greið. Stovnurin sigur, at nógv djórasløg eru ikki før fyri at laga seg til tær broyttu umstøðurnar, og at tað fer at fáa stórar avleiðingar fyri vistfrøðina. Orsøkin er í stuttum, at hitin á Jørðini veksur [...] Jager kunnu broytingarnar elva til, at heimshøvini fara at hækka fleiri metrar, og at umstøðurnar hjá fólki at lívbjarga sær fara at broytast nógv. Sjón fyri søgn Ein annar viðurkendur veðurlagsstovnur er [...] hvat fer at henda í komandi árum. Eitt nú væntar hann, at vit skulu venja okkum við, at tað fer at grógva fyrr á árinum, enn vit eru von við. Nógvastaðni verður tað turrari enn nú, og tað fer at elva til
greitt, at hetta gongur ikki. Hon dugir at síggja, at nú er skriðan lopin og at vit eru farin út eftir eini glíðibreyt, sum kann koma at raka okkum hart. - Anfinn Kallsberg hevur ongantíð dult at hann vil [...] nú, men at tað skuldi bíða eftir heildarloysnini, sum samgongan arbeiðir við. - Hetta var okkara sjónarmið, tí vit vistu, at suðuroyartingmenn og aðrir, fóru ikki at góðtaka hetta, uttan at teir eisini [...] onnur høvdu gjørt og at siga, at vit vóru hvørki til at høgga ella stinga í, er ósatt, tí hann kendi í hvussu so er mína støðu. Skuldi sligið nevan í borðið Lisbeth Petersen sigur, at Løgmaður skuldi heldur
seming er tað ætlanin at taka verkfalsrættin frá fakfeløgunum við at geva semingsmanninum óavmarkaðan rætt til at útseta verkfall. Samstundis er ætlanin at gera tað at kalla ógjørligt at fella semingsuppskot [...] sannførd um, at tað er hendan leiðin, sum tey føroysku fakfeløgini eisini noyðast at ganga. Men hon leggur tó dent á, at tað kann kortini ikki koma upp á tal at stuðla flokkum fíggjarliga Hon sigur, at tað er [...] áður. Tí heldur hon, at tíðin nú er komin hartil, at fakfeløgini eiga at taka ein nógv meiri virknan lut í politikki. Ingeborg Vinther heldur kortini ikki, at fakfeløgini skulu fara at stuðla einstøkum politiskum
hann vóna, at hetta fór at verða gjørt í farna árinum, so talan ikki gjørdist um jólatrøll. Hann fekk tá at vita, at gongd var á málinum, men at teir ikki kundu lova honum, at hetta fór at verða avgreitt [...] Í dag er tað sjón fyri søgn, at talan gjørdist um eitt jólatrøll, sjálvur heldur Tummas Hanus, at tað er við at vera skomm, at málið hevur verið so leingi í nevnd, uttan at nakað ítøkjuligt er hent. Hann [...] afturat, at hóast tað kann tykjast, at alt ov long tíð er liðin, so metir hann tað hava størri týdning at nýta langa tíð til at finna eina loysn, sum allir partar kunnu góðtaka, heldur enn at skunda sær
oktober í fjør, at tað fór at verða neyðugt at siga 40-50 fólkum upp á Landssjúkrahúsinum, uttan at hann visti, hvussu stór játtanin til Landsjúkrahúsið fór at vera. Og nú boðaði hann aftur frá, at neyðugt fór [...] var at seta í verk. Tað vil siga, at Almanna og heilsumálastýrið góðtók, at tað var neyðugt at spara tríggjar milliónir í lønum í ár fyri at játtanin kundi halda. Eitt nú fekk sjúkrahúsleiðarin at vita [...] sigur Helena Dam á Neystabø, at arbeiðslagið hjá honum hesar seinastu dagarnar hevur víst, at hann ikki megnar at stýra og at leiða Landssjúkrahúsið á ein nøktandi hátt og at hann ikki vísir tann neyðuga
