tað Annlis, sum burturav hevur tikið sær av Grugg, tí at Johannus í sambandi við sína læraraútbúgving hevur verið í starvsvenjing í India í januar og februar mánaða. Hetta førdi við sær, at tað var Annlis [...] hon fingið eitt gott innlit í tað, sum fer fram í føroyska tónleikaheiminum. Tá ið tað so nærkaðist Prix Føroyar finaluni, var Annlis spurd, um hon hevði áhuga í at vera vertur í sendingini frá finaluni, [...] rammur, og tískil kann sigast, at innihaldið í sendingini er eitt sindur gruggut. Fyrstu tíðina, tá Grugg var í luftini, var tað soleiðis, at Annlis og Johannus í felag gjørdu hvørja einkulta sending. Seinni
er blivin veruleiki. ? Í eini 10 ár havi eg droymt um at fáa ein slíkan bát til Føroyar, sigur hann. Í gjáramorgunin segði hann við Sosialin, at ætlanin var at fara til fiskiskap í gjárkvøldið. Enn vóru [...] ikki teimum, sum eru settar í verk fyri línubátar annars. West Freezer er endaður í línubólkinum, tí fyri at fáa innflutingsloyvi, hava teir keypt tríggjar bátar. Og umsitingin í Tinganesi tulkar lógina soleiðis [...] føroyingum og tí sær hann nakað stórt í hesum. ? Fiskurin, sum hetta slagið av línubátum fáa, er kendur fyri at vera fyrstafloks í Noregi, og teir norsku bátarnir fáa upp í 25-27 krónur fyri kilo fyri tann
minst av seksuellum slagi. Í endanum á kapitlinum situr Svein burturi í dreymi: »Hann er á sólfyltu Riviera-strondum og hevur tjúkku hondina í klovinum á franskari moyggj, og í dreyminum tekur hann hondina [...] Losa hitta vit í næsta kapitlinum. Vit eru stødd í Kvívík. Bygdin og landslagið har er longu lýst í einum inngangi, sum er ein forn-frøðilig grein eftir Sverra Dahl. Har fæst m.a. at vita, at í 1751 var Kvívík [...] silvurfati), ið koma koyrandi um Gøtueiði ávegis úr Klaksvík. Á Skálafjørðinum liggja veitingarbátar, klárir at fara út á boripallar, og hetta setir ymiskt í gongd í heysinum á teimum báðum Sveini og Havuri. Teir
og røðum, hildnar á fólkafundum og aðrastaðni í 1899- 1926. Tað er gamli lærarin í Klaksvík, Tummas Lenvig trímenningur Emil, sum hevur savnað saman. Í bókini eru nakrar og áttati greinar og røður frá [...] hann givið einar 8-10 bøkur út um árið í miðal, tilsamans einar 300 bøkur. ?Tá ið eg fór at geva bøkur út vóru at kalla ongar føroyskar bøkur í einum vanligum heimi. Í dag munnu tað vera fáa staðni, har ikki [...] almenna kjakið í Føroyum fyrstu árini í hesi øldini. Tað eru eisini greinar og røður, har ið menn hava lagt tankar fram um vinnuliga og handilsliga menning her á landi. Áhugavert er tað, at fyrst í hesi øldini
heilt stórt í Klaksvík, og tá teir skuldu spæla móti GÍ á heimavølli mannaðu teir liðið í minuttunum upp undir dystarbyrjan. Men einki er at ivast í, at tað er breið semja um ? og eisini í HB ? at tað [...] og 75 minuttir. Í fyrsta førinum misti ÍF í uppspælinum, verjuparturin var tunnur, og Bárður Nielsen fór sjálvur, í næsta førinum fór Bergur Winther sjálvur, og so var tað, at Mikael í Lágabø slóg til [...] bólturin tók í ein toftamann, málverjin var snýttur, og á dómaraseðlinum er málið skrásett sum sjálvmál. Sigfríður Clementsen var komin inn í B36 álopið, tá 62 minuttir vóru farnir, og í síðsta minuttinum
