framkomin, at tað kann vera torført at síggja, um ein persónur tekur upp. Tí spyr hon, hvørjar lógarreglur í dag gera tað møguligt at taka myndir og filma fólk, sum eru í almenna rúminum, uttan at tey vita [...] annað, at snildbrillur kunnu verða brúktar í skúlum, samstundis sum tað kann vera trupult at vita, um ein verður filmaður. Eisini vísir hon á dømi um kvinnur, sum eru filmaðar við snildbrillum uttan at vita [...] vita av tí. Hon vil eisini hava at vita, um galdandi reglur fevna um upptøkur og deiling av myndum og filmi á netinum, tá talan er um snildbrillur, og um landsstýrið metir, at tørvur er á serligari regulering
kríggið kann gerast drúgt. Zelenskyj fanst í dag eisini at fyrrverandi verjumálaráðharranum. – Eg haldi, at hann sjálvur er á veg í skeiva kós, ella at onkur trýstir hann tann vegin, segði Zelenskyj sambært [...] í dag sambært AFP. Útsøgnin kemur eftir, at fyrrverandi verjumálaráðharrin Mykhajlo Fedorov týsdagin mælti til, at ukrainar skulu sleppa á val, hóast kríggið framvegis leikar á. – Fólkaræðið kann ikki [...] haldast sum gísli hjá Russlandi, segði Fedorov. Hann heldur, at Ukraina má finna eina lógliga, trygga og realistiska skipan, sum ger tað møguligt at fáa fullu fólkaræðisligu tilgongdina í gongd aftur, hóast
bólturin sá út til at fara út av baklinjuni, men ágrýtni og eyðsýndi Aron Benjaminsen megnaði at skava bóltin í málið. Innleggið átti eyðsýndi Ingi Jonhardsson. 2-0 málið eiga toftamenn at iðra seg um, tí [...] prikaði Jákup Johansen bóltin í málið. So sá tað út til at vera leyst og liðugt, tí tað lá til, at Víkingur við 2-0 leiðslu í seinna hálvleiki fór at hava vindin undan. Men ein minutt undan steðginum minkaði [...] Meðan dagsskráin hjá Víkingi er at berjast um europeiskt atgongumerki, heiðursmerki og kanska FM, so er setningurin hjá B68 at stríðast fyri í síðsta triðingi av kappingini at vinna pláss omanfyri niðurfl
argument fyri at lata vera við at regulera veiðuna beinleiðis. Tað hevði svarað til at sagt, at vit ikki eiga at krevja skatt, tí summi kortini snýta í skatti. Loysnin er ikki at gevast við at krevja skatt [...] fiskivinnustýring, sum eru, at vit ikki eiga at fiska meira, enn fiskastovnarnir tola, og at okkara felags fiskatilfeingi eigur at verða gagnnýtt soleiðis, at tað, innan teir karmar, sum [...] rnir høvdu tí verið noyddir at brúkt nógva orku upp á at stýra handlinum við alskyns smálutum, eitt nú smølum gongdum, minni hillaplássi og øðrum, fyri at tryggja, at tveir minuttir veruliga avmarkaðu
fríggjadagin frá, at hon kannar áhugan millum fólk fyri at byggja sær sethús ella frítíðarhús í Hesti. Talan er um eitt øki á góðar 3.200 fermetrar í sunnara enda av bygdini. Ætlanin er at stykkja økið út [...] hjá Føroyakort, at 38 bygningar í bygdini eru skrásettir sum býli. Tað svarar til meira enn tvey býli fyri hvønn fastbúgvandi í Hesti. Kortini kann Tórshavnar kommuna nú fara undir at gera fleiri grundstykki [...] grundstykki, um nóg stórur áhugi vísir seg at vera. Enn er eingin ítøkilig verkætlan gjørd. Tí er heldur ikki avgjørt, hvussu stór grundstykkini verða, hvat tey fara at kosta, nær tey kunnu verða klár ella hvørjar
