humaniteru støðuna í Gazageiranum sum »ræðuliga«. – Tað, sum fer fram, er heilt einfalt ræðuligt. Fólk søgdu mær frá heilivági, sum varð steðgaður, og børnum, sum doyðu, meðan tey bíðaðu eftir lívsneyðugari útgerð [...] fyri at síggja burtur frá fakta og fyri at hava gjørt upptøkuna við einum politiskum áskoðaraskara í huga. Sambært ísraelska uttanríkisráðnum eru 22.500 tons av heilivági og aðrari medisinskari útgerð komin [...] annað motorolju og eykalutir gera tað trupult at halda sjúkrahúsum í Gaza gangandi. Kríggið byrjaði eftir Hamas-álopið á Ísrael 7. oktober 2023, tá fleiri enn 1.200 fólk vórðu dripin og umleið 250 tikin
Føroyar og Scrabster. Føroyar hava ein stóran útflutning av feskum fiskavørum umvegis Bretland til útheimin, og við at seta skip í sigling í millum Føroyar og Scrabster fáa vit eitt sera effektivt og álítandi [...] skjótan og tryggan flutning fyri bæði feskan fisk, og vørur sum skulu heim til Føroya. Símun Jacobsen, sølustjóri hjá Bakkafrost ”Hjá okkum er tað avgerandi, at feski laksurin kemur skjótt og trygt fram til [...] umvegis Suðuroynna til Scrabster. Sambandi ímillum Suðuroynna og Skotland var í nógv ár sera týðandi fyri vinnuliga virksemið í Suðuroynni, og við nýggju farleiðini fáa vinnufeløg í Suðuroynni aftur besta
vísir, at tað framvegis er trupult at finna og eyðmerkja dronur. Hann sigur, at trygdin nú verður styrkt á fleiri strategiskum støðum, og at eftirlitið fram við bulgarsk-rumenska markinum verður økt. [...] við kríggið millum Russland og Ukraina. Vaksandi talið av slíkum hendingum hevur skapt ótryggleika millum Nato-londini og økt trýstið fyri at styrkja verjuna móti dronum og øðrum trygdarhóttanum. /Ritzau/ [...] hernaðarútgerð móti Bulgaria, sigur talsmaðurin. Dronan kom inn í bulgarskt loftrúm klokkan 8.10 lokala tíð og brast stutt frá markinum til Rumenia. Hvørki bulgarsku ella rumensku myndugleikarnir varnaðust dronuna
Løgreglan ávarar um eina nýggja og sera álvarsama roynd at svika, sum serliga tykist vera vend móti eldri fólki. Persónurin, sum ringir, tosar danskt og gevur seg út fyri at vera løgreglumaður. Hann sigur [...] sigur seg hava innlit í kontur og peningaflytingar hjá viðkomandi. Fleiri av kontuupplýsingunum, sum hann nevnir, eru eftir øllum at døma rættar, og tí kann frágreiðingin ljóða álítandi. Svindlarin kann [...] eisini arv og milliónaupphæddir. Løgreglan leggur dent á, at fólk ongantíð skulu flyta pengar eftir boðum frá einum ókendum persóni í telefonini. Er minsti ivi, eigur samrøðan at verða slitin, og ringjast
trupulleikum, og hon heldur, at Pitt nú roynir at fáa fatur á skjølum, sum ikki eru viðkomandi fyri málið. Stríðið heldur fram Brad Pitt stevndi Angelina Jolie í 2022 eftir søluna av Miraval, og síðani hava [...] Pitt og Angelina Jolie hittust undir upptøkunum til filmin Mr. & Mrs. Smith í 2004. Tey giftust í 2014, men fóru hvør til sítt í 2016, og síðani hava tey verið í fleiri rættarmálum um bæði børnini og felags
