eigur at hækka til nakað, sum líkist bótunum í Danmark. Hann heldur, at talið á teimum, sum verða tikin fyri hetta ferðslubrotið, eigur avgjørt at vísa politiska myndugleikanum, at bøturnar eiga at hækka [...] vórðu 160 bilførarar tiknir fyri at tosa í fartelefon. Karl Leonson, politistur, torir ikki at siga um ørsøkin til vøksturin er, at bilførarar eru blivnir herviligari at tosa í fartelegfon nú, enn teir [...] árum síðani. Heldur er hann av teirri áskoðan, at orsøkin til, at fleiri eru tikin fyri hetta lógarbrotið, er, at løgreglan hevur gjørt nógv meiri fyri at kanna bilførarar hesi seinastu árini. - Hesi síðstu
er við at ganga út, og av tí at veitarin vil hava eina munandi príshækking fyri at halda fram, er reglan tann, at koyringin skal bjóðast út til fleiri veitarar. Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at í løtuni [...] Hann heldur, at flutningurin eigur at verða ein fastur partur av vanliga hotellvirkseminum fyri at sleppa undan kravinum um at hann skal bjóðast út til lægsbjóðandi. – Skal endamálið vera, at alt skal vera [...] Johannesen heldur hinvegin, at tað ber illa til at geva einum veitara einkarrætt upp á koyringina í allar ævir. Men hann heldur eisini, at tað er væl hugsandi, at loysnin er at gera busskoyringina til ein
Neyðugar kanningar eiga at verða gjørdar, og vit eiga at fara at hugsa um fígging. Vit vita, at Smyril heldur ikki ævigt, og tí eiga vit av álvara longu nú at fara at hugsa um at fáa fast samband við Suðuroynna [...] n? - Bara tað, at Eysturoyartunnilin er ávegis, hevur økt áhugan at búgva við Skálafjørðin, og hesin áhugin fer heilt sikkurt at økjast. Dugir tú at meta, hvat Eysturoyartunnilin fer at merkja fyri Havnina [...] inntøku, og kanska fer hetta at føra við sær, at størsta náttúruhavnin í Føroyum - Skálafjørðurin - verður ment til tað havnalag, sum hann eigur at vera, og vit fara at gevast við at byggja vitleys projekt út
í kortunum, at teir nýggju bussarnir skulu eisini brúka diesel, men tað hevur fingið umboðini fyri Tjóðveldi í Tórshavnar Býráð, at tala at, tí tey halda, at hetta er eitt gylt høvi til at leggja um til [...] Og hann sigur, at tey eisini umrøtt spurningin um at leggja um til bussar, sum brúka el. Hann sigur, at tað letur seg væl gera at brúka el-bussar – men vit skulu gera okkum greitt, at sum støðan er nú [...] leggur dent á, at alt hetta eru trupulleikar, sum tað væl ber til at loysa - men tað slepst ikk undan at tað kostar. Hann sigur, at í sambandi við nýggja sáttmálan hevur býráðið lagt upp fyri, at tað skal bera
eisini tann ómak at ringja til sjónvarpsmannin og vísa á mína misnøgd. Hann gav mær rætt í, at tað helst ikki var rætt at vísa á okkara »matarlepa« og at tað heldur ikki var relevant at vísa myndir av [...] fyri at gera innslagið meira dramatiskt. Hann segði, at hann helt, at vit ikki høvdu gjørt okkara journalistiska arbeiði nóg væl, men at »kritikkurin var noteraður«. Kortini valdi hann aftur at gera sama [...] sum allir vístu á, at teir hildu, at Tjóðveldisflokkurin við at flyta føroyskan politikk niður til Danmarkar »øsir danir upp móti føroyingum«. Hetta hevði einki við Hermann Oskarsson at gera! Eg gjørdi mær
Tað vit ætlaðu at brúka gamla Polarfrost til var til at gera eitt virki til uppisjóvarfisk í Vági, sigur Jákup Olsen. Hann sigur, at ætlanin var at taka ímóti makreli og svartkjafti og at virka hann til [...] Olsen sigur, at ætlanin annars var klár at seta í verk, men at prísurin, sum Fiskavirking krevur fyri virkið, hevur gjørt, at hon ikki er blivin veruleiki enn. ? Tað sigur seg sjálvt, at tað er ongin møguleiki [...] prís, sum vit vita bara ger, at virkið fer á heysin aftur. Hann leggur tó afturat, at so leingi Fiskavirking ikki hevur selt øðrum Polarfrost, er vón at tað fer at eydnast at fáa tað, og samráðst verður
Samuelsen verður sagt, at ein týðandi orsøk til, at kvinnur arbeiða niðursetta tíð er fyri at fáa familjulívið at ganga smidligari, men ein onnur grund kann vera, at tað ikki er so lætt at fáa fulla tíð í teimum [...] sigur landsstýriskvinnan, at sum part av átakinum um at økja møguleikan fyri at arbeiða fulla tíð, so ber til at kanna møguleikarnar at gera broytingar í vaktarskipanum, soleiðis at møguleiki verður hjá teimum [...] Átøkini eru knýtt at fleiri fokusøkjum og eitt fokusøki er javnstøða í arbeiðslívinum. Eitt av átøkunum, sum verður nevnt er at økja møguleikan fyri at arbeiða fulla tíð. Víst verður til, at kvinnur á føroyska
ikki at veksa, leggja arbeiðsgevararnir afturat. Teir halda, at tað er órógvandi, at alsamt fleiri íløgur verða lagdar uttanfyri fíggjarlógina. Í fjør fingu Bústaðir heimild at lána 250 milliónir at byggja [...] hevur lagt ein bústaðarpakka fram fyri at bøta um bústaðarneyðina, ávarar Arbeiðsgevarafelagið ímóti at fara fram eftir fummum. – Tað er tó týdningarmikið, at eisini at hava høvdið við og ikki bara hjartað [...] ð heldur, at fer Landsstýrið at seta meiri ferð á íbúðarbygging, má landsstýrið eisini hava dirvi til at siga, hvørjar aðrar almennar verkætlanir skulu útsetast, tí virksemið er so stórt, at tað eigur
er áhugavert at bjóða út til privat at kappast um, verður boðið út. Og í hesum sambandi heldur hann, at tað er sjálvsagt, at arbeiðið at rudda kava um veturin, verður bjóðað út til privat at røkja. - Tað [...] av teirri sannføring, at alt virksemið sum kann tveitast ella einskiljast hjá landsverki, eigur at latin privatum at røkja. Men tað verður tað ikki, staðfestir hann. Hann sigur, at Landsverk útveitir onkrar [...] Tað er tí, at hon verður bíligari og effektivari, heldur Rasmus Rasmussen. Og hann ivast ikki í, at eisini í Føroyum kundu privatar fyritøkur átikið sær uppgávuna at rudda kava. - Eg dugi ikki at síggja,
sigur, at tað merkir ikki, at privat eru útihýst frá at seta pening í tunnilin. - Tað ber til at landið bjóðar privatum at seta ábyrgdarapening í tunnilin við einum ávísum avkasti, men uttan at privat [...] felag, sum hevur ræðið á tunlinum, vænti eg, at tað fer at leggja seg eftir at hava vinningin so stóran, sum gjørligt. Og tað er ikki vist, at tað er tað sama sum at hann kemur brúkarunum sum til góðar sum [...] Fólkaflokkinum, nú samgongan roynir at finna eina loysn á tunnilsmálinum. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum hevur staðfest, at arbeitt verður við øllum loysnum og at privata ætlanin tískil ikki