bæði í sambandi við eftirlit og bjarging, vísir Eirikur í Jákupsstovu á í viðmerkingunum til fyrispurningin. Hann vísir eisini á, at skipini hava týdning í sambandi við luttøkuna hjá Føroyum í verju- [...] eigur at koma í staðin. Samstundis hevur Brimil í størri mun verið álitið hjá Vørn. Eirikur í Jákupsstovu vísir á, at tað í eina tíð hevur verið greitt, at Brimil ikki fór at vera tøkur partar av hesum árinum [...] Hann hevur í dag sett Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í uttanríkis- og fiskivinnumálum, ein skrivligan §52a-fyrispurning um støðuna hjá føroysku vaktar- og bjargingarskipunum. Eirikur í Jákupsstovu
erkið í Paks eisini er treytað av vatni úr Donau til køling. Paks-verkið framleiðir vanliga umleið helmingin av allari elorkuni í Ungarn. Í dag koyrdi tað tó bara við umleið tíggju prosentum av vanligu [...] Rumenia tók í dag eitt sjáldsamt stig fyri at tryggja kølingina av einasta virkandi kjarnorkuverkinum í landinum. Við einari stýrdari spreinging varð ein klettur í Donau sprongdur burtur, so meira vatn [...] klettabrot verða slongd høgt upp í luftina eftir spreingingina. Endamálið er at byggja eina fyribils byrging, sum skal beina meira vatn inn í ta ánna, har kjarnorkuverkið liggur. Ein av teimum báðum reaktorunum
fyrstu amerikansku álopini á Iran síðani seinast í juli. Iranska kollveltingargardan svaraði síðani aftur við álopum á amerikonsk mál, millum annað í Jordan. Í mars framdi amerikanski herurin eitt stórt álop [...] upplýsingar frá lokalum keldum siga, at eitt iranskt tangaskip kann vera rakt av einum amerikanskum raketti nærindis Kharg. Kharg liggur í Persaflógvanum umleið 30 kilometrar úr iransku strondini. Oyggin hevur [...] eitt AI-gjørt sjónband, sum skuldi ímynda eitt álop á Kharg. Í tekstinum til sjónbandið skrivaði Trump, at Kharg fór at verða »sprongd í smálutir«. Sunnukvøldið leyp USA á tveir rakettpallar á iransku
Talan er um eitt av nýggjastu ferðamannaskipunum í heiminum. Viking tók ímóti skipinum frá italsku skipasmiðjuni Fincantieri í Ancona tann 26. mai í ár, og fáar dagar seinni varð tað doypt í Venezia. Viking [...] og rúm fyri upp í 998 ferðafólkum. Skipið er 54.300 bruttotons og siglir sítt fyrsta ár í Miðjarðarhavinum og Norður-Evropa. Sambært Tórshavnar Havn kom Viking Mira inn klokkan 08 í morgun. Torcargo Faroes [...] Faroes er agentur hjá skipinum í Føroyum. Skipið kemur aftur á Havnina 6. september. Núverandi túrurin hjá Viking Mira byrjaði í Bergen 19. august og endar í Reykjavík 31. august. Ferðin ber heitið Iceland’s
russisku innrásina í Ukraina í februar 2022, at Rumenia skeyt russiskar dronur niður. Rumenia er limur í bæði NATO og ES og hevur meira enn 600 kilometrar av felags landamarki við Ukraina. Í mai datt ein russisk [...] spanskt F-18-stríðsflogfar hevur í nátt skotið eina dronu niður, sum var komin inn í rumenskt loftrúm. Tað upplýsir rumenska verjumálaráðið í dag. Spanska flogfarið var partur av einari NATO-uppgávu, sum hevur [...] verjumálaráðnum vístu radarar, at dronan kom inn í Rumenia úr grannalandinum Moldova umleið 24 kilometrar norðan fyri býin Galati í landsynningspartinum av landinum. Dronan varð skotin niður klokkan 05.01
