álopsspælarin skorað. Álopsfelagin hjá honum, Magni á Lakjuni, tóktist royna ímóti málinum. Skotroyndin var eitt sindur kiksað, men Sorin Anghel var fyrstur á, og hann skoraði til 1?0, meðan verjuspælið [...] stigini skuldu vera á Mølini, og at VB skuldi suður við ongum. EB/Streymur eigur leygardagin botnliðið Skála á útivølli. Fyri vágbingar ger tað næstan tað sama, hvussu tað fer at tørna út á Skála. Um vágbingar [...] seta sítt álit á, at NSÍ fer at taka øll stigini ímóti FS Vágum. Tað tykist í løtuni meiri upplagt, enn tað ger, at VB skal fáa stig ímóti B68. Sjálvt um VB fer at spæla í heimaskansanum á Vágseiði. EB/Streymur
1-1: Magni á Lakjuni 20. 1-2: Andrew av Fløtum 21. 1-3: Bárður Mortansson 81. Dómari: Lassin Isaksen B36: Tróndur Vatnhamar - Mikkjal Thomassen, Egil Zachariassen, Herbert í Lon Jacobsen - Magni á Lakjuni [...] Jákup drálaði og nógv, soleiðis at HB slapp við skrekkinum, tá mesti vandin var á ferð. Í hinum endanum royndi HB at dúva upp á kontrabóltar, og hóast hetta onkuntíð viðførdi upptrekk til málmøguleikar, so [...] Ronnie Samuelsen, Jens Kristian Hansen, Dánjal Petur Johansen - Jákup á Borg, Håkan Lundholm HB: Bárður Johannesen - Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen - Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe
teimum umleið150 limunum hava motorsúkklur. Á páskum vóru fimm føroyingar úr Føroya MC í Fraklandi á venjing í Road Racing motorsúkklukoyring, teir vóru: Hans Magni Danielsen, Torbjørn Hansen, Sofus Jacobsen [...] Jacobsen, Agnar Dahl og Torkil Hansen. Road Racing er kappkoyring á motorsúkklum á rasarabana, har kappast verður í ymiskum flokkum, alt eftir motorstødd (ccm). Koyringin í Fraklandi varð deild upp í fýra klassar [...] ar. Í teirra motorstødd (125 ccm) blivu teir nr. 2, 3 og 4. (Road Racing er ein kappkoyring á motorsúkklum á rasarabana, har kappast verður í ymiskum flokkum, alt eftir motorstødd (ccm)). Alt skuldi góðkennast
við heimsins besta laksi. Magni Arge hugleiðir soleiðis á Facebook um ætlanirnir hjá tjóðarflogfelagnum: »Eru Føroyar “Unbelievable” ella “Discount” Eg hugsi um tænastuna umborð á tjóðarflogfelagnum, sum [...] frá fyrsta degi, tá Atlantsflog lætti sær á í mars 1988. Tað var í teimum døgum, tá tað var rættiliga forkunnugt at sleppa á flog, kappast var ikki so hart upp á prís, men tænastan umborð var yvirhøvur góð [...] alt tey kunnu upp á tænastuna. Hetta eru fyri tað mesta rutur millum metropolar, har tað er nógv ferðsla og fleiri feløg at velja ímillum. Discountfeløgini hava framvegis ikki Føroyar á sínum rutukorti –
Mikudagin og hósdagin fer eitt lágtrýst eystan fyri Ísland í ein landnyrðing, og tilhoyrandi brúgvalagið fer framvið Føroyum av útsynningi. Fríggjadagin fer eitt minni lágtrýst framvið vestan fyri Føroyar [...] Í dag verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn, men út á kvøldið klárar í, tó okkurt æl. Hitin millum 5 og 10 stig. Hósnáttina verður samdrigið og ælaveður, [...] Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á, seinni turt og tað klárar í. Hitin millum 4 og 7 stig.
brúgvaløg koma úr suðri. Í dag verður eitt lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, sum snarar í ein eystan, 2 til 7 metrar um sekundið. Skýggjað og turt fyrrapartin, men sum frá líður fer at regna av suðri [...] sum frá líður av útsynningi, 2 til 7 metrar um sekundið. Skýggjað og fyrst regn, men sum líður út á dagin verður turrrari og sólin skínur. Hitin millum 10 og 15 stig. Um náttina turt og í støðum klárt [...] vestri, seinni norðan, 5 til 10 metrar um sekundið. Yvirhøvur skýggjað og eitt sindur av regni av og á. Hitin millum 10 og 12 stig, um náttina niður í 7 og 10 stig.
velja at búseta seg á størri plássum í miðøkinum. Ístaðin fyri at lata bygdina doyggja burtur hava bygdafólkini við stuðuli frá kommununi tikið stigið fult út og hava valt at dúva upp á ferðavinnu, eins og [...] summarhús, har tey flestu eru partur av útstykkingini "Fornagarður", sum liggur ovarlaga í bygdini eystan fyri ánna. Somuleiðis er gjørt nýtt kampingpláss við plássi fyri 25 vognum. Menningin av Gjógv er
Ein veikur hátrýstsryggur yvir Føroyum fer í ein eystan. Eitt brúgvalag við regni og vindi fer í dag framvið av vestri og síðani kemur ein streymur av ælum av útsynningi. Alla vikuna fara nýggj brúgvaløg [...] brúgvaløg framvið okkum av vestri. Í dag Í dag upp í skrið av suðri, um 18 m/s, og regn, men út á dagin makar hann í gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, hann klárar í, men kortini okkurt æl. Hitin [...] Hann øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, og makar aftur út á náttina. Samdrigið og ælaveður, men eitt skifti um kvøldið aftur skýggjað og regn. Hitin millum 5 og
. Í dag Andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, sum út á dagin makar niður í lot til andøvsgul av norðri, 2 til 7 m/s. Samdrigið og vátaslettingur ella kavi [...] vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn, vátaslettingur ella kavi, men út á dagin klárar í, tó framvegis ælaveður. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig. Langafríggjadag Lot til [...] Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig. 2. páskadag Lot til andøvsgul av norðri, sum lækkar í ein eystan og landsynning, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum frostmarkið og 5 hitastig
nakað minni enn í fjør. Nøgdin av svartkjafti var eitt vet hægri enn í fjør. Hatta skrivar Havstovan á heimasíðu síni. Fimm skip luttóku í kanningini, m.a. Tróndur í Gøtu fyri Føroyar og Finnur Fríði, sum [...] munur í 2017 er, at minni er til í sunnara partinum av grønlendska økinum, meðan nógvur makrelur er á markinum millum grønlendskan og íslendskan sjógv. Eisini er minni fram við norsku strondini í ár og [...] undanfarin ár, í einum samanhangandi belti úr landsynningi í útnyrðing. Frá norðast í Norðsjónum, eystan og norðan fyri Føroyar, í ein útnyrðing yvir móti Íslandi og inn í kalda sjógvin norðan fyri Ísland