hetta tosið um at velja síður og um rættar føroyingar er so óføroyskt, sum nakað kann verða. Hetta var og er framvegis eyðkenni hjá londnum við einflokkastýrum og einaræði, og betur var, um vit brúktu aðrar [...] her á landi heldur fast um ósannindini. Tað er líkt til, at málið ikki longur er at fáa sannleikan fram, men er knappliga heldur vorðið eitt mál í sær sjálvum. Tá tað snýr seg um demokratisku mannagongdirnar [...] Ein av atfinningum mínum um uppskot Sambandsfloksin um eina leiðbeinandi fólkaatkvøðu var júst tann, at landsstýrið hevði mandat til at fara undir samráðingar við ríkisstjórnina, so leingi sum reglurnar í
tingmaður fyri Sambandsflokkin, fram, at uppskotið fór at gera mun á fólki – alt eftir, um tey høvdu arbeiði ella ikki. Ella um tey vóru stakir uppihaldarar ella ikki. Ella um tey vóru fólk í ymsum støðum [...] Hvørki um tað eru hjún, sambúgvandi ella støk. Við arbeiðsinntøku ella við ymsum veitingum. Tí hjá børnum í fátækradømi er jú talan um er sera ymiskar støður, sum vit hava sæð so mong dømi um. Tað er [...] Tað passar ikki, sum Reimund Langgaard í lesarabrævi førir fram, at uppskotið um barnaískoyti til børn undir fátækramarkinum, kann gera mun á húskjum við lágari inntøku. Uppskotið byggir hinvegin júst
Hóast vitandi um trupulleikan í hálvtannað ár, so hevur landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum, Jacob Vestergaard, framvegis hvørki tikið støðu ella broytt lógina, so Búnaðargrunnurin veit, hvørt hann hevur [...] uttanfyri lógarheimild, fram til á sumri 2013, tá ivi um lógartulkingina tók seg upp. Umsóknir hava hesa tíðina hópað seg upp, tí tær ikki kunnu avgreiðast og lítil ivi kann vera um, at tað darvar virkseminum [...] svarinum kemur millum annað fram, at grunnurin hetta tíðarskeiðið hevur móttikið umleið 10 formligar umbønir um fígging av hesum slagi, men eisini eitt ótal av munnligum fyrispurningum um fígging til nevndu endamál
sera litríkum klæðum. Vit fáa so hvørt greitt frá sagnum og søgum úr mentan teirra. Her er talan um nógvar ymsar ættarbólkar, ið hava búð her á leið. Hetta hoyra vit somuleiðis um. Aftaná hesa menta [...] fjøllini. Ráðstevnan heldur fram og endar Triði ráðstevnudagur. Fyrrapartin standa seks fyrilestrar á skránni um evolutión í ymsum londum. Síðan koma fýra fyrilestrar um “slag-gerð”. Má her nevna íslendaran [...] Harnæst Ongland og Týskaland seinast. So var liðugt. Har verður eitt skjótt ábit, vit fáa stóran matpakka útflýggjaðan, so fara vit eina langa útferð –við einum stórum gulum bussi. Hetta er sami skúlabussurin
- Tað er umráðandi, at ung bjóða seg fram til val, so at vit kunnu seta sjóneykuna á støðuna hjá ungum í Føroyum, sigur Tráin Petursson Nónklett. Tað gekk óalmindeliga væl hjá 21 ára gamla Tráin Petursson [...] umboðan. - Tað er umráðandi, at ung bjóða seg fram, tí at tað setur sjóneykuna á støðuna hjá ungum í Føroyum. Vit mugu fáa ung at trívast í Føroyum, um vit skulu broyta skeiklaðu fólkasamansetingina – [...] kenna til veruliga tørvin hjá ungum, og tí er bæði umráðandi og neyðugt at ung bjóða seg fram, sigur hann og heldur fram. - Fyrst og fremst kunnu vit ungu betri seta okkum inní støðuna hjá ungum, enn hvat eldri