Jógvan Skorheim. Hann heldur, at ístaðin fyri at byggja ein nýggjan miðnámsskúla eiga vit heldur at leggja dent á útbúgvingar á hægri støði. - Tað er eingin ivi um, at vit eiga at geva Fróðskaparsetrinum betri [...] staðin fyri at byggja Skúladepilin, mælir hann heldur til at seta 100-200 milliónir av til at gera ábøtur á teir miðnámsskúlar, sum eru og restin av pengunum og restin eigur at verða brúkt til at byggja F [...] eisini greitt, at grundarlagið undir Skúladeplinum í Marknagili er farið at ridla av álvara. - Ístaðin fyri at byggja Skúladepilin í Marknagili, eiga vit heldur brúka pengarnar uppá at bøta um umstøðurnar
hesum sambandi hava borgarstjórar víst á, at ein háttur at loysa bústaðartrupulleikan er at loyva kommunum at byggja íbúðir at leiga út og tað heimildina eiga tær at fáa, heldur hon. [...] Koma vit í ta støðu, at fólk ikki sleppa at flyta til Føroya, tí at tey fáa einki at búgva í, er tað ein vanlukka fyri landið. Og eg haldi, at vit eru á markinum nú. Tað sigur Sonja Jógvansdóttir, utt [...] Mánadagin fer hon tískil at leggja uppskot fyri Løgtingið við tí endamálið at seta ferða í íbúðarbygging í Føroyum. Endamálið við uppskotinum er at geva kommunum heimild at byggja leigubústaðir, antin
treytin, at tey kunnu vísa á, at tey fara at flyta til Havnar. Hon heldur eisini, at tað fer at gera, at tað ber til at gagnnýta stovnsplássini betri. Annfinn Brekkstein, býráðslimur sigur, at tað er púra [...] størv skulu sparast burtur í, tí tað ber ikki til at brúka pening upp á at skilbøta raksturin, uttan at taka hinar avleiðingarnar eisini, nevniliga at gera tær neyðugu sparingarnar, tí annars bara dýrkar [...] verða nógv lættari frá familjum í Havn við smábørnum at fáa ansingarpláss til børnini. Tórshavnar býráð hevur samtykt at talgilda bíðilistan til at fáa børn í dagstovn. Sostatt kunnu foreldur sjálvi bíleggja
Løgtingi og tað er at fáa Løgtingið at tryggja, at siglingin hjá Strandferðsluni ikki verður rakt, skuldi tað hent, at verkfall verður. Samráðingar eru beint nú, men ongin ivi er um, at vandi er fyri verkfalli [...] ð kravt, at í summum førum skal lønin enntá lækka. Tí vil hann nú hava Løgtingið at samtykkja, at landsstýrið skal kanna og leggja fyri Løgtingið frágreiðing um, hvussu til ber at tryggja, at sjóðvegis [...] merkis, at verkfall er. - Hetta uppskotið er ein roynd at verja fólkið, ið býr í hesum parti av Føroyum, somuleiðis at verja arbeiðspláss. Hann sigur, at hvat lønir viðvíkur, er væl saktans eitt at gera,
ni er tað rættiliga sannlíkt, at yvirgangsmenn, sum hava tilknýti til al-Qaeda, fara at royna at søkja at olympisku leikunum, og at teir helst fara at leggja seg eftir at fáa sum mest burtur úr atsóknini [...] ella fleiri atsóknir at leikunum í Athen. Hon vísir á, at demokratiið hevur sín uppruna í Grikkalandi, og at yvirgangsmenn tí ivaleyst halda tað hava ein serligan týdning at søkja at har. Í øðrum lagi fara [...] leggja seg eftir at søkja at, sigur Carol Migdalowitz. Freistin Amerikanska kongressfrágreiðingin nevnir eisini eitt annað, sum kann vera ein fráboðan um, at al-Qaeda ætlar at søkja at olympisku summarleikunum