segði Mortan. Hann var úr Porkeri.»Hvør er tað, Nissunygaard ?« ? »Tú veitst, tað er hann við kasurollubendingini?« ? »Hvør er kasurollubendingin?« ? »Góða, tað er ein maður í Havn! ? Lat okkum fáa jóla [...] aus, bei, mit, nach, seit, von, zu ? og so hevur tú ikki lisið, hvat er hetta fyri nakað ? UFF! Lat nú jóla Nissu Nygaard fáa frið. Nei, nú er tað jólakotulettin, sum hevur okkara størsta alsk.« Móti okkum [...] ti kom fram at hesari atletisku, gresku standmyndini, hóast hon var úr Havn. »Síggja tygur, Sverri er ítróttarmaður burturav, tygur síggja teir somu musklarnar á kroppinum, sum je havi umrøtt.« Martin
lendinum er fjalt av tøttum skógi. Her, sum vit halda jól, eru víðar fløtur við grasvøkstri, men á ferðum eftir áum og gjøgnum skógir undrast tú yvir, hvussu nógvur og tættur vøksturin er. Tað er ein øgilig [...] aftur til um eina lítla løtu, men tað er týðuligt, at nærveran av nøkrum fáum sivilseraðum fólkum eisini á øðrum økjum hevur havt ávirkan. Eitt er, at deyðtíttleikin er nógv lækkaður. Tey innføddu, sum búgva [...] týdningin av reinføri er vaksandi, um enn tað gongur striltið, at heilivágur er tøkur, og at teir duga eitt sindur betri at skipa framleiðsluna eru millum orsøkirnar til, at deyðtíttleikin er lækkaður og livialdurin
gjørdu, at tey eru stødd júst í herberginum, sum kanska er seinasti útvegur fyri at koma aftur á beint í samfelagnum. Har er 28 ára gamli Margar, sum er sjómaður, 67 ára gamla Julia Motzfeldt arbeiðir sjálvboðin [...] Barnaheiminum, men eigur tveir beiggjar. Mamman er farin, og hana saknar Margar, men hann er vísur í, at hann sleppur at halda jól hjá einari vinkonu. Tá Margar ikki er til skips, gistir hann í herberginum. Um [...] júst er á jólum, at flest øll, sum ongan góðan hava, kenna størsta saknin. Øll hava verið børn einaferð, hava havt foreldur og systkin, og seinni familju, konu og børn ella og mann og børn. Lívið er ikki
Jóannes Danielsen er búfelagi hjá Finnboga. Hann er foreldraloysingur, og hevur mist heimið, tó at eitt kamar er til hansara í heim bygdini, men bert hættar hann sær ikki at fara hagar. Tað er so tómligt. Hann [...] hava brúk fyri herberginum, og dømi er at heilar 130 gistingar hava verið í einum mánaði. ? Trupulleikin er, at tørvur er á einum stað hjá fólki at vera um dagin. Sum nú er, kunnu tey bert ganga í gøtunum [...] Toril Waag Olsen. Í herberginum er reint og fjálgt, tó at tað er ógvuliga spartanskt. Ein lítil skrivstova er, har eisini onkur kann gista um neyðugt, og í forstovuni er pláss fyri lítlum borði og fýra
dagarnar til nýggjárs. Tað er hugnaligt at samlast um jólaborðið, taka ímóti gestum og fara út at vitja familju, vinir og kenningar. Tað er ein partur av jólahaldinum. Trupulleikin er bert, at vit eta alt og [...] gjarna baka sósina upp, eftir sum tað er til jóladøgurðan. ? Tað er ikki tí, at tú fitnar av at eta feita sós av og á, men meira av tí at fólk fáa ilt av feittinum. Tí er best, um fólk eta nógv epli,og eisini [...] afturvið. Harnæst er góð regla ikki at eta seg ov mettan, av tí at hetta er treystur kostur, sum kann geva bróstsviða og vaml. Fara vit til kaffiborðið aftaná, har smákøkur konfekt o.a. tílíkt er á borðinum,