bloyta sær ilskógv, leggja ráð saman, og hava stutta leið inn í tey “demokratisku” maskinrúmini í Tinganesi og í Løgtinginum. Gaman í, er tað í lagi, at omanfyrinevndu fáa góðar vinnumøguleikar. Men mørk [...] hvat býr í restini av lógini. Fyri rættleikans sakir skal nevnast, at á seinasta fundinum í Klaksvík, komu tríggjar aðrar greinar eisini við í framløguna. Sum dagur og nátt Eldamálsorðingin í uppskotinum [...] ferðavinnu í haga. Men sjálvur lógarteksturin er ikki rættiliga komin í ljós. Av teimum átjan greinunum í lógaruppskotinum, hevur einans fyrsta greinin hissini verið kasta fram á løriftið. Í fyrstu greinini
lesa lestur í skúlanum. Men skjótt fór hann at prædika sjálvur. Røringur kom í, fólk vórðu umvend, og tá ið Victor ikki slapp at nýta skúlan longur, fór hann at halda møti í dansistovuni. Í mai í 1915 meldaði [...] útbreidda bók um allan heim. Danmark fekk sína Bíbliu longu í 1550, Svøríki í 1541 og Ísland í 1584. Men eftir trúbótina um miðja 16. øld bleiv kirkjumálið í Føroyum danskt, og føroyingar komu sostatt bert at brúka [...] Ein fastir hansara, Lina, kom í húsið at vera, og hon varð sostatt Victori í móður stað. Victor fór til Havnar á læraraskúla í 1911 seytjan ára gamal og fekk prógv haðani í 1914. Á læraraskúlanum hevði
skuldu fara avstað aftur til Føroyar. Hon hevði latið í seg í einar vanligar svartar buksur, men tíverri høvdu tær tveir ringar í, sum ikki gingu í gjøgnum trygdartólið. So hon varð tikin til síðis at kannast [...] kokkarnir í USA, har tey høvdu verið og etið, mundu hava fingið kompleksir av gentunum, tí tær eru so kræsnar. Trygdin Øll vita, at síðani 11. september í 2001 eru trygdarkrøvini sera hørð í Amerika. Og [...] . Men tað eru Hans Erik, Erna og Gudny. Tey hava júst verið í USA, har Hans Erik saman við øðrum tyrluskiparum hjá Atlantsflogi hava vant í simulatori. Og genturnar sluppu tá eisini at royna seg. Upplivilsi
sat dygst undir samankomingini í handara síðunetinum. Enn eina ferð hevði Kurt kongur í Klaksvík vunnið HB neisir, og hugsanirnar fóru eitt nú aftur til dystin í Gundadali í 1999, tá Kurt á veg til Noregs [...] Kong Kurt kallaðu teir í Sogndal Kurt Mørkøre, tá hann fyri tveimum árum síðani skoraði eina rúgvu av málum, sum í síðsta enda høvdu við sær, at liðið flutti upp í bestu deildina. Klaksvíkingar hava tikið [...] fyrrenn eftir dupultútskiftingina miðskeiðis í 2. hálvleiki. Tá kom Kurt Mørkøre inn í álopið fyri stóra Bjarne Vattelstad, sum hevði havt stórar trupulleikar í royndini at sannføra um, at hann er natúrligur
óvæntaða úrslitið í kappingini, síðani EB/Streymur í 2. umfari vann á B36, um tað ikki fer at eydnast B36 í annaðkvøld í Gundadali at leggja trý stig millum seg og NSÍ. HB verður favorittur í Miðvági, og tað [...] vinna. Einki er at ivast í, at HB spælararnir fara at prenta veruleikan, sum gekk fyri seg í Miðvági sunnudagin, inn í seg sjálvar, áðrenn teir í morgin fara undir Vestmannasund. Í fyrsta umfarinum eftir [...] kappingarárinum vísir støðutalvan, at kappingin er flokkað í tríggjar partar. Trý lið eru í toppinum, trý í botninum, og so eru hini fýra so at siga í einum bólki fyri seg. Toppurin Mest sannførandi av teimum