ævintýrið ikki kostað stig í heimligu kappingini. Fyri tveimum vikum síðani vann KÍ 2-0 á heimavølli ímóti B68. KÍ hevur spælt 17 dystir, og í góðveðrinum á Argjum er KÍ fyri 14. ferð í ár á veg av vøllinum [...] málmuninum 24 – 49. Úrslitini í dag bera við sær, at tað eru bæði feløgini í Runavíkar kommunu - NSÍ og Skála - sum nú eru undir strikuni. At tað vóru færri enn 70 tímar frá dystinum í Europa Conference League [...] spælararnir vístu góðan hugburð. Teir ofraðu seg í nærdystunum, og teir tveittu seg og blokeraðu, tá ið gestirnir í fyrra hálvleiki og eftir uppspæl í bæði høgru og vinstru mitt fyri málinum vunnu seg
síðani hann fyrr í summar flutti úr Norra og til KÍ. Í dag skoraði hann í stórt korter í fyrra hálvleiki tvey mál. Tað seinna var við fínum skoti upp í nettakið eftir gott uppspæl í høgru og útfrá baklinjuni [...] teir í dag megnaðu í Sørvági. Sammett við týskvøldið vóru fleiri broytingar á KÍ liðnum. Eitt nú vóru Odmar Færø og Céderic Yambéré ikki á listanum í dag, meðan Heini Vatnsdal fyri fyrstu ferð í ár var [...] fimtanda málið hjá Páll í landskappingini í ár. Á liðnum hjá 07 Vestur vóru tað í dag sjey lokalir spælarar. Tað eru væl fleiri vágamenn á besta liðnum, enn tað hava verið fyrr í ár. Eitt nú var 18 ára
Fjórða umfar í bestu landskappingini er á skrá um vikuskiftið. Fyrsti dysturin er á settur at vera í dag. Hann er á Skála, har uppflytararnir fáa vitjan av trífalda meistaraliðnum úr Klaksvík. Upprunaliga [...] Tað er ivaveður, og í fyrsta umfari er gjørt av at útseta dystin til klokkan 19. Tá verður roknað við, at vindurin verður minkaður og at tað harvið vera betri líkindi at spæla. Í fyrsta umfari vann Skála [...] skaðasteðg. Odmar Færø, Heini Vatnsdal og Hallur Hansson eru langtíðarskaddir. Jákup B. Andreasen er um at vera klárur aftur. Tað er tó ivasamt, um hann fer at eiga nakran leiklut í kvøld. Skála – KÍ: Kári
klaksvíkingarnir rigga í góðveðrinum í Fløtugerði til at fara undir aftur fjørðin. Í viðførinum hava teir tryggan 4-1 sigur, sum kundi havt verið bæði tvey og trý mál størri, tí serliga í fyrra hálvleiki spældi [...] til 3-1. ÍF misti í uppspælinum, Jákup B. Andreasen stakk bóltin fram í eitt vet til høgru til Jesper Van Der Heyden, ið dró í brotsteigin og smekkaði bóltin umvegis málverjan og upp í nettakið. Hetta var [...] fyrra hálvleiki gekk tað fyri seg í og kring brotsteigin hjá heimaliðnum. Heimamenninir eiga at sita eftir við tí lærdómi, at tað er óðamannaverk at missa bóltin á veg í álop, tá ið mótstøðuliðið hevur so
Tað er europeiskur meistarafótbóltur í Klaksvík í kvøld, har líkindini at spæla fótbólt eru av teimum fagrastu. Undan fyrsta bríksli, sum var klokkan 18, var Bodø/Glimt frammanfyri 3-0. Nú teir fara at [...] árið verið roknað at vera tað besta í Norðurlondum. Men tað er altso ein veruleiki, at KÍ er frammanfyri 2-0. Mads Bo Mikkelsen legði við handara stólpa KÍ á odda í 12. minutti við fínum fluktara og eftir [...] eftir sending úr høgru frá Claes Philip Kronberg, og í 20. minutti var tað KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen, sum økti um leiðsluna til 2-0. Nú var tað Jóannes Bjartalíð, sum átti innleggið. Hann legði