spurt stjóran í RecArt, hví evnaríki Brandur Enni hevur so torført at vinna fram í Danmark. RecArt var fyrsta plátufelagið í Danmark, sum kom fram við hugtakinum barnastjørnur í Danmark. Plátufelagið hevði [...] í Danmark. Hóast føroyska plátufelagið gjørdi í vár eitt rimmar átak fyri at fáa Brand Enni fram í Danmark, so vóru úrslitini ikki nóg góð. Ikki fleiri enn 1000 fløgur eru seldar av Brandi í Danmark, og [...] føroyska Brand Enni, bæði sum persóni og ikki minst sum tónleikara. Hann er sannførdur um, at var Brandur komin fram í Danmark fyri nøkrum árum síðan, hevði føroyska poppstjørnan sligið til. ? Brandur var
nakað óregluligt fór fram. ?Tað sum fór fram var, at skip og virki vóru involveraði og spurningurin var at útvega likividitet til útbetaling av lønum og likividitet til at dríva skipini, so virkið fekk fisk [...] undirskrivaði notatið, sigur løgmaður. Hann sigur, at málið um fortíðina hjá sær hevur fleiri ferðir verið frammi, og at fólk vita full væl, hvat fór fram. - Løgreglan valdi ikki at gera nakað við málið tá, og [...] Løgmaður sigur bart út, at málið um óregluligu bókingarar í Frostvirkinum í Norðdepli, er fyri hansara viðkomandi avgreitt fyri tjúgu árum síðan. Hann vísir á, at tað er ómøguligt, at gera stórvegis v
Tomislav Sivic sendi upp um HB-verjuna. Eyðun Klakstein tamdi fram við einum verjumanni og sendi bóltin í málið. Men KÍ-arnir vóru ikki komnir yvir málið, tá Gunnar Mohr legði HB fram um 2-1. Hetta hendi eftir [...] sín rætt í seinna hálvleiki enn í fyrra hálvleiki. Aftur og fram Eftir hálvleikssteðgin gekk spælið nógv aftur og fram. KÍ legði meira fyri fram eftir vøllinum, og tað gav eisini HB-spælarunum pláss, tá [...] beint fyri hálvleiksstegðin. Klaksvíkingar vóru passivir í verjuspælinum, og so kom ein HB?ari ímillum og sendi bóltin fram við málverjanum og tveimum verjuspælarum. Á veg í málið fekk ein av verjuspælarunum
Uttan mun til, um tað vóru ein ella tveir blokkar frammanfyri, so slóg hann flestu bóltarnar beinleiðis í gólvið. Dysturin leygardagin var eisini ein av teimum fáu dystunum, har Fram hevur fingið nyttu [...] fáir bóltar sum komu væl upp til hevaran, og teir bóltar sum komu fram, vórðu í nógvum førum misbrúktir. Fram hevur nú vunnið báðar dystirnar ímóti hinum havnarliðnum í endaumfarinum og liggur nú á triðja [...] Fram - Fleyr 3 ? 0; (25-17, 25-14, 25-15) Flogbóltur, meistaradeild menn Fleyr fekk ikki eitt bein til jørðina, tá teir sunnudagin skuldu prógva, at teir kundu halda sama støði sum í Klaksvík fyri viku
okkurt graml um, at onkur hugsar um at leggja flotan, um avmarkingar verða settar í gildi. Um álvara verður gjørt av hesum hóttanum, so er hetta eitt gylt høvi hjá Landsstýrinum um at biða um loyvini aftur [...] óansæð hvat land talan er um. Onkur kundi kanska spurt, um hetta ikki er heilt náttúrligt í einari marknaðarstýrdari skipan. Svarið kundi verið játtandi, um frí kapping hevði verið um at sloppið framat hesum [...] taka seg upp um hetta mál. Serliga hevur eitt slíkt kjak skund, um tað veruliga er so galið, at núverandi fiskiloyvishavarar ikki vilja fiska meir undir Føroyum við nýggju treytunum. Livst so spyrst. Sosialurin