landsstýrið at gera fyri at stytta viðgerðartíðirnar hjá Útlendingastovuni í málum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi? Helgi Abrahamsen vísir í viðmerking til fyrispurningin á, at Dagur og Vika visti at siga tann [...] sendingini, at ein av høvuðsorsøkunum til longdu bíðitíðina er manglandi arbeiðsorka, vísir hann á. – Stjórin í Vinnuhúsinum segði, at ongar ábendingar eru um, at bíðitíðirnar eru í ferð við at blíva styttri [...] og tí noyddist Vinnuhúsið at gera vart við hesa støðuna. – Eitt av endamálunum við at yvirtaka ymisk málsøki má vera, at vit sjálvi kunnu veita eina betri tænastu, eftir at málsøkið er yvirtikið, sigur
fyri at keypa jørð í oynni, var sjálvsagt, at eg eisini hevði eini hús at búgva í, og her var onkur í bygdini góður í ráðum og hevði onkran, eg kundi spyrja. Hann sigur, at tað eydnaðist honum at keypa [...] tað ber til at hann valdi at fara upp í kommunupolitikk, sigur hann brosandi soleiðis. - Eg haldi, at teir bara settu meg á listan, sigur hann og ásannar, at hann kannaði møguleikarnar at bera seg undan [...] Jensen, sum heldur, at nýggi borgarin, bóndin og borgarstjórin vísir seg at trívast væl í Skúvoy. Sjálvur sigur Jóanis í Hoygarðinum, at hann er sera væl móttikin í bygdini, og hann heldur, at fólk sum heild
mótmælisfólkini og verkfallsfólkini fyri at undirgrava møguleikarnar fyri at fáa hinir gíslarnar heim, skrivar The Jerusalem Post. - Tey, sum krevja, at kríggið endar uttan at vinna á Hamas, styrkja ikki bara [...] hjá Hamas og seinka leyslatingini av gíslunum. - Tey tryggja eisini, at illgerðirnar 7. oktober endurtaka seg, og at vit noyðast at berjast í einum stríði uttan enda, segði Netanyahu á einum fundi við [...] Túsundtals fólk um alt Ísrael hava í dag lagt niður arbeiði fyri at mótmæla í staðin, og kravdu, at Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, skuldi fáa teir seinastu ísraelsku gíslarnar heim úr Gaza og enda
Stjórnin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, fer at taka friðingina av í einum náttúruøki í statinum Alaska fyri at kunna bora eftir olju. Tað skrivar New York Times. Verjan varð innførd av undanmanninum [...] upp til Trump, so skal friðingin avtakast, so at nám og oljuútvinning kann fara fram. Tað er partur av orkupolitikkinum hjá Donald Trump, har hann ynskir at vaksa um oljuframleiðsluna í USA. Ein ætlan, [...] Doug Burgum á odda, sum í daglegði fram uppskot um at rulla náttúruverjuna hjá Biden aftur. Tað skrivar deildin í tíðindaskrivi. Ráðharrin vísir á, at Alaska National Petroleum Reserve upprunaliga varð
Næstu dagarnar er væntandi, at ein ógvuslig hitabylgja fer at herja í pørtum av Suðurevropa. - Í Spania er væntandi, at hitin í støðum kann koma upp í heili 42 stig sunnudagin og aðrastaðni í landinum [...] Sambært veðurlagsgranskarum fara hitabylgjur helst at gerast meira vanligar, eins og tær fara at vara longri, sum árini ganga. Lagt verður aftrat, at hetta er eitt úrslit av veðurlagsbroytingum. [...] verður aftat, at Portugal, Grikkaland og partar av Italia eisini verða rakt av hitabylgjuni, og í hesum londum kann hitin koma uppí eini 39-40 stig. Veðurlagsstovnurin í Spania hevur sagt, at hitin, sum kemur
