allir stríddust fyri sakini, og tað er og verður neyðugt, tá ið støðan er, sum hon er. Sigfríður S. Clementsen venjari hjá EB/Streymi er samdur við Tór-Ingar Akselsen: -Tað bylgjaði báðar vegir, og tá ið [...] til torføra avbjóðing á útivølli ímóti NSÍ. Vit hava góða tíð til tað, og eg vóni, at spælararnir tá fara at vísa tað, sum skal til, um vit skulu varðveita plássið í bestu deildini, sigur Sigfríður S. Clementsen [...] Úrslitið ber við sær, at 07 Vestur flytur av 10. og aftasta plássi og fram á áttanda plássið. Nú eru tað Skála og B68, sum eru undir strikuni. Skála, sum hevur 14 stig, fer mánakvøldið at spæla á útivølli ímóti
Endamálið er at fáa fleiri bústaðir út á fasta leigumarknaðin. Tað er eitt gott endamál. Men eitt gott endamál ger ikki av sær sjálvum eitt lógaruppskot gott. Áðrenn vit velja amboðið, eiga vit at vita, hvør [...] reglum. Nú er Framsókn við til at leggja fram eitt uppskot, sum kann geva kommununum heimild at seta eitt dagamark fyri júst hetta virksemið – uttan at nakað niðara mark er ásett. Tað merkir, at tað ikki bara [...] komið út á fasta leigumarknaðin. At eingin er skrásettur á adressuni, er ikki tað sama sum, at ein leigubústaður stendur tómur. Lógaruppskotið leggur eingi hagtøl fram. Tað verður ikki viðgjørt, hvussu l
kann vera skiparin, maskinmeistarin ella annað fólk úr manningini. Bøturnar fyri oljudálking eru høgar. Vegleiðandi er bótin 250.000 krónur, tá 1.000 litrar fara á sjógv. Tá talan er um størri nøgd, verður [...] upplýsir, at talan var um eitt óhapp, sum hendi, meðan skipið bunkraði. Málið verður nú kannað nærri, og sambært løgregluni verður ábyrgdin vanliga løgd á tann, sum hevur ábyrgdina av bunkringini. Tað kann [...] verður bótin samsvarandi hægri. Umframt bótina skal dálkarin eisini rinda útreiðslurnar av at rudda dálkingina upp. Er talan um tilætlaða dálking ella grovt ósketni, kann revsingin verða nógv strangari, í ringasta
2011. Skipið er 239 metrar langt og góðar 32 metrar breitt og er upp á umleið 66.000 bruttotons. Vanliga er pláss fyri 1.250 ferðafólkum umborð, og manningin telur umleið 800 fólk. Tað merkir, at tá skipið [...] skipið er fult, kunnu meira enn 2.000 ferðafólk og starvsfólk vera umborð. Skipið hevur 11 dekk ætlað ferðafólkunum og 629 kabinur. Næstan allar kabinurnar venda út móti sjónum, og 94 prosent hava egna altan [...] altan. Marina siglir fyri Oceania Cruises og er skrásett í Marshalloyggjunum. Hetta er ikki fyrsta vitjanin hjá Marina í Havn í hesum mánaðinum. Skipið var eisini á Havnini 7. august.