framvegis í Ceuta í síðstu viku. Spanska stjórnin metti tá, at 2.500 teirra vóru børn og ung undir 18 ár. Millum hesi vóru umleið 600 gentur. Sambært sponskum lógum hevur staturin skyldu at taka sær av fylgdarleysum [...] fylgjarar úr Ceuta í Norðurafrika til spanska meginlandið. Tað skriva El País og Cadena SER. Genturnar vóru millum tíggjutúsundtals fólk, sum komu úr Marokko til sponsku enklavuna síðst í juli. Mett verður [...] forsætisráðfrúan, Giorgia Meloni, stúrt fyri, at fólkini kunnu ferðast víðari norður í Evropa. Ceuta er tó ikki partur av Schengen-samstarvinum eftir somu treytum sum spanska meginlandið. Fólk kunnu ikki
Fyrrapartin í dag varð sáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og Sp/f Lund, sum er felag hjá Jaspuri Langgaard á Nesi og Álvi Højgaard í Saltnesi. - Kommunan hevur bjóðað út jørð, sum er umleið 1900 [...] freistin at bjóða var farin, var eitt boð komið. Í Nes kommunu siga tey, at á býráðsfundi hin 22. juni varð samtykt - eftir tilmæli frá teknisku nevnd - at taka av tilboðnum hjá Jaspuri Langgaard og Álvi Højgaard [...] sjálvari byggingini. Sagt verður, at nú sáttmálin er undirskrivaður við Nes kommunu, fer Sp/f Lund í næstum undir at gera lendið byggibúgvið.
umsøkjari verður settur í starv. Umsókn: Umsókn saman við prógvum, CV og revsiváttan skal vera Barnaverndartænastuni í hendi í seinasta lagi mikudagin 23. september og skal sendast í telduposti til bvt@vaga [...] Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í Vágum Barnaverndartænastan í Vágum søkir eftir einum sosialráðgeva, at byrja í føstum starvi 1. november 2026, ella skjótast til ber. Starvið er ásett at vera [...] málsviðgerð av barnaverndarmálum. Hetta snýr seg m.a. um: At hava samrøður við børn og foreldur At fara á heimavitjanir At stuðla og ráðgeva børnum og familjum teirra At seta neyðugar fyriskipanir í verk At
Í dag er regattasigling í Sundalagnum og stevna í Hósvík, í Vági verður Ljósfest í morgin, og hetta vikuskiftið er eisini ovastevna í Nólsoy, umframt at kampingtreff er í Skálavík. Ovastevna hevur í fleiri [...] og tað er vanligt, at fleiri av bátunum, sum eru við í regattasiglingini í dag, halda leiðina fram út til Nólsoyar í morgin. Seinnapartin í dag og í kvøld eru fleiri tiltøk í Hósvík, og her verður dansað [...] æl - í støðum mjørki. Í nátt hækkar hann upp í útnyrðing, og hitin fer at liggja millum 10 og 15 stig. Í morgin, leygardagin, sum verður hin stóri dagurin á ovastevnu, verður lot til frískt lot av útnyrðingi
føroyska tíð: Statsjarðarferðin í Oslo dómkirkju byrjar. Olav Fykse Tveit, preses í norsku kirkjuni, stendur fyri gudstænastuni. Samstundis verður ein tøgn í ein minutt í øllum Noregi. Almenn ferðsla steðgar [...] Harald V kongur verður jarðaður í norska høvuðsstaðnum Oslo í dag. Dagurin byrjar við einari privatari løtu í Slottskapellet fyri tey nærmastu hjá kongi. Síðani verður skráin hendan – tíðirnar eru norskar [...] fyri føroyska tíð: Kl. 11 føroyska tíð: Høvuðsportrið í kongsslottinum verður latið upp, og kistan verður førd í skrúðgongu til Oslo dómkirkju. Í fylginum eru millum onnur Haakon VIII kongur, Mette-Marit