halda, at ein grund kann vera, at fólk halda vegastrekkð vera ein vanligan krossveg, og at tey, sum koma út eftir Joannes Paturssonargøtu, eiga at halda av fyri ferðslu frá høgru. Men tey, sum halda soleiðis [...] óhappum, sum henda har á staðnum. Fólk, sum búgva niðalaga við Grønlandsvegin í Havn, vita frá nógvum hendingum at siga, har bilar hava stoytt saman, og fólk eisini hava fingið skaða ella skelk. Bara í juli [...] misskilt eitthvørt, tí ferðsluskelti stendur við Grønlandsvegin, sum sigur teimum frá, at har skal haldast av. So eisini á hesum vegstrekkinum, eins og mangan er vanligt yvirhøvur, eru tað menniskjansligar atvoldir
dystinum í gjár, so haldi eg ikki, at vit skulu vera so bangnir. Sjálvandi verður uppgávan trupul, men sum eg minnist dystin, so skaptu teir at kalla ongar møguleikar burturúr trýstinum, sum teir høvdu. Á [...] tað eisini. Hatta er jú ein av teimum stóru dystunum, sum tú sjáldan sleppur at spæla, so sjálvandi var tað nakað heilt serligt. Tá tú skjýtur eitt mál sum hatta. Rennur tað so ikki gjøgnum tankarnar, [...] veitst tú, at tað er ein stórur dystur, men sjálvur hugsaði eg bara um, at nú ráddi bara um at gera eitt mál afturat, so vit eisini kundu vinna dystin. Og tað var kanska heldur ikki so langt burturi, at hetta
millum Fleyr og ÍF. Fleyr hevur útspælt sín leiklut sum topplið, meðan ÍF langt síðani er komið í FM-finaluna, so hetta er ein dystur, sum mestsum »bara« skal spælast. [...] eru alt dystir millum lið, ið liggja lægri á stigatalvuni, so eingin av hesum dystur hevur týdning fyri kappingina í ovara endanum. Bara ein dystur er í Eikliguni hjá monnum, og hann verður í Havn sunnudagin [...] Nú kappingin í Eikliguni hjá kvinnum nærkast endanum, kann um vikuskiftið endaliga vera greitt, hvørji lið skulu spæla FM-finalu. Sunnudagin møtast Fleyr og Mjølnir í Gundadalshøllini, og har er tað heilt
vil tað? Neyvan. Týr er ein bólkur, sum beinanvegin gjørdi greitt, at teir neyvan fóru at gera øll nøgd. Dámdi tær teirra tónleik, so elskaði tú hann. Um ikki, so hataði tú hann kanska. Eg hoyri til tann [...] djúpu, dramatisku rødd, sum passar perfekt til hetta Gandkvæði Tróndar. Eins tempo og dynamikkur Aftaná góðar tveir og ein hálvan minutt kemur so bólkurin stunandi inn, og so er krígsstemningurin settur [...] Heavyrokkararnir Týr, sum altíð fyri mær hava virkað sum nakrir kiksaðir, wannabe krígsmenn við brynjum og ketum og hvat veit eg av tilhoyri. Og nú skal eg so ummæla teirra nýggju fløgu, sum eg eri bangin fyri
1904 sigldi á ein boða við Rockall og 610 fólk druknaðu. I hesi frásøgn eigur Loðsurin ein leiklut, sum lutvíst vísir hann sum ein brand, og lutvíst lýsir hetta ta ógvisligu broyting, sum er hend við [...] eingin Louisa verið, so teir mundu vera innkomnir í dimminum. Og tað var ikki undarligt, um tað varð tosað um at Louisa var afturkomin. Tí hesin báturin, sum ikki var størri enn so, at kjølurin var 26 føtur [...] helt Kristjan í Dali, “so lati eg ein motorbát gera!” Og ikki var langt millum hugskot og verk hjá honum. Sama dag var hann hjá Liasi í Rættará og bað hann byggja sær ein motorbát. So væl lá tað fyri, at
