hava lagt fram uppskot um lógarfestan gerðarrætt ella arbeiðsrætt, um víðkaðar heimildir til semingstovnin og um undantøk í verkfalli, tá tað snýr seg um sjúkan fisk. Ingeborg Vinther spyr, um andstøðan [...] arbeiðsrætti, so hava feløgini sagt, hvat tey kunnu góðtaka, so tað er ikki so ringt at vita, hvussu ein skal fara fram. Partarnir eru sinnaðir at taka trupulleikarnar upp til viðgerðar, so tað er vert at [...] Bjarna Djurholm, um hann ikki tekur partarnar á arbeiðsmarknaðinum við uppá ráð og fær arbeiðsmarknaðin við. Hann hevur longu sligið ein tóna, so tað verður tulkað sum ein arbeiðsrættur, og so er byrjanin betur
Ja ikki er tað lætt at finna fram til hesa fótbólts heimasíðu, men um ein fer inn á Leitel.fo, og blaðar í teirra top10 lista, so er slóðin har, og tað er hon av einans orsøk, tí hon liggur á topp-listanum [...] tann hátt, at tá talan er um dystir hjá NSÍ, er hetta sjálvvirkandi ein slóð til eina dystarfrásøgn. Um vit skulu samanbera hesa heimasíðu við útlendskar fótbóltsheimasíður, so er hon ikki sørt lík heimasíðuni [...] upplýsningar at finna. Umframt eina grein um fótbóltin hjá NSÍ, funnu vit eisini upplýsingar um venjarar hjá felagnum. Undir heitinum Kunning funnu vit eina grein um NSÍ, umframt myndina omanfyri. Vit kunnu
Anfinn Kallsberg løgdu fram uppskot um at fara aftur til sjey valdømir. Uppskotið bleiv tó so mikið broytt undir viðgerðini á tingi, at tá tað bleiv samtykt við einum teprum meiriluta, so var høvuðsbroytingin [...] ivast í, um tað eydnaðist. Ein onnur grundgeving var, at fáa fleiri kvinnur á upp í landspolitikk. Tað eydnaðist, men spurningurin er, um tað ikki meira hoyrir til tíðina, at kvinnur koma meira fram, sigur [...] heldur fram. - Men lokalpolitikkur hevur aldrin verið sterkari enn í dag. Tað haldi eg tey flestu kunna vera samd í. So at fáa fleiri landspolitiskar loysnir er ikki eydnast. Men spurningurin er, um tað er
Joensen --- Kveikjandi fundurin um stakar uppihaldarar í Miðlahúsinum miðvikukvøldið, har Siri Hansen og Annika Antoniussen løgdu serritgerð sína um stakar uppihaldarar fram, var stak áhugaverdur. Eg vænti [...] rodnandi havi lagt oyrað til frá tingsins røðarapalli um stakar uppihaldarar: »Vit mugu ansa eftir, at støku uppihaldararnir ikki fáa tað ov gott, tí so fara so nógvar familjur í upploysn!« »Tað er jú ein trupulleiki [...] nóg mikið. Men tað er at fegnast um, at hóast konservatisman er ræðandi ógvuslig í føroyskum politikki, so er nú fest á blað og í lógartekstir, at familjur, har talan er um stakar uppihaldarar, eisini finnast
situr og bíðar eftir politikarum. To tá so hesir ditta sær fram við onkrum, so fellur dómurin sum eitt svørðsslag. Og er hugskotið frá politikkarunum gott, so fær tað ikki nógv rósandi orð á vegnum, men [...] mangan torført at fáa partarnar at viðganga, at so var. Og eg eri eins sannførdur um, at var tann neyðuga toleransan og tann persónliga búningin til staðar, so vóru hesi viðurskifti óbroytt í dag, og bæði [...] fingið eina aðra gongd, segði Jóannes Eidesgaard. Og hann helt fram: - Var ein ósemja á arbeiðsmarknaðinum, og henda tyktist onga loysn at fáa, so kundu óformellar samráðingar millum partarnar føra til, at
við, at Hallur ikki fór at halda fram í felagnum. Nú skrivar AaB so á heimasíðuni, at felagið hevur uppsagt sáttmálan við føroyska miðvallaran, og so er spurningurin, um tað merkir, at Hallur longu í kvøld [...] kvøld fær nýtt felag uttanlands, ella um tað verður okkurt føroyskt felag, sum fær gleða av fótbóltsevnum hansara.
Keypmannahavn um tíggju tíðina. Orsøkin var, at løgreglan hevur illgruna um, at hann hevur svølgt rúsevnir. Ákæruvaldið kravdi, at maðurin varð varðhaldsfongslaður í tvær vikur, og um tað ikki bar til, so varð [...] játtaði, um so var, at hann fekk endurgjald fyri at fara í skannaran. Ákærin greiddi frá, at komin í skannaran fekk tann ákærdi vegleiðing í, hvussu farast skuldi fram. Men tá kanningin var um at byrja [...] manninum, men illgruni var um, at skuldsetti møguliga hevði svølgt tey. Tí varð hann spurdur, um hann kundi koma við í CT-skannaran á Landssjúkrahúsinum. Sambært ákæranum, so játtaði skuldsetti til hetta
álopsplássini, og so kappast Todi og Peter Møller um at vera triði maðurin. Men tað kann vera so skjótt, at sovorðið koppar ein veg ella annan. Hóast Todi er fegin um at vera í FCK, so heldur hann ikki [...] veit satt at siga ikki enn, um eg fari at skriva undir. Hóast teir í FCK leiðsluni fegnir vilja hava Toda at halda fram í felagnum, so kunnu teir sjálvandi ikki geva honum lyfti um, at hann verður fastur maður [...] maður á liðnum. Sum kunnugt so hevur Todi síðani summarsteðgin kappast við tríggjar aðrar spælarar um tey bæði fremstu plássini. Sum tað hevur sæð út síðstu vikurnar, so eru Zuma og svenski Jörgen Pettersson
Martin. Orkan rakk ikki Fram eftir vøllinum skapti føroyska liðið tó lítið, og hetta hevði sína heilt einføldu orsøk, helt Jógvan Martin. - Vit megna ikki at flyta fólkið fram. Hóast vit í Rógva hava ein [...] ein spælara, sum næstan hvørja ferð fær stýrt bóltinum víðari, so fáa vit ikki nakað burtur úr hesum, tí liðið er ikki komið fram. Menninir arbeiða og arbeiða ótroyttiliga í verjupartinum, og tí er orkan [...] tað hoyrir so eisini við, at franska liðið er ótrúliga gott. Teir spæla 100% kontrollerað alla tíðina. Bólturin verður koyrdur runt og runt, og vit sóu ongantíð tað allar minsta tekinið um panikk. Teir
tær vónirnar sum so eru rættiliga dempaðar mótvegis okkum spælarum. Eg veit ikki, um áskoðararnir eru vónbrotnir ov ofta, men vit kenna tað so ikki, sum liggur nakað trýst á okkum í so máta. Vit taka ein [...] verið stórar, men fram til í ár hava hesar tó ikki hildið allan vegin. Tí hóast NSÍ støðugt hevur verið millum fremstu liðini í skjótt nógv ár, so hevur FM-gullið enn ikki vunnið veg fram til vespurnar. Tað [...] tó ábendingar um, at 2007 kann gerast árið, har NSÍ loksins fær gullið. Ikki minst hevur liðið sýnt evni at vinna dystirnar, sum at kalla javnviga á vágskálini, og í so máta var talan um enn ein av slagnum