framvegis møguligt hjá arbeiðsgevarum at leingja setanina upp til 2 ár í senn, aftaná at starvsfólk hava fylt 72 ár. Nú er so ætlanin heilt at avtaka fráfaringaraldurin. Av tí at fráfaringaraldurin longu í dag [...] starvsfólk. Tað kann t.d. at arbeiða niðursetta tíð o.a. Tí verður ikki roknað við, at avtøkan av fráfaringaraldrinum fer at hava stóra umsitingarligar avleiðingar við sær. Ætlanin um at avtaka fráfaringaraldurin [...] ætlar at avtaka rundskriv nr. 9001 um fráfaringaraldur. Fráfaringaraldurin hjá sáttmálasettum starvsfólkum hjá landinum er í dag 72 ár. Landsstýrið ynskir at avtaka fráfaringaraldurin, soleiðis at tað framyvir
Tórshavnar kommuna skrivar, at parkeringsviðurskiftini í miðbýnum Havn hava leingi verið ein avbjóðing, og neyðugt er at gera okkurt við trupulleikan. Ein partur av loysnini kann vera at seta gjald á parkering [...] undanfarin býráð hava havt málið til umrøðu. Endamálið er at loysa ein part av parkeringstrupulleikunum, sum eru í miðbýnum, og ætlanin er, at inntøkurnar av parkeringsgjaldinum skulu fara í ein sonevndan [...] parkering ymsastaðni í miðbýnum. Men fyri at kommunan kann gera tað, krevst heimild frá landsstýrinum. Elsa Berg, borgarstjóri í Havn, hitti í gjár Jóhan Christiansen, landsstýrismann í samferðslumálum, har millum
frá, at býráðið ætlaði at hækka stuðulin til LGTB+ úr 50.000 krónum upp í 100.000 krónur. Í dag boðaði so Birgir Nielsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, frá, at Fólkaflokkurin ikki tekur undir við at játta [...] gjørd, skrivar Elsa Berg, borgarstjóri, á Facebook í kvøld. Í gerðabókini hjá Tórshavnar kommunu sæst, at ein meiriluti, Elsa Berg, Heðin Mortensen, Heidi Lava Elgeirsdóttir, Anja Weyhe, Kristianna Winther [...] Jensen, Hildur Eyðunsdóttir og Guttormur í Skála, Tróndur Sigurðsson og Kári Johansen atkvøddu fyri at hækka stuðulin til LGBT+. Ímóti atkvøddu ein minniluti, Birgir Nielsen og Astrið Breckmann úr Fólk
kortini at bíða við at geva endaligu álopsboðini. Forsetin sigur seg fyrst vilja síggja, um Teheran vísir nakran veruligan vilja til at steðga sínari kjarnorkuætlan, veit Wall Street Journal at siga í kvøld [...] Ávísin, Wall Street Journal, veit í kvøld at siga, at amerikanski forsetin hevur góðkent eina ætlan hjá sínum ráðgevum um at leypa á Iran. Hesi boðini skal forsetin sambært ávísini hava givið sínum ráðgevum [...] kvøld. Lagt verður aftrat, at ávísin endurgevur tríggjar ónevndar keldur, sum standa forsetanum nær.
- Tá segði eg við meg sjálva, at bara eg ikki fái ALS, sigur hon álvarsom henda dagin, vit hitta hana í Sørvági. Hon sigur, at tað eru eini tvey ár síðan, at tað fór at bila við heilsuni, og seinni hevur [...] Thordis Skaalum - og tey eru mong – vita eisini, at heilsan hjá henni er farin at bila, og nú Sørvágs Country & Bluesfestivalur aftur var í Sørvági, noyddist hon at sita við vindeygað og hyggja niður yvir stóru [...] flutt meg, og eg noyðist at sova her í stovuni hjá mær. Thordis hevur altíð verið sera virkin, og tað var tann tíð, tá hon hevði fleiri arbeiðir í senn. - Eg havi fyrireikað meg til at fara úr hesum heimi,