g, sum nú fer at sigla við ferðadfólki ímillum Nólsoy og Havnina. Vit hava fingið at vita, at Strandferðslan hevur fingið Tanum, at sigla ímillum Nólsoy og Havnina og báturin er beint nú á veg til Nólsoyar
havnarlagnum í Nólsoy, men hendan umsóknin er ikki avgreidd enn, hóast hon hevur ligið í Fíggjarnevndini í fleiri mánaðir. Tað verður sjálvandi neyðugt at gera atløgubryggju í Nólsoy, men av tí at Nólsoy hevur [...] Síðani tosið um nýggjan flogvøll - og seliga møguleikin við at leggja ein slíkan úti á Borðuni í Nólsoy - tók seg upp, síggja nógvir nólsoyingar fyri sær í ondini, at ein undirsjóvartunnil liggur ikki [...] hesa, at leiðslan á Strandferðsluni og landsstýrismenninir í bæði samferðslu- og havnamálum vóru í Nólsoy í gjárkvøldið. Tað er danska skipsteknarafyritøkan Alpha Ship Design, sum hevur gjørt hetta fyrsta
at føstulávintsmánadagur ikki er fyrr enn mánadagin. Í fleiri ár hevur ein stórur bindiklubbur í Nólsoy sligið pott leygardagin fyri føstulávint, og soleiðis hevur eisini verið í kvøld. Fleiri festliga [...] var alt gott á vældekkaða borðinum, soleiðis sum innsetta myndin í vinstra horni vísir. Menninir í Nólsoy skipaðu eisini fyri tunnusláing úti á Nýggjaveg í dag. Her var rættiliga stór undirtøka og long bíðirøð [...] Sivertsen, ið er giftur Maud Wang Hansen. Myndir frá báðum tiltøkunum kunnu síggjast á facebook-síðuni - Nólsoy Nú & Tá.
kunnu so ommur, abbar, foreldur og børn vera sama um eitt novemberkvøld úti í Nólsoy? Tað veit Margreth Jacobsen í Nólsoy, sum fyrr í dag skjeyt upp, at nú skuldu so mong, sum høvdu hug, fara ein felags [...] ein super góður túrur og ein friðsæl løta í fagrasta veðri, siga nólsoyingar á facebook-síðuni - Nólsoy í myndum - í kvøld. Tað er Evy T. Nielsen, sum eigur viðheftu mynd.
Flakavirkið Klivar í Nólsoy læt upp í 1979 - 10 ár eftir, at eitt nú Nykur á Toftum læt upp. Tá virkini kring landið vóru flest í tali, vóru tey fleiri enn 20, og tey flestu framleiddu somu fiskavørur [...] sum myndamaðurin, sum sjálvur er nólsoyingur, hefti seg við, var, at fiskakassin á myndini er úr Nólsoy. Poul Jákup Thomsen er ein av fáu íbúgvunum á Skarvanesi. Hann sigur, at stundum rekur nógvur reki [...] men hvaðani hann er komin, er ikki gott at vita, sigur hann. Nú eru fleiri ár, síðan flakavirkið í Nólsoy læt aftur sum fiskavirki. Virkið verður í dag brúkt til ymiskt tiltøk og endamál, eitt nú til brúdleyp
Fyrrakvøldið seldi Junkarshagin í Nólsoy sjey veðragjólingar, og sigast má, at hagin gjørdi kvettið hetta kvøldið. Bíligasti veðragjólingurin fór fyri 3800 krónur, og tann dýrasti fyri 4800. Teir sjey [...] krónur. Prísurin varð trýstur upp, tí tveir avbygdamenn nú í nøkur ár hava keypt veðragjólingar í Nólsoy, og teir keyptu fimm av teimum sjey brundunum. Tó skal sigast, at tað var ein nólsoyingur, sum keypti [...] at vera fyrstur, so sum prísirnir oman fyri vísa. Vanliga liggja prísirnir á einum verðagjólingi í Nólsoy millum 2000 og 3000 krónur, tó at onkur fer upp um.
húsum og soleiðis, sum tey gjørdu í Nólsoy í dag, kunnu hugna sær saman í felagsskapi. Frálíku myndirnar, sum vit prenta saman við hesum greinastubba, eru tiknar í Nólsoy seinnapartin í dag. [...] skínur, kemur lív í og tann, sum sigur, at sólin ikki ger mun fyri sál og sinn, er neyvan erligur. Í Nólsoy hevur verið av fagrasta veðri seinnapartin í dag, og hetta hevur eisini sæst aftur úti á Malarenda
ovastevna er í hæddini. Ba er beiggi Ova Joensen, sála, sum á sumri í 1986 róði longu leiðina úr Nólsoy til Keypmannahavnar - og sum ovastevnan hevur sítt heitíð eftir. Meðan vit prátaðu, fregnaðust vit [...] hugsað verður um høga aldurin. Olevina Joensen fylti nevniliga 91 ár hin 20. februar í ár. Veðrið í Nólsoy í kvøld er av tí allar besta, og nógv fólk er komið til bygdar. Nú reglulig sigling er um Nólsoyarfjørð [...] náttina, samstundis sum bátar sigla við fólki um fjørðin, er væntandi, at nøkur túsund fólk verða í Nólsoy, sum kvøldið og náttin ganga.
Nolsø eigur orðini. Úr Nólsoy verður sagt, at eini 60-70 fólk vóru við til konsertina í Royndarhúsinum leygardagin, og tað má sigast at vera nógv fólk til eina konsert í Nólsoy. [...] Leygardagin var Tórshavnar Manskór úti í Nólsoy og vitjaði Nólsoyar Manskór, og í tí sambandi høvdu gestirnir eina framúr konsert. Nólsoyar Manskór hitaði fyrst upp við tveimum sangum, og síðani legði
ódnarveðrinum í vár var uppgangurin so ógvusligur, at fimm av teimum tólv fleygingarsessunum á Urðini í Nólsoy skolaðu burtur. Ivi hevur tí verið um, hvørt lundin fer at bera seg at sum vant, nú náttúran er so [...] ella á Hósmøl, sigur Rene Hansen, sum situr í Hagastýrinum fyri Heimaru Helvt, ið er størsti hagin í Nólsoy. Hann er samstundis ein av royndu fleygamonnunum í oynni, og fylgir væl við, hvussu støðan hjá lundanum [...] at sæð til lunda í ár aðrastaðni, so kanska árið í ár fer at roynast. Men óvanligu umstøðurnar í Nólsoy hava so ført til, at nólsoyingar hava valt at friða lundan tvey tey komandi árini.