rímiliga lætt hjá mær at seta meg í samband við onkran fyri at fáa eitt pláss. Eg endaði á SEV, og har bleiv eg væl móttikin. Tað frættist skjótt oman á Náttúruvísindadeildina, at eg var á SEV eina lestrarhálvu [...] haldi eg avgjørt, at tit skulu umhugsa at hava Setrið við á ein ella annan hátt. Møguleikarnir eru nógvir, og hóast tað kann verða ræðandi, so haldi eg, at tað gott kann loysa seg at leypa út í tað og [...] var eg slettis ikki sannførd um, at hetta var nakað fyri meg. Men endin var, at eg tók av, og tað eri eg glað fyri í dag, tí at hetta hevur givið mær so nógv. Eg vóni, at tað eru fleiri við mær, ið eru glað
tær brúkast til at samanberingar, og hetta ger tað gjørligt hjá veðurfrøðingum at meta um veðurlagið kring heimin. Veðurmátingar verða eisini brúktar til at byggja veðurmodell, ið vera koyrd fleiri verðir [...] londini í WMO viðtikið at man mátar hitan í einari hædd, sum er tvær metrar omanfyri lendið. Hartil skal ein hitamátari vera vardur fyri sól og yvirflatum, ið kunnu vera við til at hitna ella kølna luftina [...] áttandapartar eru brúktir er, at man hevur mett tað vera skilabesta mannagongdin fyrst at deila himmalhválvið upp í helvt (4 okta), síðani í fjórðingum (2 okta) og at enda í áttandapørtum (1 okta). Tá ið
prógv um, hvussu stóra vælvild tit møta gerandisdegnum. – Og gott er at síggja, at tit royna at ferðast um stóran part av landinum, og at tit allastaðni møta vælvild frá bæði felagsskapum og einstaklingum [...] ferð. – Tit síggja út til at vera væl fyri, og tit skulu bara vita, at vit stuðla tykkum allan samlan vegin! Góða ferð og takk fyri tykkara innsats, segði Annfinn Brekkstein at enda, áðrenn hurrárópini [...] eisini eggja øðrum til at gera ein innsats. – Súkkling er eitt gott endamál í sjálvum sær. Súkkling er góð fyri heilsuna - serliga um vit læra at hátta okkum í ferðsluni, uttan at bróta okkum sundur. –
kappingin snúði seg eisini um at samla stig við at lyfta flest kilo upp um høvd. Úrslitið verður uppgjørt eftir fýra teimum bestu íðkarunum í felagnum. Tó skal liðið altíð vera uppgjørt av báðum kynum. Teir [...] úrslitið á 212kg vóru bæði tvey føroysk met. Pól Hendrikur Andreasen hevði sum mál at lyfta 213kg í tí samlaða úrslitinum fyri at megna kravið til tað norðurlendska meistaraheitið í Landskrona í oktobur mánaði [...] í stoyt røðini. Leif á Bøgarði hevði sama hugskot sum Pól, at megna kravið til tað norðurlendska meistaraheitið, men megnaði akkurát ikki at lyfta 143kg í stoyt, sum annars hevði verið nokk. Maibrit er
fyri, at tað fór at gerast eitt keðiligt kvøld, tí tá vóru tey so fá. Men tá Saveus kom á pallin klokkan 22 streymaðu fólk oman. Og tá tað mesta var av fólki, vístu tølini 4.000. Men í kvøld vera tað uttan
fremjast fyri at halda skattatrýstið hjá miðalinntøkuni óbroytt. Óneyðugt er at kjakast um, hvør skipanin er rættari. Hvat skal gerast? At skattatrýstið er økt so nógv uttan at vera samtykt í L [...] meting er, at málið hevur skund at fáa framt: inflasjónin er í løtuni oman fyri 8% og hevur verið oman fyri 10%, tá hon var hægst. Eisini lósu vit í síðstu viku søgur í bløðunum um, at alsamt fleiri [...] bracket creep”. Á føroyskum kundu vit kanska kalla tað skattasníkjan, alttso at skatturin sníkist at vera hægri og hægri, uttan at nakar hevur tikið avgerð um tað. Sum sagt, so er skattasníkjan ein væl
býráðsfundinum í gjár. – Hesar eindirnar eru ætlaðar at bjóða út longu í projekteringsfasuni – aftan á at byggiloyvið er fingið til vega. Ætlanin er at byggja felagshølir til veitslur og onnur tiltøk hjá [...] Villingadalsvegnum, tann niðari er oman á sjálvum tunnilsmunnanum til Húsareynstunnilin, sum nú er í gerð. Tórshavnar kommuna hevur í fleiri umførum lýst við hesum stykki fyri at fáa bygt luta- ella leiguíbúðir [...] leiguíbúðir har. Kommunan skrivar, at tá freistin at lata tilboð inn var farin tann 13. februar 2023, var einans eitt tilboð móttikið. Hetta tilboðið var frá RMP Projektmenning, og var tilboðið áljóðandi 7,7 milliónir
hart tað man vera at at leggja eina fíggjarætlan til rættis, tá inntøkan er ókend. Fíggjarligur ótryggleiki elvir til strongd hjá mongum, og er ikki at spæla við. Sum javnaðarkvinna hugsi eg, at vit eiga sjálvandi [...] stendur tað í samgonguskjalinum, at sjúkradagpeningaskipanin skal endurskoðast. Lógin tekur ikki hædd fyri, at tímalønt eru ein fjølbroyttur hópur, og tað eiga vit at broyta. Tí vil eg fegin spyrja Sirið [...] nu í almanna- og mentamálum, um hon heldur, at tað er nøktandi, at eitt arbeiðsfólk fær útgoldið 80% av eini løn um mánaðin, tá sjúka rakar? Og ætlar hon at endurskoða sjúkradagpeningaskipanina til tímalønt
tað ikki fara at vera leingi, til felagið fær felagshúsið upp at standa. Ein sáttmáli er eisini gjørdur við felagið um ávís arbeiði, m.a. at halda nýggju gøtuna oman eftir Oyruni, sum fer at geva teimum [...] eisini í Skálafirði, kom í lag, tí at myndugleikarnir ynsktu tað. Ov langt var at ferðast millum bygda, og vanlukkurnar av ymsum orsøkum so mangar, at stig máttu takast fyri at vaksa um trygdina við einum g [...] Fjørðurin stóð so fullur av sild, at skyldmenninir úr Niðristovu, á Bakka, bygdu sær virki at taka ímóti og til tess at hagreiða hesa Guðs góðu gávu. Til stuttleika kann eg nevna, at Hanus Debes Joensen, gamli
sigur, at maðurin í sambandi við tilburðin rópti hart og sló silvurgráa bilin, áðrenn løgreglufólkini komu úr bilinum. Vitnið sigur, at løgreglan lat fleiri skot av ímóti manninum. – Eg haldi, at tey raktu [...] Københavns Politi hevur eftir skottilburðin upplýst, at maðurin er særdur og fær læknaviðgerð. Løgreglan upplýsir harumframt, at maðurin varð skotin eftir at hava ført seg fram hóttandi við knívi. Harumframt [...] Sambært einum eygnavitni var eitt sindur av orkan, tá ein silvurgráur vørubiliur – sum vísti seg at vera ein løgreglubilur – forðaði manninum á vegnum. – Hann hevði okkurt blankt í hondini, sum eg haldi