kallaður í Leith, var deyður í 1895. Catrina er helst komin til Føroyar saman við dótrini men hevur í hvussu er verið í Føroyum í 1906. Í 1907 doyr hon 67 ára gomul og verður jarðað 1. september í gamla [...] kemur aftur til Ongland í desember 1903 hittir hann Morel, og teir kasta saman í stríðnum móti Leopold kongi í Congo. Tað eru almennir mótmælisfundir í London um viðurskiftini í Congo og tað verður skipað [...] at Morel hevði sín fyrsta fund í Bretlandi um skilið í Congo tann 23. mars 1904, meðan Daniel hevði sín fyrsta fund í Bretlandi longu 7. og 8. november 1903 í Aud Hall í Edinburgh, har hann talaði fyri
450 síður “King Leopolds Rule in Africa” kom út í 1904. Í 1906 kom bókin Red Rubber um gummiterrorin í Congo. Hon er týdd til norskt, og er júst komin út í 2. útgávu. Á norskum eitur hon Kongelig Slavelejr [...] seinastu tíðina havt eina røð av fyrilestrum í Edinburgh um evnið “vanstýrið í Congo”. Á einum fundi vóru 3.000 fólk sum lurtaðu eftir honum í Synod Hall í Edinburgh. Harra Danielson fordømdi harðliga [...] fólkasløgunum í økinum. Hetta er ein frístatur av navni, men veruliga er hetta ein trælastatur. Harra Danielson segði, at hann var júst komin heim úr Congo. Hann hevur í tvey ár búð inni í landinum í einum av