Annað strekkið gongur frá avkoyringini á Ovaravegi oman fyri skipasmiðjuna og oman gjøgnum Skála. – Har er vegurin í sera [...] Gjógvará beint uttan fyri bátahylin og suður úr bygdini. Eisini hetta strekkið er sambært løgtingsmanninum í sera ringum standi. – Bilar, ið ikki ansa sera væl eftir, punktera og fáa skaða av at koyra á strekkinum