tora at droyma okkum til eitt endaspæl næstu árini, sigur venjarin, at tað kunnu vit sakstans, og aftaná hesa undankappingina er tað ein realistiskur dreymur, sum vit eiga at fara eftir. Skrivar FSF. HER [...] seinastu venjingina fekk FSF Varpið orðið á venjaran, Eyðun Klakstein Ársins síðsta venjing hevur verið, og nú verður bara bíðað eftir venjingardystinum móti Kasakstan, sum eisini er ársins seinasti dystur
Í dag klokkan 16 verður forkunnug konsert í hugnaliga Báta- og Listasavninum í Leirvík. Tað verða Monika Stauss Joensen á violin og Ólavur Jakobsen á gittar, sum fara at framføra. Monika, sum er úr Sveis [...] konsertum í Leirvík. Saman við Ólavi hevur hon eisini spælt konsertir í Sveis, Týsklandi, og tey hava verið saman á sera væleydnaðum konsertferðum í USA. Tónleikurin, sum verður á skránni í Leirvík í dag, er [...] tónaskaldið, Leo Brouwer. Konsertin verður eitt sindur øðrvísi enn vanligt, eisini tónleikaliga, og tað er eisini eitt mál við konsertini, soleiðis at hon verður enn meira forvitnislig hjá lurtarunum. -
luttakaratalið í nógv ár, og vit fegnast um stóru tilgongdina, sum hevur verið í ár, siga tey í Borðtennissambandi Føroya. í A-bólkinum var tað 13 ára gamli Rasmus Teitsson í Skorini, sum streyk avstað við sigrinum [...] Tórur Eið Eliasen, sum í sínum comeback eftir nøkur ár burturi frá borðtennisborðunum prógvaði, at tað framvegis liggur væl fyri við battinum. Av øðrum bólkavinnarunum kunnu nevnast ungu Tór-leikararnir [...] tryggjaðu sær enn eina uppflyting og støðugt ota seg fram í samlaðu kappingini. Næsta Grand Prix-umfar, tað triðja í røðini av sjey, verður longu nú leygardagin 22. november. Tá verður kappast í høllini á Hálsi
. Onnur kend listafólk, sum hava verið við til at skriva verkætlanina, eru Kate Bush, Annie Lennox, Damon Albarn, The Clash, Pet Shop Boys og Jamiroquai. "Er hetta tað, vit vilja" kom fyrstu ferð út talgilt [...] McCartney hevur givið út ein sang við nærum ongum ljóði sum mótmæli móti vitlíki í tónleikaídnaðinum. Tað skrivar Guardian í dag. Lagið, sum er tveir minuttir og 45 sekund langt, og sum er samansett av súsan [...] av vitlíki. Úrslitið var, at 97 prosent svaraðu skeivt - næstan øll. 52 prosent svaraðu síðani, at tað ikki var nakað, tey kendu seg væl við. /Ritzau
viku eft eingin tingfundur. Og tað er tað ikki fyrr enn fríggjadagin 28. november, men tá er bert framløga á skránni, so tað kann málið ikki fara til 3. viðgerð. Men tað veldst um, hvussu Bjørt Samuelsen [...] løgtingsforkvinna, skipar tingarbeiðið. Tað er hon, sum ger av, nær tingfundir eru, og hon kann broyta tað, sum hon vil. Men síðani hon gjørdist forkvinna, hava tingfundir verið hildnir eftir skránni, sum verður [...] tingfólk – tá vit ikki telja atkvøðuna hjá Djóna Nolsøe Joensen við. Men tað er bara, um málið ikki verður avgreitt fyri 1. desember, sum tað valla verður. Sambært kalendaranum hjá Løgtinginum, so eru tingfundir
kunnugt, tá tað var fyri í Løgtinginum í 2023 – 15 atkvøður vóru fyri og 15 vóru ímóti, og harvið fall málið. Tá var tað landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, sum legði tað fram. Hesaferð [...] Men tá varð álitið kortini ikki lagt fram, og tað er tað framvegis ikki, hóast vit nú skriva 17. november. Og tað er uttan loyvi frá løgtingsforkvinnuni. Orsøkin er, at umboðini fyri Sambandsflokkin, Miðflokkin [...] fram. Málið hevur verið til 1. viðgerð í Løgtinginum og verið viðgjørt í Løgtingsins rættarnevnd. Har hevur málið longu ligið alt ov leingi. Fyrst bað nevndin um longda freist, sum var til 7. november. Men
rleiðari á Bygningsdeildini hjá Tórshavnar kommunu, vísti á, at tað var longu í 2021, at listin bleiv hugsað inn í verkætlanina, og tað kanska ikki er so vanligt, at listin sleppur upp í part so tíðliga [...] seg sjálvan, tí tað tók honum longri tíð, enn hann hevði væntað, at gera tey fimm verkini. Bárður Dal Christiansen hevur fyrr sagt um verkið “Spegil”, at “hendan verkrøðin granskar tað djúpa sambandið [...] Silju Strøm hevur fingið heitið “Vit liva í hvørjum øðrum”. Listakvinnan býr uttanlands og fekk ikki verið við á samkomuni hósdagin. Í staðin las Elsa Berg, borgarstjóri, upp eina frágreiðing, sum Silja Strøm
Tað sigur vaktleiðarin á politistøðin í morgun. Óhappið hendi, tá tveir bilar stoyttu saman á Velbastaðhálsi millum Havnardal og Velbastað. Annar bilurin fór á glið í einum svingi í hálkuni, og tíverri [...] tini nevnir vaktleiðarin, at ein ær varð yvirkoyrd í Porkeri, og at løgreglan aftur í nátt hevur verið úti og klipt nummarplátur.
aftanfyri tað virksemið. Eftir fyrstu dronurnar á flogvøllinum í Kastrup vóru fráboðanir um dronur á fleiri av øðrum flogvøllum í landinum og á hernaðarligum støðum. Onkuntíð hava hesi verið lýst sum [...] Jan Eliassen. Hann greiðir ikki nærri frá, hvat slag av virksemi talan var um, ella hví mett hevur verið, at loftrúmið kann lata upp aftur. Fyrr í kvøld boðaði Naviair frá, at illgruni var um dronuvirksemi [...] skrivaði kl. 23:06 á sosiala pallinum X, at hon var "vitandi um, at ein ella fleiri dronur kunnu hava verið sæddar kring flogvøllin í Aalborg". - Vit kanna økið intensivt. Vit hava í løtuni ikki fleiri upplýsingar
tíðina upp á eitt gott úrslit, og tað gjørdu vit sjálvandi aftur hesaferð, og vit fóru heilt greitt eftir at vinna – í øllum føri einum stigi. Tað eydnaðist tíverri ikki, og tað eru vit vónbrotnir um. – Men [...] allíkavæl eri eg errin um tað, ið vit hava klárað hesa undankappingina. 12 stig og líka til síðsta dyst eru vit við í kappingini um at spæla okkum víðari til HM endaspælið. Tað sigur Viljormur Davidsen [...] Davidsen, ið seinastu nógvu árini hevur verið ein av berandi kreftunum á landsliðnum, og sum fríggjakvøldið spældi A-landsdyst nummar 91 fyri Føroyar. – Hetta hevur verið ein heilt ótrúliga spennandi tíð, og eg