veljarum sínum eina ábending um, at tíðin nú er komin til at taka fullveldisarbeiðið uppaftur, og at tíðin eisini er komin, at hann tekur uppgávuna upp á seg aftur at leiða Fólkaflokkin fram ímóti sínum [...] støðu, at øll gráta um neyð og elendigheit, júka um at einki ber til og um at veita stuðul til vinnuna fyri at hon skal yvirliva o.s.fr. Tað sýnist sum um ein partur av Føroya fólki er í ferð við at seta [...] morgin. Men eg vóni, at vit kunnu semjast um, at sjálvbjargni er eitt høvuðsmál, og at tað eigur at røkkast saman við teimum politikarum, sum eru virknir nú. Eg vil hervið nýta høvi at takka føroyska veljaranum
góðtaki ikki, at eg bar meg skeivt at. Lætt at vera eftirsnarur Ólavur Hovsgarð heldur annars, at tað er so vælsignað lætt at vera eftirsnarur. ? Skipaeftirlitið hevur havt 10 mánaðir um at koma til eina [...] eina vandastøðu, er, at royna at koma sær burturúr henni aftur, fyri at fáa yvirlit yvir støðuna. Annars fýlist skiparin á, at Skipaeftirlitið hevur brúkt simulatorkanningina fyri at lýsa støðuna. ? Sim [...] vísa bara, hvussu tað er at koma inn í hylin. Og tað er púra rætt, at tað ber væl til at koma inn í hylin. ? Tað ger tað í øllum veðri. ? Men teir tykjast at hava gloymt, at tá ið skipið er komið inn
ætlar javnaðarflokkurin ikki at fella í. ? Vit ætla okkum á vøllin og at gera, hvat vit kunnu fyri at fáa ávirkan. Formaður floksins sigur, at tað ætlar flokkurin at gera við at seta politisku dagsskránna [...] til sítt at umhugsa tey ymsu málini og so er ætlanin at hittast aftur seinni at stinga ítøkiligar ætlanir út í kortið. ? Eg haldi, at tað hevur stóran týdning fyri okkum sum andstøðuflokk at vit eru árvakin [...] Ivaleyst at tríva í Og Jóannes Eidesgaard heldur, at tað er ivaleyst at tríva í. ?Fiskivinnupolitikkurin er eitt málsøki, sum hevur stóran týdningi. Har er ein trupulleiki at tað ber til at leggja smábátar
Løgmanni um at umskipa ALS, so at skipanin kemur undir Fíggjarmálastýrið. Løgmaður hevur fingið at vita frá landsgrannskoðaranum, at av tí at ALS er ein skyldbundin skipan, er gjaldið í skipanina at meta sum [...] sleppa ikki at røra Arbeiðsloysisskipanina. Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at Landsstýrið sleppur undir ongum umstøðum at gera álvara av sínum ætlanum um at taka valdið á [...] dag og vit fara undir ongum umstøðum at góðtaka, at Føroya Landsstýri fer at ognartaka ALS, sigur Ingeborg Vinther. Tað vóru fakfeløgini púra samd um. Hon sigur, at tá ið kreppan leikaði upp á tað harðasta
fiskidagar, at tað er ómetaliga løgið, at Havstovan ikki leigar eitt skip at gera royndir saman við Magnus Heinason. Hann heldur, at tað nú er staðfest, at Magnus heinason onki fiskar, so vandin at lata onkran [...] Tingmaðurin finst at, at Havstovan ikki er meira opin fyri at gera aðrar royndir, so eitt betri grundarlag fæst at taka støðu útfrá. Kári P. Højgaard heldur eisini, at tað er merkiligt, at meira ikki verður [...] ber at fáa at vita, hvussu veruliga støðan er á Bankanum. Tignmaðurin heldur, at havtaska á Bankanum etir toskayngul og at tann stovnurin er vorðin ov stórur. Tí eiga royndarloyvir at verða givin at fiska