gið so ella so legði uppí og steðgaði illgerðunum við brestin. Slíkt eigur ikki at kunna henda! Í slíkum føri átti ST at lagt uppí beinanvegin. Tað kann ikki verða rætt, at so krígshugað fólk, sum vit [...] at loysa slík stríðsmál, í øllum førum ikki so leingi, sum heimspolitiið, USA, ikki vil verða við. Vit taka so mangan til, at illgerðirnar móti mannaættini, sum fóru fram t. d. undir øðrum heimsbardaga ikki [...] Vit ganga eisini runt og halda, at tað var nakað, sum bara kundi henda tá. Men soleiðis er støðan als ikki. Heimurin upplivir dag og dagliga slík stríð, sum áttu at verið steðað við brestin. Vit høvdu eisini
sigur Hanni, sum viðgongur, at tá hann letur ein málning av hondum er hann vorðin ein vøra, sum kann keypast og seljast, sum so mangt annað. Málingurin sum umbering Hetta skal tó ikki skiljast sum, at málningurin [...] geri. So kann góðkenningin koma í aðru røð, og eg vil ikki hava hana fyri einhvønn prís, sigur Hanni, sum heldur vil hava 20 veruliga áhugaðar áskoðarar, enn fleiri hundrað, sum koma at finna sær ein málning [...] meg at mála tá, sum tað hevur nú, sigur Hanni, men leggur eitt sindur hugsunarsamur afturat, at hesin mátin at fata síni gomlu avrik kanska bara ein verjumekanisma fyri ikki at kenna seg so sárbæran. - Eg
teldur, sum lesur tað, sum fyriferst á telduni. - So í veruleikanum er tað avmarkað, hvørjar nýggjar heimildir, løgreglan fær, staðfestir verjin. Men hann staðfestir samstundis, at hetta kann bara gerast [...] talan er um heilt álvarsom brotsverk og tað kann bara gerast tá ið dómsvaldið hevur givið loyvi til tað. - Í høvuðsheitum skal talan vera um brotsverk, sum geva minst seks ára fongsulsrevsing, sigur hann [...] tað meiningsleyst at upplýsa tann, sum skal kannast, um tað, tí tað er tað sama sum at sabotera kanningina. Samstundis hevur løgreglan bara loyvi at goyma upplýsingar, sum hava beinleiðis týdning fyri málið
havi ongan bil og eri bara stjóri. Tær avgerðirnar, sum eg taki, verða tiknar eftir tí sannføring, at tað skal vera so rættvíst sum møguligt og eftir, at tað eru 33 eigarar, sum allir mugu fáa líka nógv [...] einari fyritøku, sum bara er stongd tríggjar tímar um árið. - Auto hevur opið allan sólarringin hvønn einasta dag í árinum. Bara jólaaftan millum klokkan 17 og 20 hava vit stongt, sigur Dia, sum heldur, at tað [...] Fyrrverandi kringvarpsstjórin Dia Midjord, sum fyrr í ár tók við sum stjóri í hýrivognsfyritøkuni Auto, er tann fyrsti stjórin, sum ikki er millum teir 33 bileigararnar, ið eiga felagsskapin Auto. - Nevndin
liðið, sum vinnur hann, vinnur dystin 2-1. Hetta er ein rættiliga ógvuslig broyting, sum brýtur fullkomiliga við tað, sum vit vanliga kenna sum flogbóltur. Kortini ger hetta, at dystirnir vera munandi [...] Tey, sum sóu flogbólt seinasta ár, og sum enn ikki hava verið til flogbólt í ár, mugu gera sær greitt, at dystirnir vera ikki avgreiddir eftir sama leisti sum í fjør. Minni enn so. Orsøkin til hetta er [...] fara til sum áskoðari. Úrslitið av hesum var m. a. eitt serstakt klædnakrav, sum fór, sum ein skógareldur, serliga gjøgnum kvinnuflogbóltsumhvørvi. Orsøkin til tað var, at kvinnurnar skuldu vera meira tekkiliga