komu út í oynna, men tað sigst, at tað gongur væl at hava dunnur í hópatali gangandi úti í Mykinesi. Hetta er eftir øllum at døma ein roynd at ganga nýggjar leiðir hjá íbúgvunum á vestastu oynni í Føroyum [...] hevur saman við Oskar Joensen tikið stig til at ala dunnur úti í Mykinesi. Tá Sosialurin vitjaði fyri kortum, so var tað ikki júst dunnur í hópatali, ið vit høvdu væntað at sæð har. Dunnurnar eru fingnar av [...] nógv arbeiðspláss úti í Mykinesi. Okkurt hendinga arbeiðspláss er, men tað er fyri tað nógva eitt nú samferðslu arbeiði. Tað er tó onkur, sum hevur valt at royna nýggjar leiðir. Esbern í Eyðansstovu hevur
Dagsverk-dagurin var í gjár 7. november. Operatión Dagsverk er hjálpiarbeiði, sum næmingar á Studentaskúlanum í Hoydølum skipa fyri. Meiningin við degnum er, at ístaðin fyri at fara í skúla ein dag, fara [...] Meksiko til indianarabørnini har, sum hava ógvuliga vánaligar útbúgvingarmøguleikar. Í gjár leitaði Sosialurin niðan í Føniks, sum er eitt akkumolatorvirki. Føniks hevur sett fimm næmingar úr ávíkavist 2 [...] arbeiði í ein dag er, at tey spara bæði tíð og pengar, og harafturat fáa næmingarnir okkurt at takast við. Næmingarnir eru longu "stemplaðir". Teir eru allir í hvítum klæðum og ganga við málirullum í hondini
bakaði niður í Hoyvík, tá Sosialurin kom framvið ein morgun uppi í Dagstovninum. Bæði børn og starvsfólk hugnaðu sær uttanfyri . Nøkur børn spældu í sandinum, onkur súkklaði, onkur triðji var í reiggjunum [...] Dagstovninum í Hoyvík. Trívast væl Ein café verður eisini sett upp í tí stóru stovuni, og børn, sum hava gingið á Dagstovninum fara at undirhalda við tónleiki. Ingun Pedersen hevur arbeitt á Dagstovninum í Hoyvík [...] eisini ótrúliga væl. Stovnurin er í sær sjálvum ikki broyttur nógv øll árini, og barnatalið er tað sama, sum tað var tá vit byrjaðu, greiðir Ingun frá. Dagstovnurin í Hoyvík hevur pláss fyri 72 børnum
avgerð. Í hansara stað varð Hans Mortensen valdur í nevndina fyri Framtaksgrunnin, sum eigur 12,5% av partapeninginum í Smyril Line. Hans Mortensen er mest kendur sum stjóri og partaeigari í SMS. Í skrivandi [...] krónur í avlopi í fjør. Tað var nakað minni enn væntað, tí nevndin hevði roknað við, at avlopið fór at vera 15 milliónir krónur. Smyril Line hevði í 2001 eitt yvirskot áljóðandi 21 milliónir og í 2000 vísti [...] fastan bústað í Føroyum, og tað gera bara teir báðir, Klæmint og Hans. Tá Sosialurin fór til prentingar var ikki greitt, hvør teirra verður formaður. Roknskapur Á aðalfundi hjá Smyril Line í gjár varð r
verið í langfarasigling. Í nøkur ár var Ólavur læraravikarur, og í 1976/77 var hann vikarur í Mykinesi. Ólavur hevur búð í Onglandi og í Danmark í nøkur ár, har hann hevur lisið, men nú býr hann í Hjørring [...] Ólavur vaks upp hjá Hans og Lenu í Beiti í Sørvági. Hann tók studentsprógv í Hoydølum í 1973. Síðani hevur hann fingist við ymiskt. Hann starvaðist í yngru árum sum blaðmaður í nøkur ár, var við fiskiskipum [...] ár var hann eisini eitt skifti á Skrivekunstakademiet í Bø í Telemørkini í Noreg. Ólavur gongur í løtuni á listaskúla í Hjørring. Vit ynskja Ólavi hjartaliga tillukku við degnum!