undan fyrsta umfari í landskappingini spældu KÍ og B36 í kvøld venjingardyst í Klaksvík. Í ikki serliga góðum fótbóltslíkindum vann KÍ 3-1 eftir 1-1 í fyrra hálvleiki. B36 toppskjúttin í fjør, Sebastian Pingel [...] Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Claes Kronberg - Jákup B. Andreasen, Deni Pavlovic, Jóannes Bjartalíð - Boris Dosljak, Páll A. Klettskarð, Árni Frederiksberg. Í hálvleikinum og í seinna hálvleiki komu [...] av nýggju spælarunum, Claes Kronberg, sum var vongverji í vinstru. Beinanvegin eftir steðgin varð nýggi álopsspælarin, Bob Sumareh, skiftur inn í KÍ álopið, og hann vísti seg at vera skjótur og málsøkin
B36 at fáa bóltin í KÍ málið, og harvið hevur KÍ ikki fingið mál ímóti síðani 28. apríl, tá ið heimadysturin ímóti HB endaði 2-2. Í útgangsstøðu hevði B36 tríggjar í verjuni og tveir í fremstu røð: -Ætlanin [...] tveir í álopinum var, tí vit ætlaðu at pressa KÍ verjuna meiri, enn hon higartil hevur verið. Tað eydnaðist í løtum, men vit hava higartil í ár ikki havt mannin, sum støðugt er á rætta staðnum í brotsteiginum [...] Máltalvan vísti framvegis 0-0, tá ið dómarin í kvøld bríkslaði fyri síðstu ferð í góðveðrinum í Gundadali, har B36 fyri fyrstu ferð átti heimavøll á ovara vølli. Trupulleikar við graslíkinum vóru orsøk
Skrbec og KÍ er galdandi í ár og í 2021, sigur KÍ. Fyri meiri enn einum mánað síðani, skrivaði in.fo, at landsliðsspælarin Heini Vatnsdal, sum síðstu árini hevur spælt við Fremad Amager í næstbestu donsku deildini [...] nýggjan miðvallara, sum er ættaður úr Slovenia. KÍ skrivar soleiðis: Í komandi viku verður slovenin, David Skrbec, við í venjingini í besta manshópinum hjá KÍ. David, sum er verjukendur miðvallari, er 23 [...] spælarar. Vit ætlaðu at hava fleiri spælarar, men tveir møttu ikki upp í vetur, og ein er farin til hús aftur. Nú fara vit at styrkja okkum við í hvussu so er tveimum spælarum, segði Mikkjal Thomassen, venjari
fótbólti – landsliðsfótbólti og liðfótbólti. Tað sást væl í kvøld, tá ið klaksvíkingar í ársins fyrstu roynd í europeiskum høpi vóru gestir hjá Bodø/Glimt. Í Bodø var heimaliðið greitt omaná. Heimamenninir vóru [...] fyri, tí bólturin tók í armin á Mads Bo Mikkelsen. Hetta kendist vera øgiliga harður dómur. KÍ spælararnir arbeiddu støðugt og nógv, og tað var strevið støðugt at vera í verjustøðu. Í fyrra hálvleiki gekk [...] at klaksvíkingar á nakran hátt vóru í nánd at skora. KÍ skal annan týsdag spæla á heimavølli ímóti Bodø/Glimt, sum næstan hevur tryggjað sær rættin at halda fram í meistarakappingini, meðan KÍ eftir øllum
ferðirnar. Í ár er kappingin løgd soleiðis, at tveir av dystunum millum EB/Streym og KÍ vera í Streymnesi. Tann fyrri verður seinnapartin í dag, og teir eru spentir við Margáir, eftir at tað í triðja umfari [...] Síðani EB/Streymur í 2017 aftur var partur av bestu deildini, hava KÍ og EB/Streymur á hvørjum ári spælt tvær ferðir í Klaksvík og einaferð á hvørjum ári hevur KÍ vitjað EB/Streym – í Hólmanum á Eiði ella [...] Hellisá hevur trupulleikar við liðbandi í knænum, og Salmundur Bech er plágaður av heilaskjálvta. Tað kann vera, at Andras Ó. Olsen verður á listanum í dag, men hann hevur í vikuni ikki vant saman við liðfeløgunum