vísti tó, at foreldur taka væl undir við, at børnini verða koppsett. Kortini er ein alt størri partur, sum av onkrari orsøk ikki fær hetta í lag. Nýggja áminningarskipanin fer at virka soleiðis, at foreldur/verjar [...] Heilsustýrið væntar, at hetta fer at økja um talið á børnum, ið fáa barnakoppsetingar rættstundis. Heilsustýrið hevur fleiri ferðir ávarað um, at undirtøkan fyri tilmældu barnakoppsetingunum er minkandi [...] sjúkunum, koppsett verður fyri, eru at kalla útruddaðar í Føroyum, m.a. tí at so nógv eru koppsett. Tá stórur partur av fólkinum eru koppsett, er trupult hjá smittusjúkum at breiða seg, og vit fáa tað, sum
nýggja skipanin fer at gera tað lættari hjá fólki við familju og bústaðarláni at velja politiyrkið. Politiskúlin væntar, at nýggja útbúgvingin fer at geva politinum betri førleikar at loysa tær avbjóðingar [...] er, at lesandi fáa lestrarstuðul fyrsta árið. Síðani fáa tey løn, sum er umleið 29.200 danskar krónur um mánaðin, tey seinastu tvey árini. Formaðurin í danska Politifelagnum, Heino Kegel, heldur, at nýggja [...] Politiskúlanum í Vejle og Brøndby. Sambært danska løgmálaráðharranum, Nicolai Wammen, er endamálið at fyrireika framtíðar politistar betri til brotsverkið, sum gerst alsamt meira torgreidd. – Brotsmynstrið
Føroyum, har til bar at uppliva fyribrigdið. Martin Kristoffur Kristiansen skrivar, at av tí sama var tað, sum á ólvsøku Uppi á Grind, har stór mannamúgva var savnað saman fyri at uppliva hesa serligu [...] heimasíðuni hjá Eiðis kommunu - www.eidi.fo - um, hvussu tað var at uppliva sólarmyrkingina á Eiði mikukvøldið. Nógv fólk kring heimin vóru spent at fylgja fyribrigdinum. - Her heima darvaðu skýggj útsýnið n [...] Eiði vóru vit so heppin, at sólin kagaði fram - júst, tá mánin fór fram við sólini. Og hann leggur aftrat: - Sólarmyrkingin sást tí serliga væl her hjá okkum, og eftir øllum at døma var Eiði eitt av heilt
Tey, sum fóru út til Nólsoyar um 19-tíðina í kvøld, fingu at vita, at skipið hevði siglt fult fleiri túrar í slag. Tá náttin nærkast er vanligt, at fleiri, sum eru komin út til Nólsoyar í góðari tíð um dagin [...] eisini verið nokso vanligt á ovastevnu, at yngra ættarliðið í stóran mun leitar sær út um fjørðin, tá náttin nærkast. Helst fer tað at taka nakrar tímar í nátt at fáa allar gestirnar heimaftur, tí gestirnir [...] vanliga uppí fleiri skip. Í dag hava eisini verið nógvir bátar í Nólsoy, og tað er góður siður at bíða við at loysa, fyrr enn morgunin nærkast, og dagsljósið er komið. ##med2## ##med3## ##med4## ##med5##
um. Kristján Loftsson heldur, at møguleikin at gera jarnískoyti úr hvalakjøti kann broyta kjakið um hvalaveiðu. Hann væntar, at lond við stórum hvalastovnum kunnu fara at síggja hval sum eina keldu til [...] hvalaveiðufelagið Hvalur hf. ætlar at framleiða kostískoyti úr kjøti av sløttibøku. Talan verður um pulvur, sum verður selt í hylkjum undir heitinum „Reyðarjárn“. Endamálið er at fyribyrgja og viðgera jarnmangul [...] jarnmangul hjá fólki. Kristján Loftsson, stjóri í Hvali hf., sigur við Morgunblaðið, at blóðtrot verður mett at raka umleið ein triðing av heimsins íbúgvum. Um helvtin av tilburðunum stendst sambært honum av