til at lata skurðdeildirnar í Klaksvík og í Suðuroynni aftur. Orsøkin nú er, at vit hava ikki ráð at hava dupultfunktiónir, sum tað so fínt verður sagt. Og so sigur ein lækni í gjár, at infrastruktururin [...] andstøðan í hesum máli við hjálp frá atfinningarsomum fólkafloksfólkum kunnu forða hesi ætlan. Tey smáu sjúkrahúsini Og so hendi tað enn einaferð. Hógvarnir á sjúkrahússentralistunum hava nú í longri tíð [...] bili við miðalferð koyra vestureftir úr Keypmannahavn í einar tríggjar til fýra tímar. Skulu vit tosa skilatos, so má tað vera meira perspektiv í, at vit gera brúk av teimum møguleikum, sum smáu sjúkrahúsini
alment í brúk og skal til at bjóða seg fram at taka ímóti fremmandum ferðafólki alt árið. Johannes Jensen telist millum teirra, sum halda, at tað er ikki nóg mikið útbyggja flogvøllin í Vágum, tí tað í sær [...] kappingarført, eisini úteftir. Og í framtíðini. At fáa fiskin út á altjóða marknaðin og at fáa okkum vørur, ferðafólk oa. til Føroya nógv skjótari og lættari enn í dag, har tað í veruleikanum bara er samband [...] liggur í kortunum. Flogvøllurin í Vágum fer ongantíð at nøkta framtiðar tørvin, um hann so verður 1800 ella 2000 metrar. Tað er og verður neyðugt at hava ein alternativan flogvøll, so tú kanst lenda í ymiskum
nær við og næstan. Í Skála leguni fegnaðust teir tó um, at avrikið hevði verið væl betri, enn tað var í landskappingardystinum í Klaksvík. Tað ætlaðu teir at taka við til avbjóðingina í landskappingini nú [...] einki at undrast á, at hetta liðið er í tunga endanum. Heldur er tað at undrast á, at umleið teir somu spælararnir inntil síðsta bríksl í landskappingini í fjør vóru við í NM stríðnum. Gamaní vóru teir skjótari [...] David Hansen sendi í tvørtræið. Hin møguleikin hjá teimum var, tá ið Stefan Bärlin beinanvegin, eftir at hann var skiftur inn, úr eitt sindur spískum í høgru sendi bóltin skeivu megin í síðunetið. Botnstøðið
síggja flísini í annara eygum, men ikki bjálkan í okkara egnu, er farin at hóska til føroyingar, tí vit eru ov erkvisnir í útlendingamálum. Hvussu nógvir føroyingar fóru ikki burtur í lond í 90-unum og vórðu [...] ferðast og arbeiða í londunum hjá hvørjum øðrum. Aðrir útlendingar mugu hava innferðarloyvi og arbeiðs- og uppihaldaloyvi fyri í heila tikið at vera í Føroyum. Á ymsan hátt eru vit í føroyingar nær tengd [...] Tey klára seg og síni, uttan at tey síggjast nevnivert í samfelagnum. Tá ið foreldur í Vestmanna avlevera síni børn á dagstovn í Miðalsbrekku í Vestmanna, møta tey eini myrkari fittari Australskari kvinnu
nnur fóru á flog Kvinnulandsliðið í hondbólti stóð seg sera væl í eini altjóða kapping í Italia. Tað eydnaðist føroyska liðnum púra óvæntað at spæla seg í finaluna í kappingini, har liðið tapti fyri italsku [...] krúnprinsapar. Fríðrikur og Mary vórðu gift í Vor Frue Kirke í Keypmannahavn. Ein stórhending, sum fekk úti við 250.000 fólk út á gøturnar í Danmark. Eisini í Føroyum fylgdu flestu fólk við, tá parið undir [...] Tarasoc sakk í 1982 á Flemish Cap. Føroyska Sigurfarið var bjargingin hjá teimum fimm, og 22 ár eftir hendingar vitjaðu tveir av teimum bjargaðu sjómonnunum í Føroyum. Skiparin á Sigurfarinum í 1982, Mikkjal
