í abortlógini fyri Løgtingið. Tað skrivar Frihedsbrevet, sum hevur fingið innlit í eitt útkast, ið er lagt fyri hinar flokkarnar. Sambært miðlinum verður millum annað skotið upp, at ráðgeving undan abort [...] Miðflokkin, sigur við Frihedsbrevet, at uppskotið verður tillagað eftir viðmerkingum frá øðrum flokkum. Hann væntar, at undirtøka verður fyri tí í Løgtinginum. Les alla greinina hjá Frihedsbrevet her
var hálvleiksstøðan, og úrslitið ber við sær, at Víkingur er á triðja plássi, nú ein triðingur er eftir av kappingini. Víkingur hevur 32 stig og er tvey stig frammanfyri B36. Hetta var 14. ferðin á rað, at [...] fyrsta málið hjá Patrick Mensah í ár, og annað málið, síðani hann síðsta summar flutti av Skála og til B68. 14. september í fjør skoraði hann, tá ið B68 í 22. umfari vann 2-0 á útivølli ímóti EB/Streymi [...] annars tryggu miðverjuna hjá Víkingi. Meðan dagsskráin hjá Víkingi er at berjast um europeiskt atgongumerki, heiðursmerki og kanska FM, so er setningurin hjá B68 at stríðast fyri í síðsta triðingi av kappingini
fíggjarmálum í talu. Tað er hann, ið stendur aftan fyri hetta, men hóast nógvar royndir, ønir Aksel V. Johannesen okkum ikki aftur. Politiska valdið, við formanni í Javnaðarflokkinum á odda, er í ferð við at taka [...] fakfeløgini. Hann tykist at hava gloymt, at flokkur hansara er sprottin úr fakfelagsrørsluni. Boðini til fakfeløgini eru greið, antin geva vit okkum sjálvboðið, ella verður tað gjørt við lóg. Hetta er ein álvarslig [...] turin er grundarlagið undir frælsum samráðingum og eitt av týdningarmiklastu amboðunum í fólkaræðinum, ið vit kenna í dag. Uttan møguleikan hjá løntakarum at leggja trýst á arbeiðsgevararnar er eingin
Hetta er nevniliga fyrstu ferð, at bæði kona og maður eru prestar í fólkakirkjuni í Føroyum. Maður hennara, Tummas, er kallaður í embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi. Hann verður [...] embætinum, meðan sóknarpresturin Jonhard Jógvansson er í lestrarfarloyvi komandi tríggjar mánaðirnar. Kirkjuráðini hava tí kallað Idu at røkja tænastuna. Ida er ættað av Vestursælandi og varð prestvígd í Danmark
sum skrivað hevur verið um á Facebook í bólkinum Mammur í Føroyum. Tað er ein mamma, sum skrivaði soleiðis: Hey tit allar Hetta er bert ein ávaring til allar mammur. Dótturin og ein vinkona stóðu i bus [...] en svartan Mercedes bil. Løgreglan er kontaktað. Vaktleiðarin á politistøðini í morgun sigur, at tey nú hava kannað málið. Hóast fleiri hava meldað slíkan tilburð, so er talan um ein einstakan tilburð, sigur [...] bussstopsstaðnum í Hoyv ík, tá ein maður steðgar teimum og biður tær koma uppí, og tá tær siga nei, blívur hann óður og koyrir avatað, men vendur oman aftur ímóti teimum. Tíbetur kom bussurin akkurát tá, og tær
Skúlagongdin er vorðin alsamt meira talgild, men skíggin er ikki altíð besta amboðið, tá næmingar skulu lesa og skilja fakligan tekst. Tað skrivar Skúlablaðið, sum vísir til gransking hjá Viktoriu Holsey [...] skilja tekstin verri, tá teir lesa á skíggja. Ein orsøk er, at talgild lesing krevur meira av lesaranum. Á skíggjanum skulu fleiri val takast, og tað er lættari at missa hugsavnanina ella fara at gera okkurt [...] yrkisútbúgving í Noregi. Hann hevur valt at raðfesta vanligu læribókina í undirvísingini. – Læribókin leggur upp til góðar samrøður, eitt róligt tempo og reflektión í tímunum, sigur hann. Næmingarnir lesa eisini
ábøtur og viðlíkahald av tí, sum er gjørt heldur enn týdningarmiklar broytingar. Soleiðis metir Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðingur, støðuna í vegabyggingini í Føroyum. Hann var fyrsti røðari undir einum [...] brúnni um Streymin hevur kostað tilsaman einar 42 milj. kr. Tað er byggifelagið Pihl & Søn, sum hevur staðið fyri arbeiðinum upp á bergholið, ið er hálvan triðja kilometur langt. Landsverkfrøðingurin hevur havt [...] einstøkum akførara góðar møguleikar at ferðast við rutum. – Á tí økinum er eisini nakað hent, men kortini kann ikki sigast, at nóg væl er fyriskipað enn, segði Atli Dam. Samkoma á Alv-skúlanum Aftan á at løgmaður
einstaka spælaranum verður fylgd og stuðlað yvir tíð. Nýggja starvið er ein liður í strategiini hjá FSF fyri árini 2026-2030. Málið er at menna eitt samanhangandi úrvalsumhvørvi frá U13 og allan vegin upp [...] Tað skrivar Fótbóltssambandið. Hann fær fakligu ábyrgdina av talentmenningini frá U13 til U17 og skal vera við til at tryggja ein greiðan reyðan tráð í menningini av bestu ungu spælarunum Ein av høvuð [...] inginia frá U13 til U17. Saman við venjaratoymunum kring úrvalsvenjingarnar og U-landsliðini skal hann tryggja samanhang og dygd í menningini hjá spælarunum. Ein týðandi partur av arbeiðinum verður eisini
fleiri hugskotum um, hvussu komið kann verða fram til eina avtalu, segði hann. Hann greiddi tó ikki nærri frá, hvørji uppskot talan er um. Hvítu Húsini hava sambært AFP givið eina líknandi lýsing av fundinum [...] fara væntandi til Ukraina í dag. Endamálið við ferðini hjá Witkoff og Kushner til Russland og Ukraina er at royna at finna eina leið til at enda kríggið, sum Russland byrjaði við fullari innrás í Ukraina
steingja vegin er tikin fyri at fyribyrgja, at óhapp henda á sera hála vegastrekkinum. – Hetta gera vit fyri at fyribyrgja. Vegurin er so hállur, at vit meta tað vera tryggast at stongja hann, sigur vaktleiðarin [...] . Vaktleiðarin sigur, at landsvegurin nú er heilt stongdur frá Skála, umvegis Skálafjørð og Skipaneskrossin og víðari til avkoyringina til Syðrugøtu. Talan er um eitt rættiliga langt vegastrekki, og enn [...] arbeiðið fer at taka. – Hetta er eitt rímiliga umfatandi arbeiði, og tí hava innsatsleiðararnir eisini kallað fleiri fólk út, sigur vaktleiðarin. Fyribyrgja óhappi Sambært løgregluni er einki ferðsluóhapp hent