persónur er handtikin, og sambært svenskum miðlum varð illgerðarmaðurin skotin í beinið av løgregluni. Tað veit Ritzau at siga, og tíðindastovan endurgevur svenskar miðlar. - Hendingin fór fram á Brinellskolan [...] um hendingina kom stutt eftir klokkan 14, lokala tíð í dag. Brinellskolan hevur umleið 450 næmingar, og fleiri aðrir skúlar í økinum eru stongdir fyribils orsakað av hendingini. Svenski løgmálaráðharrin [...] Gunnar Strömmer, sigur, at stjórnin hevur fingið upplýsingar um eina álvarsliga hending í Fagersta og er í tøttum sambandi við løgregluna. Forsætisráðharrin, Ulf Kristersson. sigur í eini skrivligari
quiz og dansur var í tjaldinum á keiini og har var nógv fólk komið saman. Í morgun var dyppað á Malarenda og eisini har vóru nógv fólk við. Bragdið skipaði fyri rennikapping fyri børn og vaksin og rennarar [...] føroyingum á ovastevnu. Veðrið er gott og Ternan hevur longu siglt fleiri enn 1000 stevnugestir til Nólsoyar og enn fleiri væntast í kvøld. Ternan siglir aftur og fram hvønn tíma allan dagin líka til sun [...] er avgjørt okkurt til øll, stór og smá, ung og eldri. Fyrireikararnir hava lagt dent á,at nærum alt undirhaldið á stevnuni er ókeypis. Stevnuskráin sæst á torshavn.fo og Facebook síðuni “ovastevna”. ##med2##
arbeiðsfundum og ráðstevnum. Yrkisleiðin hjá Beintu Dam byrjaði sum skrivstovulærlingur. Hon var avlærd á Tórshavnar skipasmiðju í 1981, men helt fram at arbeiða har í trý ár, til maðurin og hon fóru undir [...] handilsskúla á Tietgenskolen í 1987 og síðani HA á Copenhagen Business School í 1991. Beinta og familjan fluttu heimaftur í 1991, tá ið hon fór í starv á marknaðar- og organisatiónsdeildini í Føroya Banka [...] Beinta gjørdist landsgrannskoðari 1. januar í 2008, og starvið hevur hon røkt síðani. Tað er formansskapurin í Løgtinginum, ið tilnevnir landsgrannskoðaran, og virki hennara í tí starvinum er at standa fyri
Moldova, Serbia og Ukraina lótu vera við at greiða atkvøðu. Samtyktin er ikki bindandi og bannar ikki gamla Mercator-kortinum. Hon heitir kortini á stjórnir, skúlar, altjóða felagsskapir og aðrar stovnar [...] fløt heimsmynd kann tó varðveita bæði stødd, skap, frástøðu og ættir fullkomiliga. Uppskotið varð lagt fram av Togo vegna afrikanska bólkin í ST og hevði stuðul frá Afrikanska Samveldinum. ##med2## Á Equal [...] støddarlutfallið millum lond og heimspartar hevur týdning. Grønland verður nógv minni Mercator-kortið varð ment í 1569 sum eitt amboð til sjóferðslu. Tað varðveitir ættir og vinklar, men økir munandi um
Málskjútti var Villiam Emil Klein, sum varð skiftur inn fram ímóti endanum á fyrra hálvleiki. Síðani venjaraskiftið hevur FC Hoyvík vunnið tríggjar dystir og tapt tveir dystir. Nú er FC Hoyvík á áttanda plássi [...] plássi við 19 stigum. Tað eru tvey stig aftur til HB, og tað eru 12 stig aftur til EB/Streym. Um eina viku fer FC Hoyvík at spæla ímóti B71, sum er topplið og stórur favorittur at vinna uppflyting. Fyri FC Suðuroy [...] árinum. FC Suðuroy er á triðja plássi við 35 stigum, og tað eru átta stig aftur til ÍF, sum er nummar fýra. Í dag spældi FC Suðuroy seg til fleiri støður og fleiri hornaspørk, uttan at tað eydnaðist at fáa