Argja Bóltfelag er í stórum vanda fyri at missa loyvið at spæla í Vodafondeildini. Fyri at fáa loyvi at spæla í Vodafondeldini, skulu feløg kunna vísa FSF á, at tey hava eina positiva eginogn. Hesa treyt [...] gjár. Felagið sigur eisini, at tað er sera tórført at reka felagið, uttan at hava fasta ogn at seta í veð. Og á Býráðsfundi seinnapartin hósdagin, samtykti Býráðið einmælt at selja teimum húsið fyri 230 [...] treyt lýkur Argja Bóltfelag ikki og fyri at sleppa undan at verða útihýst í Vodafondeildini, hevur felagið tískil søkt Tórshavnar Býráð um at sleppa at keypa AB-Húsið við fótbóltsvøllin á Argjum, skrivar
parkeringsmøguleikarnar í Havn, eiga tey at steðga við at geva bøtur. Summi av teimum førdu fram, at tey búðu, ella arbeiða soleiðis fyri, at tað var at kalla ómøguligt at sleppa av við bilin nær í námind av [...] vís í, at tað er nøkur loysn, tí tey halda, at so er vandi fyri, at so verða øll parkeringsplássini tikin til langtíðarparkering, so at ongin annar sleppur framat teimum, enn tey, sum eru fyrst at seta bilin [...] Skipanin við at geva fólki bót fyri at parkera ólógliga í Havn, eigur at verða sett úr gildi fyribils. Tað hildu fólk á borgarafundi í Havn um parkeringsviðurskiftini. Tey halda, at til býráðið hevur bøtt
til, so óneyðugt var at broyta ferðaætlanina. Nevndin royndi tó at vísa á, at um tað skuldi komið hartil, at neyðugt var at broyta ferðaætlanina, so bar til at gera hetta uttan at minka túratalið. Les [...] frá, at í ringasta føri, um pengar ikki funnust, var neyðugt at taka onkran túr burtur sunnudag. Teistanevndin skrivar í úttalilsinum, at hon fataði hetta sum at SSL í fyrstu atløgu fór at royna at skaffa [...] uttan at skula skerja tænastuna. Nenvdin skrivar eisini, at hon tekur á seg ábyrgd fyri, kunningin frá umrødda fundi til kommunurnar í oynni ikki hevur verið nøktandi, og at tað tí er sannlíkt, at borg
skulu hava til at ferðast í haganum. Hann vísir á, at kapitalurin hevur tað við at miðsavnast, og tað fer eisini at henda í hesum føri. Tí er tað so skjótt, at nakrar fáar familjur kunnu koma at ráða yvir stórum [...] arbeiðsbólki, at tá ið jørðin verður seld, skal eingin kunna leggja so nógv innundir seg, at tey koma at eiga meiri enn tvey prosent av allari jørðini í part. - Tað merkir, at tað kann henda, at tað verða [...] 50 fólk, sum koma at eiga allar Føroyar, heldur Bill Justinussen. Hann sigur, at hendir tað, fara tað at vera so sterk áhugamál í jørðini, at tað verða jarðardróttirnir, sum fara at avgera, hvør politikkur
um, at tað er so dýrt at sleppa at spæla tónleik í teirra sendingunum. Aftur her hoyra vit sama grenjið um, at vit eru so fá og smá í Føroyum, at vit eiga at hava serreglur og eiga at sleppa frá at gjalda [...] tónasmiðum og rithøvundum! At uppfordra myndugleikarnar at gera eina føroyska lóggávu, sum forðar fyri at goldið verður til rættindahavarnar, er tað reina piratvirksemi. Hevur man ikki ráð at gjalda tað, sum tað [...] onki at senda, sum Iktus jú eisini skjýtur upp. Ella at spæla gamlan tónleik – ikki 50 ár gamlan tónleik, sum tað stendur í greinini, men 70 ár eftir at lagsmiðurin er deyður er tónleikurin fríur at nýta