ávaring til allar mammur. Dótturin og ein vinkona stóðu i bussstopsstaðnum í Hoyv ík, tá ein maður steðgar teimum og biður tær koma uppí, og tá tær siga nei, blívur hann óður og koyrir avatað, men vendur oman [...] oman aftur ímóti teimum. Tíbetur kom bussurin akkurát tá, og tær lupu inn i bussin. Maðurin var ikki av føroyskum uppruna og hevði en svartan Mercedes bil. Løgreglan er kontaktað. Vaktleiðarin á politistøðini [...] ein einstakan tilburð, sigur vaktleiðarin. Løgreglan hevur tosað við mannin um tilburðin, sum fór fram á ólavsøku.
ein bilførari tikin rúsdrekkakoyring klokkan fýra í morgun. Og klokkan hálvgum fimm í morgun kom løgreglan fram á ein mann, sum stóð og pissaði á vegnum. Hann fekk bót fyri brot á skilhaldsreglarnar. [...] løgregluna hjálpa sær at vekja ein fullan mann, sum lá og svav í forhøllini á gistingarhúsinum. Tað vísti seg at vera talan um ein gest á hotellinum, og han var tí fingin inn á kamarið. Løgreglan fekk í gjár [...] var blóðroynd tikin, og so koyrir tað málið víðari í rættarskipanini. Seinnapartin í gjár fekk løgreglan boð um leysar gæs í Havn, sum aktingarmaðurin fekk boð um at taka sær av. Og í Klaksvík varð ein
hundrað ár aftur í tíð, og persónligum frásøgnum lýsir filmurin, hvussu lívið fram við landi myndar fólk og teirra virði og áskoðan á tilveruna. Úrslitið er ein skemtilig, stórfingin og ósentimental kærleiksváttan [...] strandbúgvar. Filmurin fylgir gerandisdegnum fram við norsku strondini, men nemur eisini við søguligar hendingar, sum til dømis byrjanina á norska oljuævintýrinum og endurbyggingina av Finnmørkini eftir seinna [...] Kleppe, Henrik Hylland Uhlving og Elin Sander. Undanfilmur: ##med2## Nú kemur filmurin til Føroya, har vit á nógvar mátar munnu kunna kenna okkum aftur í frásøgnunum og havsins leikluti, sum er avgerandi
Frá hósdegnum og fram til sunnumorgunin verður ársins Summarfestivalur. Skráin segði, at tað fríggjakvøldið verður landskappingardystur í Meistaradeildini hjá monnum millum KÍ og HB. Soleiðis verður tað [...] verður aftur í Føroyum fríggjadagin. So verður hvíld og fyrireiking til HB dystin í Klaksvík mánakvøldið, og so verður hvíld og fyrireiking til UEFA Europa League dystin á Tórsvølli annað hóskvøld. [...] orsøkin til, at dysturin millum KÍ og HB er fluttur til mánakvøldið 10. august. Nú hóskvøldið fer KÍ at spæla í UEFA Europa League á útivølli í Póllandi ímóti Lech Poznan, og annað hóskvøld fer KÍ á Tórsvølli
vísir, at tað framvegis er trupult at finna og eyðmerkja dronur. Hann sigur, at trygdin nú verður styrkt á fleiri strategiskum støðum, og at eftirlitið fram við bulgarsk-rumenska markinum verður økt. [...] við kríggið millum Russland og Ukraina. Vaksandi talið av slíkum hendingum hevur skapt ótryggleika millum Nato-londini og økt trýstið fyri at styrkja verjuna móti dronum og øðrum trygdarhóttanum. /Ritzau/ [...] hernaðarútgerð móti Bulgaria, sigur talsmaðurin. Dronan kom inn í bulgarskt loftrúm klokkan 8.10 lokala tíð og brast stutt frá markinum til Rumenia. Hvørki bulgarsku ella rumensku myndugleikarnir varnaðust dronuna
stevnuni, sum fer fram ymsastaðni í landinum hesa vikuna. Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, bjóðaði luttakarunum vælkomnum, og síðani helt Michael Boolsen, fúti, setanarrøðu og setti stevnuna. [...] at føroyska náttúran er karmur um hesa ítróttastevnu. Líknandi tiltøk vóru eisini í Føroyum í 2017 og í 2021. ##med2## ##med3## ##med4## ##med5## ##med6## ##med7## ##med8##
Haraldur kongur doyði fríggjamorgunin, og andlát hansara hevur sett eina røð av hátíðarhaldum og markeringum í gongd í Noregi. Her er eitt yvirlit yvir, hvat fer at henda, og hvussu norska samfelagið verður ávirkað [...] myndir av Haraldi kongi fram. Stjórnin og almennir ríkisligir stovnar skulu flagga á hálvari stong til eftir jarðarferðina. Arbeiðið hjá norsku stjórnini heldur í høvuðsheitum fram sum áður. Í Stórtinginum [...] heldur nógv í samfelagnum fram sum vanligt. Tað verður væntandi upp til lokalsamfeløg, fyritøkur og fyriskiparar at gera av, um ætlað tiltøk skulu avlýsast. ##med2## Keldur: NRK og norska stjórnin.
týdning at hava tætt samband og at kunna hjálpa hvørjum øðrum, tá ið á stendur", sigur Bárður á Steig Nielsen. Vørn og danska verjan halda fram at samskifta um støðuna og um møguligan tørv á samstarvi [...] Uttanríkis- og fiskimálaráðið skrivar, at Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, seinnapartin í gjár tosaði við danska verjumálaráðharran, Jeppe Bruus. Teir umrøddu [...] millum annað støðuna, nú bæði føroysku vaktarskipini, Brimil og Tjaldrið, liggja. Eitt danskt sjóverjuskip er í føroyskum sjógvi í løtuni og er tøkt at røkja uppgávurnar fyri Vørn. Tá ið Tjaldrið fekk
at bjarga. Løgreglan hevur kannað gerningsstaðið og leitað eftir slóðum. Leygardagin vóru blómur lagdar bæði nærindis staðnum, har drápið fór fram, og aðrastaðni í økinum. Á Himmelev Gymnasium er flaggið [...] flaggið í hálvari stong. Skúlin hevur boðað frá, at bæði næmingum og starvsfólkum verður boðin kreppuhjálp. Midt- og Vestsjællands Politi hevur handtikið ein annan 16 ára gamlan drong í málinum. Sambært løgregluni
til hátíðarløtuna og bar fram røðu. Hann fegnaðist um, at Bíbluskúlin Keldan gongur nýggjar leiðir og víðkar um virksemið, og um møguleikan hjá næmingum at læra meira um Bíbliuna og leggja eitt gott grundarlag [...] skúlaleiðari, greiddi frá skúlanum og undirvísingini, og næmingarnir fingu høvi at hitta lærararnar og hvønn annan. Eftir hátíðarløtuna var hugnaløta fyri næmingum, lærarum og øðrum. Búgvi vísti á, at hetta [...] dagur fyri øll, sum varða av skúlanum. Í fleiri enn fimm ár hevur verið arbeitt miðvíst fram ímóti hesum degi, og hann takkaði hjartaliga teimum 15 næmingunum, sum eru í aldrinum 20-70 ár, fyri at koma