margarin á breyðið og smelt og garnatálg sleppa bert framat í sera avmáldum mongdum. Men tað merkir ikki, at maturin hjá Jógvani nú er keðiligur. - Í gjárkvøldi át eg alskyns leskiligt smyrjibreyð til nátturða [...] gamlar og púra óneyðugar vanar, sigur Jógvan, sum eisini gjørdist ein fastur partur av býarmyndini í Klaksvík, tá hann byrjaði á skeiðnum. Jógvan rennir nevniliga ikki færri enn 100 km um vikuna, og tað ger [...] 10 kilo, og í dag vísir vektin hjá Jóhonnu 10,5 kilo færri, enn tá hon byrjaði. - Eg hevði ímyndað mær, at eg nú skuldi læra at gera allar møguliga undarliga rættir, sum kanska ongin annar í familjuni tímdi
bøkurnar um Tsatsiki áður. Hann hevur undirvíst á tekniska studentaskúlanum í Klaksvík, men í løtuni er hann vikarur í Kommunuskúlanum í Havn, har summi børn hava frætt, at hann er maðurin, sum týðir teirra [...] næstan eitt slag av einum frelsara í einum ókristiligum heimi. Foreldraleysi drongurin klárar ferð eftir ferð at vinna á tí ónda, og fólk vænta sær nógv av honum. Í fimtu bókini er alt hetta um at ganga [...] at ivast í, um tað, hann fortelur, er satt, og nógv halda hann billa teimum inn, at hann aftur hevur vunnið á tí ónda Voldemort. Harry er eisini vorðin tannáringur og ger tey fyrstu fetini inn í vaksna heimin
Landssjúkrahúsinum í Tórshavn, og fyri framman standa millum annað vitjanir av sjúkrahúsunum í Klaksvík og á Tvøroyri. Endamálið er at fáa eitt innlit í, hvussu allir hesir ymsu stovnar í veruleikanum eru [...] skulu javnsetast Bústaðarpolitikkurin í Føroyum vigar eisini nógv í framtíðarætlanunum hjá landsstýrismanninum. Tað er eingin loyna, at útlitini fyri at seta búgv í Føroyum ikki eru av tí bestu. Serliga [...] Heilsumál Ragnhild Ellingsgaard - Í dag er ein fundamentalistur sum oftast ein, ið spreingir seg sjálvan í luftina. Tað hevði eg ongantíð kunna gjørt, sigur Bill. Hann sigur víðari, at kristna læran byggir
Ægirstevnan varð hildin í Klaksvík um vikuskiftið. Metið átti Andrass Thomsen úr Havn, sum svam 400 m frí í tíðini 4.08.44, og tey bæði bólkametini áttu ávíkavist Sára Ejdesgaard av Tvøroyri í 50 m rygg og stafettin [...] stafettin hjá havnarkvinnunum í 4X50 m frí. Samlaða býtið av heiðursmerkjum gjørdist hetta: GullSilvurBronsa Tvøroyrar Svimjifelag1574 Havnar Svimjifelag101311 Ægir334 Flot212 Fuglafjarðar Svimjifelag045 [...] 3Lisbeth L. JoensenHS1.25.7 100 m. bringa menn 1Per S. HansenFlot1.17.0 2Jákup Ø. MohrFS1.18.5 3Ottar í HjøllumFlot1.21.4 50 m. rygg kvinnur 1Sára EjdesgaardTS0.34.26 2Katrin SørensenTS0.34.4 3Elida Bjar
kom, enn væntað var. Vinjard Joensen hevur í eini fýra ár tikið í móti fiski í leigaðum hølum á havnarlagnum í Sørvági. Fyrst í komandi ári flytir tað virksemið í hølini hjá timburhandlinum, sum keypt eru [...] at hækka við átta prosentum í mun til árið í ár. Í ár var inntøkan 110 milliónir krónur, men verður í 2003 mett at fara at verða 120 milliónir krónur, sigur borgarstjórin í Sørvági. Hann sigur, at ein [...] borgarstjórin í Sørvági. Havnarlagið Sum vanligt er í Føroyum yvirhøvur, er havnarlagið eisini lívæðrin í Sørvági. Og har er rættiligt lív komið í aftur, eftir at tað at kalla doyði út í kreppuárunum.