Tíðindaskriv: Nú er staðfest, at føroyska tónlistakvinnan Lea Kampmann fer til ársins Reeperbahn Festival í Hamborg – ein festivalur, sum er kendur fyri at vera ein av størstu og týdningarmestu pallunum [...] marknaðir osfr. Vit gleða okkum sera nógv til at fylgja Leu í hesum sambandi", sigur Larsen, sum sjálvur fer at vera til staðar undir festivalinum fyri at arbeiða við at knýta sambond millum viðkomandi fólk í [...] showcase-festivalum sum Reeperbahn er, at ein konsert kann skapa sera nógv nýggj sambond. Málið er ikki bara sjálv konsertin í Hamborg, men at hon skal kunna lata dyr upp til aðrar festivalar, til nýggjar s
stóð og stendur kongsveldið klettafast í Noregi, sigur hon. Erna Solberg sigur, at Haraldur legði stóran dent á at vera kongur hjá øllum. Sum forsætisráðharri upplivdi hon nærveruhitan, áhugan og fatanina [...] áratíggju sum kongur vísti Haraldur V eina óvikandi trúgv á norska fólkið. Hann hjálpti okkum at síggja tað besta í okkum sjálvum og hvørjum øðrum, sigur Støre. Haraldur kongur sovnaði stillisliga á Ri [...] kong Stórtingsformaðurin Masud Gharahkhani sigur, at saknurin eftir Harald kong verður stórur. – Vit hava mist okkara fólkakæra kong, og øll tjóðin er í sorg. Haraldur kongur ráddi í samsvari við valorðini
eydnaðist at vísa, at Føroyar kunnu vera vertir fyri stórum og krevjandi altjóða tiltøkum á sera høgum støði. Við dirvi, professionellari fyriskipan, kreativiteti og framúr góðum vertskapi er UArctic eitt [...] hugskotum til komandi ráðstevnur og tiltøk, sum Føroyar kunnu bjóða seg fram at hýsa. Endamálið var bæði at hugsa stórt og djarvt og at fáa eyga á smærri fakfundir og ráðstevnur, sum kunnu skapa altjóða sambond [...] sambondum, hevur Magni verið við til at seta føroyska gransking og Føroyar á heimskortið. Hann hevði ein týðandi leiklut í arbeiðinum at fáa UArctic Congress 2026 til Føroya og at skapa karmarnar um størstu altjóða
frá, at heilsustøða hansara var versnað og var vorðin sera álvarslig. Seinni sama dag kom ein nýggj fráboðan um, at støðan var óbroytt. Tað merkir, at heilsustøðan framvegis verður mett at vera sera álvarslig [...] álvarslig, men tað er ikki staðfest, at støðan er versnað enn meira. Hin 89 ára gamli kongurin hevur undir innleggingini fingið viðgerð fyri blóðsjúkuna hemolytiska anemi. Sjúkan hevur við sær, at reyðu blóðlikamini [...] fyri konginum. Eingin almenn fráboðan er komin um, at Haraldur kongur er doyggjandi. Men orðingin hjá kongshúsinum og tær mongu broytingarnar í almennu skránni vísa, at støðan verður tikin í størsta álvara
endar uppi á ferðoynni. – Um hetta er eitt vanligt stívt stálrør uttan brot- ella eftirgevingarskipan, hevði eg fegin viljað vitað, um Landsverk metir, at uppsetingin er nóg trygg við einum møguligum samanstoyti [...] í Søldarfirði kann vera ein vandi, um eitt akfar av misgáum koyrir upp á ferðoynna, har skeltið stendur. Tað heldur Sámal Bláhamar, sum hevur vent sær til Landsverk við áheitan um at kanna uppsetingina [...] 80 og 60 niður í 50 kilometrar um tíman. Á myndini sæst, at skeltið stendur á einum lutfalsliga tjúkkum galvaniseraðum stálrøri, sum tykist vera stívt fest niður í oynna. Rørið stendur nær koyrilinjuni
grundstykkjum er, at tørvurin at útvega fleiri grundstykkir í kommununi er átroðkandi. Kommunan er væl fyri fíggjarliga, hevur góðar skúlar, stovnar og frítíðar- og ungdómstilboð, so lunnarnir undir at menna kommununa [...] vísir á, at nógvar spennandi verkætlanir eru í gongd í løtuni, og tað er um dagarnar sera hugaligt at vera ein partur av býráðnum og seta kósina í Sundalagnum. - Ert tú eisini áhugað/ur at seta búgv í [...] - Lyklatøl staðfesta, at áhugin at seta búgv í Sunda kommunu í løtuni er sera stórur, og tað gongur væl í kommununi. Hetta verður staðfest við fólkatalinum, søluni av grundstykkjum og skattainntøkunum