øllum førum stendur hann sum leiðari fyri eini tí mest reaktióneru samgonguni í nýggjari tíð. So stórar broytingar, sum hendan samgongan hevur sett sær fyri, eru valla framdar síðani Ja [...] ng, stendur fyri framman. Um tað er gott ella ring veldst um eygað, sum sær. Fyri tey lág- og miðalløntu hevur skattauppskotið millum lítlan og ongan týdning. Fyri tey við høgum inntøkum hevur uppskotið [...] 000 krónur í skattalætta um mánaðin! Bera vit saman við flakakvinnuna ella arbeiðsmannin – ella tann sum forvinnur umleið 200.000 krónur um árið – ein skattalætta upp á einar 75 krónur. Tað merkir
náttúruni er tann reini glantrileikur. Men vit í Føroyum eiga at taka hendan vandan í álvara og taka avgerðir út frá tí, at grindin er ikki heilsugóð mannaføði – og verður tað valla í framtíðini. [...] kanningin ikki stendur mát vísindaliga - og at talan vara bara um tveir tilvildarligar læknar. Alfred Olsen segði, at meðan ágangurin fyrr kom uttanífrá, so kemur hann nú innanífrá. Tað sigur [...] grindin er so dálkað og so skaðilig, so skal tað sjálvandi fram - og so skulu tilmælini grundast á tann veruleikan. Vit eiga ikki blanda hetta saman við trýsti frá umhvørvisverndarfeløgunum
styggja fólk frá kristnari trúgv. Hinvegin eiga vit í miðlunum at taka í egnan barm: Hví skulu vit altíð biðja tey mest rabiatu siga sína hugsan, sum til dømis í hesum máli, tá ein samkyndur stjórnarleiðari [...] at fornokta veður og vind. Nøkur menniskju hava altíð livað soleiðis, og nøkur menniskju fara altíð at liva soleiðis. Intoleransa og sjálvsøkni hevur altíð eyðkent menniskjað, og sjálvgjørdir Guds [...] sjálvgjørdum Guds dómarum vóru søgd - ofta av seksuellum livihátti - at vera óverdug og skitin. »Tann av tykkum, sum syndaleysur er, kasti fyrstur stein á hana!« segði Jesus við teir skriftlærdu og
man vera um, at tað hevði givið Fólkaflokkinum eitt gott valúrslit. Men tupulleikin er altíð tann, at tá kvinnur skulu hava vald, so skulu menn lata vald. Menn hava ilt við at lata vald frá sær [...] valunum í 1987, í 1988, í 1990, í 1994, í 1998 og í 2001, tá Óli Breckmann fall. Ikki fyrr enn tann sterki og stabili Anfinn Kallsberg vann flokkinum sæti á fólkatingi aftur í 2005, var for
viðtøkubroytingarnar. Andrass Skaalum var tann einasti, sum førdi valstríð í bløðunum upp undir valið seinast, og hann er eisini tann einasti, sum alment í bløðunum hevur boðað frá, hvussu [...] skipan, har tað er nevndin, sum hevur valdið yvir aðalfundinum. Eina skipan, har nevndin í veruleikanum kann planleggja, hvør kemur á aðalfund og hvør kemur í umboðsráðið og harvið aftur [...] framvegis kenna í teimum londum, sum krampaktiga halda falst við foroldaðar skipanir frá farnum tíðum. Neyvan tora tey, ið ráða fyri borgum í tryggingini at halda fast um hesa skipan serliga leingi
støðu. Hetta veri sagt, hóast vit væl vita, at Atlantsflog einsamalt ræður ikki yvir prísunum al tann tíð flogferðsla millum Føroyar og útheimin enn ikki er frí vinna. Men gongur sum ætlað, verður hetta [...] Faroe Jet ikki kappingna við Atlantsflog. Onkur hevur rikið upp undir, at ein orsøkin skuldi verið tann, at Atlantsflog er eitt alment felag. Hetta kann ikki heilt afturvísast, og tað er als ikki ókent [...] taka støðu til. Hetta, at Faroe Jet er givið, er nakað av einum sorgarleiki, og tað fer at ganga long tíð, áðrenn nakar roynir aftur. Henda hending leggur eisini eina sera stóra ábyrgd á Atlantsflog. Tað er
upp á, hvussu vit fíggja vælferðina í framtíðini. Tá so nógvir politikarar bara hugsa um, hvussu vit lækka inntøkurnar hjá landskassanum, so er tíð uppá, at vit fáa eitt boð uppá, hvussu vælferðin [...] hinir flokkarnir at taka ímóti tí við einum konstruktivum vilja heldur enn at jarða tað á tann hátt, sum Jørgen Niclasen gjørdi í útvarpinum í gjárkvøldið. Beint eftir ólavsøku legði Fólka [...] Javnaðarflokkurin til eina skattaumlegging, har flokkurin sigur, at tey við lág- og miðalinntøkum fáa tað lættari. Har barnafamiljur, støk og stakir uppihaldarar fáa tað lættari
gjøgnum hetta árið. Seinasta veljarakanning, sum gav løgmanni og samgonguni meirluta, varð almannakunngjørd í Sosialinum 9. november í 2012. Sambandsflokkurin hevur annars staðið seg væl [...] er um at yvirhála Sambandsflokkin í samgonguni. Millum manna verður Fólkaflokkurin fataður sum tann ráðandi flokkurin í samgonguni. At Javnaðarflokkurin missir í mun til síðstu kanning er helst [...] út yvir tingmannatalið, at Gerhard Lognberg varð koyrdur úr flokkinum. Hóast alt hevur sína tíð – og okkurt bendir á, at tíðin hjá hesi samgonguni er við at halla, so er framveigs óvist, hvat
n stýrir á fiskivinnuøkinum og altíð hevur gjørt tað. Sambært yvirlitinum hjá Jógvani Sundstein í tíðargrein her í blaðnum fríggjadagin, so er Fólkaflokkurin tann flokkur, sum hevur sitið mest [...] at hesin møguleiki var als ikki upp á tal. Vit kunnu so bara vera samd við Johan Dahl, at tað er av alstórum týdningi, at tað verður ein breið politisk semja um eina fiskivinnunýskipan, sum fullkomiliga
Nevndarviðgerðir skulu í nógv størri mun gerast almennar. Nevndirnar skulu hava fleiri amboð, eitt nú møguleikan fyri almennum hoyringum. Og eisini almenningurin fáa munandi betri atgongd við alment [...] tryggja minnilutanum ávirkan við lóg. Tað setir stór krøv til ta samgongu, sum til eina og hvørja tíð situr við valdið. Gerst politikkurin ov lítið semjusøkjandi, so hevur andstøðan eina neyðbremsu [...] einstøkum føri grundgevast fyri, hví neyðugt er við afturlætnum hurðum og noktandi innliti. Er tann argumentatiónin í lagi, so kann almenningurin væl eisini liva við tí.