Ikki eri eg fødd við gullskeið í munninum! Mín vøgga stóð í einum vanligum løntakaraheimi á bygd í Føroyum fyrst í 70unum. Eg var tó heppin. Fekk høvið at vaksa upp í eini tíð, har vit høvdu fingið okkara [...] sum ikki vilja lata í felagskassan eftir førimuni, tess verri verður at halda fast við okkara vælferðartænastur. Tá verða tað tey, sum vóru fødd við gullskeiðini í munninum ella vunnu í tí politiska Gekkinum [...] Tí eri eg takksom fyri, at Javnaðarflokkurin og undangongufólkini har, høvdu slóðað fyri, at vit í Føroyum fingu skapt eitt vælferðarsamfelag, sum bygdi á virðini um javnrætt og samhaldsfesti. At øll skuldu
Tað í sær sjálvum er ikki ein trupulleiki, tí vit hava ikki møguleika at bjóða allar útbúgvingar í Føroyum. Trupulleikin liggur í, at bara helvtin av teimum koma heim aftur. Tey, ið ynskja at lesa í Føroyum [...] fleiri lestraríbúðir í Føroyum - sum tey lesandi og tey, ið eru í læru, hava møguleika at gjalda. Soleiðis, at tað ikki er orsøkin til, at fólk flyta av landinum. Tey, ið fara uttanlands í lestrarørindum, skulu [...] møguleikar, bæði úti í heiminum, men so sanniliga eisini heima í Føroyum. Og tað er okkara ábyrgd at tryggja, at avgerðin, um at flyta heim til Føroyar, ikki verður eins torfør í framtíðini. Sí eitt brot
men sum treyðugt flyta av landinum. Í 2011 vórðu metnógvar kvinnur valdar á Ting: 10. Í 2015 fingu vit sama úrslit. Í 2019 fall talið av tingkvinnum niður á 8. Og í 2022 komu vit aftur ájavnt við metið [...] Tíðindaskriv frá Demokratia: Í Føroyum mangla út við 2.400 kvinnur. Stórur partur av teimum er ungdómur, sum tíverri ikki myndar samfelagið og fólkaræðið. Millum tey ungu eru fleiri kvinnur enn menn, sum
39 mió. kr. í 2027. Hetta kann fíggjast í einari samanrenning millum landskassan, uppsjóvarvinnuna og alivinnuna, sum koma við 10 mió. kr. hvør - ein játtan, sum er ein íløga í okkum øll, í Føroyar. Eitt [...] landsins. Í 2025 komu 600.000 tons av fiski uppá land í Føroyum, tað er 600 mió. kg. av fiski. Um vit høvdu virðisøkt við 50 oyrum, so hevði meirinntøkan verið 300 mió. kr. Og sjálvandi ber tað til. Í Íslandi [...] milliardir kr. Í Føroyum er eitt sterkt vitanar- og granskingarumhvørvið eisini ein týðandi íløga í framtíðina. Við at styrkja hægri útbúgving, gransking og nýskapan kunnu vit eisini halda fast í størri parti
vinnupolitikkur. Kreativu vinnurnar eru millum skjótast vaksandi vinnur í heiminum. Og í londunum rundanum okkum verða stórar íløgur gjørdar í mentan og list – ikki bara fyri mentanarliga virðið, men eisini fyri [...] Vit hava eitt ríkt og livandi mentanarlív í Føroyum, sum bindur okkum saman sum fólk. Og vit eiga listafólk á altjóða støði - rithøvundar, tónleikarar, filmsfólk og sjónleikarar - sum vinna virðislønir [...] Og vit skulu hava ein sterkan mentanarpolitikk, sum tryggjar teimum góð arbeiðskor: høli at virka í, fíggjarligan stuðul og skipanir, sum skapa tryggar karmar rundanum teirra listagreinir. Hetta er ikki
Bústaðarneyðin er ein av størstu samfelagsligu avbjóðingunum í Føroyum í dag. Bústaðir megna ikki at nøkta tørvin, ið samfelagið hevur. Borgarar hava torført við at ogna sær eitt heim, bæði til keyps og [...] einstaklingar, ið ofta hava avmarkað fíggjarligt rásarúm. Miðal prísurin fyri at leiga ein bústað í Tórshavn er í løtuni áleið 8.500 kr. Hetta er ov kostnaðarmikið fyri mong við lágari inntøku. Vit mugu byggja [...] skulu vit hugsa í nýggjum bústaðarloysnum til einstaklingar, ið eru ov væl fyri at fara á ellisheim, sum ikki ynskja stór sethús, men framvegis ynskja at varðveita sítt egna, men at vera í einum felagsskapi
heldur móðurmálið í dag – og tá hevði tjóðskaparligi samleikin ikki verið eins eyðsýndur, og hann er. Vensil Hammershaimb var sonur seinasta løgmann í Føroyum, áðrenn løgtingið var tikið av í 1816, Jørgen-Frantz [...] norrøn mál. Hann verður nevndur faðir at føroyska skriftmálinum. Í 1841 ferðaðist hann í Føroyum og fór tá at skriva upp fólkaminni. Í 1855 fór Vensil Hammershaimb heim til Føroya at vera prestur. Hann [...] at hvørva. Tá var tað miðskeiðis í 19. øld, at áhugi skaptist millum lærdar menn fyri føroyska skriftmálinum. V. U. Hammershaimb, sum læs gudfrøði í Keypmannahavn, var í hesum umhvørvi og gjørdist partur
Argjum, Hoyvík. Lítil ivi er um at Sjúrður Skaale tekur øll met í persónligum atkøvðum á fólkatingsvali – og á valum yvirhøvur í Føroyum.
um er stórur. Vit mugu seta okkum eitt greitt og bindandi mál: Í minsta lagi ein orðblindalærara á hvørjum stórum fólkaskúla í Føroyum. Í Norra hava tey orðblindavinarligar fólkaskúlar, og hesum kunnu [...] hjá orðblindum verða raðfestir nógv hægri enn í dag. Seinast, vit útbúðu orðblindalærarar, var í 2015. Tað eru nú 11 ár síðani, og tað er als ikki nøktandi. Í Danmark verður mett, at umleið 8 % eru orðblind [...] ein veruligan møguleika at megna skúlan. Í dag verða børn í 3. flokki kannað fyri orðblindi, og tað er gott. Nevnast kann, at umleið helmingurin av lærarunum í Orðblindalærarafelagnum eru oman fyri 60
vinningsbýtið í føroysku alivinnuni var smáar 600 milliónir kr. um árið í tíðarskeiðnum 2014-2024. Og tilfeingisgjøldini vóru í miðal 155 milliónir kr. um árið í sama tíðarskeiði. Bara í árunum 2022 og [...] 2023 var samlaða vinningsbýtið hjá alifyritøkunum 1,7 milliard. Í mun til 500 milliónir kr. í tilfeingisgjøldum. Ein alifyritøka er serlig í hesum føri, og tað er Bakkafrost, ið stendur fyri uml. 75% av [...] JPMorgan - O.s.fr . Tað er púra ørt, at vit í Føroyum fyri lítið og lætt lata okkara firðir til fyritøkur, so tær kunnu rinda ovurstór vinningsbýti til ríkastu fólk í heiminum. Hetta er eisini so langt frá