bygningin og enn rekur verkstaðin og sølubúðina í Klaksvík. Tað vil siga, at Shell eigur pumpurnar og allan útbúnaðin í samband við olju og bensin søluna í Klaksvík, meðan Dávur rekur sølubúðina og verkstaðin [...] Shell Solby A. Eliasen Klaksvík, Sosialurin: - Shell skal verða meiri sjónligt í Klaksvík, sigur Hákun Djurhuus. Hann sigur, at um hann skal døma út frá tí, hann hevur hoyrt úr Klaksvík, so er Shellstøðin [...] hendi. - Tað er so í øllum førum upplagt, at virksemið á Grótrætt fer at samkoyra við støðina, sigur stjórin á Shell. Umframt tangarnar, er eisini ein skrivstova har tvey fólk sita í fulltíðarstarvi. Fleiri
fann smittuna og eftir kanningar í norskum áum í 2001 og 2002, er Nylund komin til ta niðurstøðu, at vill síl eru smittuberar av ILA, og at smittan hevur verið í náttúruni í langa tíð. Sílini verða ikki sjúk [...] virus við frábrigdi. Men tá ið hon fer yvir í alilaksin hendir í nøkrum førum ein broyting í arvaeginleikunum, og broytta virussið er bæði smittandi og deyðiligt. Í einum alibrúki breiðir smittan seg skjótt [...] ILALING Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Heilir firðir hava verið stongdir fyri aling í royndunum at basa ILA-smittuni. Tá ið smittan hevur víst seg hava boðini frá myndugleikunum til alarar verið, at
Nevndin, ið sett varð á aðalfundinum í 1999, sær í dag soleiðis út : Jógvan við Keldu, býráðspolitikari, sum hevur verið við frá byrjanini í 1991, hevur tikið við sum formaður í Vinnulívsráðnum. Afturat honum [...] Vinnulív Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík, Sosialurin: Ráðið varð av fyrstani tíð sett á stovn í 1991, men síðan seinasta aðalfundin hevur vinnulívsráðið í Klaksvík ikki verið nakað virkið felag. Fyri stuttum [...] in á Akranesi í Íslandi kemur til Klaksvíkar at greiða frá, hvussu undirsjóartunnilin undir Hvalfjørðinum hevur ávirkað virksemi og annað á Akranesi. Frá Símun á Høvdanum, næstformanni í Vinnulívsráðnum
hinumegin markið í bretskum øki. BP vónar at kunna finna olju báðumegin markið í heyst og so fara undir at útvikla tveir felt í senn, eitt á føroyskum øki og eitt á bretskum. Sosialurin skilur, at West [...] føroysku boringina í august. At skipið er stætt í grannalagnum, har tað borar fyri Conoco og BP í løtuni, kann so hava við sær ? um so er at boringin har gongur væl ? at skipið kann koma í føroyskt øki skjótari [...] Explorer er eisini í grannalagnum, har borar í Írlandi. Hann kemur so helst í føroyskan sjógv umleið miðjan juni ella stutt eftir tað. Gongst sum ætlað tekur Amerada Hess yvir tann pallin í september. Hetta
skrivað í skemti. Heldur ikki eru tey ætlað at vera speirekandi, men støðan er bara so tragikomisk. Og álvarsom. Spurningurin er, hvussu leingi vanligi føroyingurin finnur seg í at verða knokkroyttur í skatti [...] borgarin kann draga frá í skatti, tá tann nýggja (ósolidariska) eftirlønin fer at virka einaferð næsta ár!!! Sum lesarin kanska skilur, so er tað tann borgarligi Fólkaflokkurin, sum í hvussu er letst at hugsa [...] hart at vera speidari í Havn", plagdu fólk at taka skemtiliga til, tá okkurt serligt var á vási. Nú kann hugtakið við góðari samvitsku broytast til: "tað er hart at vera føroyingur í Føroyum!" Og leggjast