veksur alsamt, og at tað tískil er neyðugt við betri skipaðum og frægari fyrireikaðum tilgongdum, m.a. tá ið viðvíkur at tillaga, hoyra viðkomandi partar og avleiðingagreina rættindi í lóg og skipanum. Vinaliga [...] rættindum, og at forða fyri afturstigum, t.d. av búskaparligum orsøkum. Harav er krav um at gera kanningar og greiningar, áðrenn tiltøk verða skipað, og sambært grein 4, stykki 3, skulu feløg og viðkomandi [...] Brekumboðið um, at Almannaverkið og/ella landsstýrið hava við støði í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 sett í gongd ætlanir um at flyta umlættingina frá Frítíðarheiminum í Havn til Sandoy, og bú- og umlættin
Tað hendur ein rúgva inni í Dal fyri tíðina. B71 kunngerð leikarar í heilum, og legst ein afturat. Hesa ferðina er tað Lucas Ørneborg. Danin kom til B71 í summar og skeyt sjey mál í tíggju dystum. Nú vóna [...] vóna tey á Sandoynni, at góða gongdin fer at halda á, tí Lucas spælir aftur við B71 í 2026. Tað skrivar B71 á facebook síðu sínari.
B71 frøast tey um, at tað ber til hjá teimum at fáa ungar evnaríkar leikarar at velja Sandoynna og B71. So gleða tey seg at síggja, hvussu Mikkel fer at passa inn í vaksandi hópin, og ikki minst tann vaksandi
ætlanin at spunsla ímillum pier’arnar og at byggja kaj ímillum hesar. Ein av orsøkunum til hetta er, at orkufelagið MAGN fer at víðka um oljugoymslu teirra á staðnum. Mett verður, at hetta fer at økja munandi [...] seinastu tíðina hava karmar og umstøður als ikki verið nøktandi. El-talvan er ikki dagførd, og tað er somikið trupult fyri bátarnar at binda í, at teir aftra seg við hesum. - Hetta hevur í longri tíð elvt [...] Tískil havi eg sum nevndarforkvinna valt at raðfesta hetta fremst, og tað hevur eydnast mær at fáa hetta samtykt í tí fyrstu fíggjarætlanini, sum eg havi verið við til at mynda sum býráðslimur í Klaksvíkar býráð
sett í starv, skulu vera sinnað til at samstarva við hini starvsfólkini í heilsuøkinum og við starvsfólk í heilsuverkinum sum heild. Tey skulu saman við viðkomandi pørtum vera við til at menna heilsufakligar [...] igar tænastur og heilsuøkið sum heild. Læknar kunnu skipa seg soleiðis, at teir kunnu samstarva um viðtaluhøli og viðtalustarvsfólk. Felagsviðtalur og niðursett tíð Møguleiki er fyri, at fleiri læknar [...] samstarva um at røkja eina viðtalu í felag. Samstarva fleiri læknar um at røkja eina viðtalu, ber til at hava lægri arbeiðstrýst/arbeiðsbyrðu, og læknarnir kunnu sjálvir skipa arbeiðið sínámillum og harvið arbeiða
var eg greið yvir, at eg ikki hevði avrikað soleiðis, sum eg hevði ætlað og tað varð roknað við. Verjan var sum bergið, og tað var fín kensla at hava gott tak á strikuspælarunum og øllum hinum, sigur Rakul [...] frítt, at føroysku spælararnir vóru vónbrotnir, tá ið tær fóru at hvíla seg, tí heldur enn at vera aftanfyri við einum máli, so bar kiks í útspælinum við sær, at málmunurin var trý mál. Í fyrra hálvleiki [...] eyðmýktar. -Nú hava vit eitt gott kvøld, og í morgin fara vit undir fyrireikingarnar til dystin ímóti Paraguay. Tað er týdningarmikið, at vit vinna tann dystin, tá annars er vandi fyri, at vit ikki sleppa víðari
risastórt og inniheldur nógvar ymiskar ítróttagreinar. Uppsetanin er flott og nógv størri enn tað, vit kenna frá HM og EM. Fokus og uppmerksemi er eisini nakað heilt annað — naka sum er sera stuttligt at uppliva [...] av rógvaranum. Kappingin er munandi fjølbroyttari og harðari enn tað, ið vit kenna frá vanligum inniróðri — og krevur bæði eksplosivitet, úthaldni og taktiska tilgongd. Kappingin er býtt í fimm ymisk heat: [...] fyrsti íðkari í kappingini, og klár at leggja støðið fyri dagarnar, ið koma. Ferðin hjá Vár byrjaði mikudagin, tá hon setti seg í flogfar hjá Atlantic Airways. Eitt lítið samdøgur, og trý flogfør seinri, lendi
Umframt at túratalið verður økt, verður eisini beinleiðis samband millum leið 401 og leið 300, ið koyrir millum Tórshavn og flogvøllin/Sørvág. Hetta fer at gera tað enn lættari at sleppa til og frá flogvøllinum [...] - Nú verður tað enn lættari at ferðast við bygdaleiðum millum Klaksvík og Tórshavn – og til og frá flogvøllinum. Tað siga tey á Strandfaraskipum Landsins í tíðindaskrivi seinnapartin. - Frá mánadegnum [...] flogvøllinum við bussi - til og úr Klaksvík. - Dagførda ferðaætlanin fyri leið 401 er fyribils galdandi fram til 1. mai 2026, og meira um hetta kann lesast á www.ssl.fo
miðal strævin, og vit heita á fólk um at vera ílatin eftir umstøðum – við góðum gangiskóm ella stilvum, húgvu og handskum. Lagt verður aftrat, at túrurin er umleið 8,3 kilometrar langur og tekur umleið tríggjar [...] fyri einum spennandi og forvitnisligum gongutúri frá vindmyllulundini í Porkerishaganum. - Vit møtast við niðankoyringina til vindmyllulundina og ganga ella koyra eftir vegnum, sum fer niðan til vindmyllurnar [...] vindmyllurnar. Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í dag. - Túrurin fer framvið vøkrum og sermerktum náttúruperlum sum Vágfelli, Vágsskarð, Hvannafelli og oman á Hálsin. Frá Hálsinum verður gingið oman til Vág, har
farleiðini út á Argjaboða, men gott í tykkum, hugsið um handan søguliga, forkunnuga partin av Argja bygd! Møguliga áttu vit partvíst at endurskapað søguliga umhvørvið við Mataránna og minnisvarðan!? E.S.: Argja [...] niðri í støðni, og eitt hús beint oman fyri vegin við minnisvarðan (Argjavegur 9). Grevsturin (kirkjugarðurin) er beint oman fyri minnisvarðan. Húsini (Argjavegur 9) eru vorðin sera snøgg, og skulu tey sum [...] fyri tey stendur eitt úthús (hoyggjhús), beint niðan fyri vegin. Tað húsið er ikki serliga gamalt ella forkunnugt, men helst stendur tað á sjálvari fjósgrundini, sum var partur av spitalskuhospitalinum