at loysa í 1993, er loyst. Bankin er bjargaður, og bankin er sunnur. Og soleiðis kanst tú brádliga fáa ein bankastjóra at gera status og hugsa aftur á hendingarík ár. Hevði eg vitað! Hvat fekk teg upprunaliga [...] tað at uppsiga fólk er nakað, tú gongur og venur til. Men tað kunnu av og á íkoma støður, har tað er neyðugt at uppsiga fólki. Sigur tú ja til at gerast stjóri ?líkamikið um tað er fyri ein banka ella [...] nógva umtalu. Tað er ikki so løgið, at vit í bankanum frá tíð til aðrari hava kent okkum tvungin at mala aftur, tá vit hava hildið, at kjakið um bankans viðurskifti er farið skeiva kós. Tað er eisini mín uppgáva
kreppu. Onkursvegna andar ígjøgnum alt tað, sum er sprottið úr jólaevangeliinum, ein djúp sannføring um, at tað er ikki rætt, at alt er tann bera neyð; tað er ikki satt; tað finst ein annar møguleiki enn [...] orðini og hugsaði um tey. Men har ljóðar hann so, í minsta lagi um jólini, at tað er ikki rætt, at alt er tann bera neyð; tað er ikki satt; tað finst ein annar møguleiki enn tann, sum oftast stjelur myndina [...] Ríkidømis makt, demagogiska orða-makt, hermenn og vápn og hvat annað, maktin og teir ymisku makthavararnir brúka bæði sum høkju og svørð... Men evangeliið er ikki ein søgubók. Evangeliið kennir sjálvandi søguna
prædikuna. Hon kemur m.a. at inihalda eina søgu til børnini. ? Er tað hugaligari at vera prestur um jólini, enn tað er aðrar tíðir? ? Tað er sagt um sjónleikarar, at teir spæla betri fyri fullum húsum, enn [...] Hetta er at upphevja Kristurs í fólki okkara. Hetta er fyrsta og fremsta uppgáva prestsins. Sjálvandi verður arbeiðið tó litað av teimum persónunum, sum nú einaferð eru prestar. Men, sum sagt, er endamálið [...] prædikustólinum í aðrari kirkju jólaaftan í ár? ? Størsti munurin er helst, at í Vági kendi eg flest øll fólkini, ið vóru í kirkju. Her norðurin er ómøguligt at koma at kenna øll beinanvegin. Tó rokni eg við
At ein pávi á jólum tekur til orðanna móti deyðarevsing er rósverdugt. Tað eru tey, sum halda, at hetta er at leggja seg út í politikk. Nei. Tað er rætt av týðandi andaligum leiðarum at gera vart við støðu [...] leiðandi politikarar um, at deyðarevsing hoyrir miðøldini til. Kortini er tað ómetaliga týdningarmikið, at persónur sum sjálvur pávin, ið er ein av teimum hægstu og mest virdu andaligu leiðarunum í heiminum [...] annað enn í tráð við kristna boðskapin at taka lívið av øðrum. BEISKI veruleikin í dag er tann, at í nógvum londum er deyðarevsing ein heilt náttúrligur partur av gerandisdegnum. Og har man USA vera landið
ongantíð forvunnið so nógv, sum teir hava gjørt í ár og hetta er sostatt tað besta árið hjá fiskimonnum nakrantíð. Og hjá summum er talan um, at hýran er tvífaldað, og meir enn tað uppá nøkur fá ár. Tað eru sjálvandi [...] sigur formaðurin í fiskimannafelagnum. Bara eitt undantak Tað er bara í einum føri, at hýran í ár ikki er tann hægsta nakrantíð og tað er hjá manningunum á teimum stóru flakatrolarunum, sum forvunnu væl [...] seinastu 10 árini hevur verið 37%. Hjá ídnaðarfisktrolarunum er daglønin í ár 1.088 krónur, og tað er tað sama, sum fyri 10 árum síðani. Men talan er um eina framgongd uppá 14% í ár, afturímóti í fjør, tá ið