stendur til at vinna stórtingsvalið í Noregi við 88 sessum, meðan konservativi vongurin stendur til at vinna 81 sessir. Tað vísir ein exit poll frá norska TV 2. Ein veljarakanning hjá NRK vísir, at reyðgrøni [...] vongurin fær 89 sessir, meðan konservativi vongurin stendur til at vinna 80 sessir. Veljarakanningarnar vórðu almannakunngjørdar beint eftir, at seinastu norsku valstøðini stongdu klokkan 21. Artbeiðaraflokkurin [...] endaliga úrslitið, er møguleiki fyri, at Støre heldur fram sum forsætisráðharri, tí Arbeiðaraflokkurin verður størsti flokkur í Stortinginum. Flokkurin stendur at fáa 52 sessir í valstøðukanningini hjá
Talan er um verkætlan, sum snýr seg um at gera millum 43 og 55 lestrar- og ungdómsbústaðir í niðasta blokkinum á Eirargarði. Bygningurin er væl egnaður til ungdómsbústaðir og hevur harafturat góða staðseting
Norrøna hevur broytt ferðaætlan frá 7. september, og tað átti at verið betri møguleikar at gera tillagingar. Tí kundi kanska eisini borið til at gjørt ein eyka túr í Suðuroynna í leypi av vikuni, helst í [...] Jóhan Christiansen: Í sambandi við at Smyril fór í dokk hevur grikska ferjan M/V Galaxy røkt Suðuroyarleiðina síðani 23. august 2025. Tað hevur verið sjón fyri søgn, at Galaxy hóskar sera illa til Suður [...] landsstýrismannin í samferðslumálum, saman við Strandfaraskip landsins, at taka upp samráðingar við leiðsluna á Smyril Line um at lata M/S Norrønu hjálpa til á Suðuroyarleiðini, meðan Galaxy røkir siglingina
bæði í samgongu og andstøðu, arbeiða við at leggja fosturtøkulógina fyri Løgtingið. Eyðdis Hartmann Niclasen verður ein av uppskotstillarunum, og hon sigur, at hetta er eitt kvinnurættindamál. – Vit arbeiða [...] andstøðu og samgongu eru við, sigur hon. Eyðdis Hartmann Niclasen veit ikki at siga júst, nær málið verður lagt fram, men hon vónar at tað verður skjótt.
nógv landskassin faktiskt verður noyddur at gjalda í veðhaldi í 2025 – metingarnar síggja út til at benda á, at tað kunnu verða 0 krónur, um ferðslan heldur fram at vaksa, sum hon hevur gjørt. – Ferðslan [...] Samstundis vita vit frá altjóða kanningum, at prísurin fyri at koyra hevur beinleiðis ávirkan á ferðslumynstrið. – Hetta merkir, at lægri gjøld føra til størri ferðslu, og at inntøkurnar hjá felagnum tí kunnu vera [...] løgmaður fyri sær, at gjaldið lækkar? 3. Hvussu metir løgmaður, at ein slík príslækking hevði ávirkað inntøkurnar hjá Tunnilsfelagnum? Í viðmerking til fyrispurningin sigur Jaspur Langgaard, at tað ikki er staðfest
friðskjól í Fraklandi, heldur, at óttin hjá Watson er ógrundaður. Hetta veit AFP at siga. 74 ára gamli Watson, sum er amerikanskur og kanadiskur ríkisborgari, sigur við AFP, at hann er vónbrotin av avgerðini [...] avgerð um ikki at útflýggja hann til Japan. Advokaturin hjá Watson, Emmanuel Ludot, sigur, at Paul Watson framvegis er í vanda orsakað av japansku handtøkuboðunum. Tí er hann vónbrotin av, at Ofpra noktar [...] við at skaða eitt hvalaveiðuskip og forða hvalaveiðumonnum í at gera sítt arbeiði. Í juli tók løgreglusamstarvsstovnurin Interpol burtur "reyðu fráboðanina", sum hevði verið á Watson, soleiðis at løgr
Reuters veit at siga, at Nicolas Sarkozy er fríkendur fyri aðrar ákærur. Franska ákæruvaldið heldur, at fyrrverandi forsetin gjørdi eina avtalu við Muammar Gaddafi í 2005. Avtalan snúði seg um, at fyrrverandi [...] afturfyri stuðul til libysku stjórnina. Reuters veit at siga, at í løtuni er ikki greitt, um Nicolas Sarkozy, sum ongantíð hevur viðgingið seg sekan, fer at kæra dómin. ##med2## [...] dømdur í fimm ára fongsul fyri ólógliga fígging av forsetavalstríði. Tað veit Reuters at siga í dag. Domstólurin heldur, at fyrrverandi forsetin í loyndum hevur tikið ímóti pengum frá fyrrverandi libyska leiðaranum
Kellogg, sigur, at amerikanski forsetin, Donald Trump, helst fer at geva Ukraina loyvi til at brúka amerikansk vápn til álop langt inni í Russlandi. Rakettirnar, sum Ukraina ynskir at keypa úr USA, eru [...] gjár, og hann legði aftrat, at tað verður Donald Trump, sum kemur at taka endaligu støðuna um rakettirnar. Í síðstu viku skrivaði Donald Trump á Truth Social, at hann heldur, at Ukraina - við hjálp úr ES [...] landanna millum. Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, hevur eisini víst á, at Ukraina ynskir at keypa hesar rakettir fyri at standa ímóti áhandandi hernaðarliga trýstinum úr Russlandi - hálvt fjórða ár
boðað frá, at ein veðurlagslóg verður løgd fyri løgtingið í næstum, men áðrenn løgtingið skal taka støðu til og atkvøða lógina í gjøgnum, so ert uppskotið sent til hoyringar. Tað vil siga, at Umhvørvismálaráðið [...] fyri umhvørvi, náttúru og veðurlagspolitikki, og kundi tú hugsað tær at sagt tína hugsan um nýggju veðurlagslógina, sum skal tryggja, at Føroyar arbeiða fram móti minni útláti og meira grønari orku? So vil [...] veðurlagslóg Ingilín D. Strøm: Hvørjir forðingar verða møttir í arbeiðnum at gera eina veðurlagslóg? Eftir framløgurnar fara vit at svara spurninginum: ”Hvussu skal okkara veðurlagslóg síggja út?” Birgith
stendur soleiðis: Mikudagin 08/10 siglir M/V Galaxy sambært ferðaætlan. Vegna veður kann roknast við, at túrarnir hósdagin 09/10 kl. 06:00 av Krambatanga og 11:30 úr Tórshavn vera avlýstir.