krónur, og talan er sostatt um eina betran á 307,4 milliónir krónur. Tað vísir nýggja uppgerðin hjá Fíggjarmálaráðnum yvir kommunalu roknskapirnar. Ein høvuðsorsøk til betraða úrslitið er, at kommunurnar [...] einum størri halli í ár. Fíggjarætlanirnar fyri 2026 vísa eitt samlað hall á 179,7 milliónir krónur. Tað er góðar 139 milliónir krónur meira enn staðfesta hallið í 2025. Kommunurnar vænta millum annað, at
sekstandapartsfinaluna í svensku steypakappingini á útivølli móti Country úr triðbestu deildini. Country er tað minna hondbóltsfelagið í Skövde. Farna vikuskiftið vann Skövde í fyrru sekstandapartsfinaluni á útivølli [...] og vóru teir á odda 6-0 tá dysturin byrjaði. Sama var galdandi í fyrru sekstandapartsfinaluni. Enn er ikki greitt hvørjum Skövde møtir í áttandapartsfinalunum.
FC Suðuroy er á veg úr høvuðsstaðnum og suður við trimum stigum. Á veg suður fara teir framvið Sandoy, har tað i dag er fagnaður um, at tað nú er greitt, at B71 flytur upp aftur í Meistaradeildina, har [...] bestu deildini, og tað sær út til, at tað fer at eydnast at endurvinna plássið í fremstu røð. Í dag var FC Suðuroy í høvuðsstaðnum, har FC Hoyvík var vertur á Hoyvíksvølli. 8. august var tað heilt óvæntað, [...] málskjútti, og tað var liðformaðurin Pætur Augustinussen, sum átti uppleggið. Eitt stórt korter eftir steðgin bríkslaði dómarin fyri brotssparki til gestirnar, men Salmundur Bech misnýtti, og so var tað í síðsta
til hvíldar í kongliga mausoleuminum á Akershus slotti í Oslo. Mausoleumi er almenna gravkapellið hjá norska kongshúsinum. Enn er ikki boðað frá, nær jarðarferðin verður. /Ritzau [...] Hákun VIII kongur fer týsdagin 1. september klokkan 13 at svørja eið til norsku stjórnarskipanina. Tað upplýsir norska Stórtingið á heimasíðu síni. Sambært norsku grundlógini skal nýggi kongurin møta í
Flestu valhølini í Íslandi lata aftur klokkan 22 íslendska tíð. Tað er klokkan 23 føroyska tíð. Hóast bert ein spurningur er á atkvøðuseðlinum, er ikki vist, at endaliga úrslitið verður greitt beinanvegin. [...] kósina hjá landinum. Spurningurin á atkvøðuseðlinum er, um Ísland skal taka samráðingarnar um limaskap í Evropeiska Samveldinum uppaftur. Einki úrslit er enn, men íslendsku miðlarnir fylgja fólkaatkvøðuni [...] eingin munur er á ja- og nei-síðuni. Í einari kanning hjá Maskínu søgdu 51,3 prosent av teimum, sum høvdu tikið støðu, at tey ætlaðu at atkvøða ja. 48,7 prosent ætlaðu at atkvøða nei. Munurin er tó innan fyri
sjóverjuskip er í føroyskum sjógvi í løtuni og er tøkt at røkja uppgávurnar fyri Vørn. Tá ið Tjaldrið fekk maskintrupulleikar, setti Vørn seg beinanvegin í samband við donsku verjuna um støðuna, og nú er avtala [...] við, til Brimil ella Tjaldrið aftur er klárt at seta í sigling. Vit hava eitt gott og væl roynt samstarv við donsku sjóverjuna, sum einaferð enn vísir sítt virði. Tað hevur týdning at hava tætt samband
So er tað í dag at vit bjóða til listaframsýning við listakvinnuni Hansinu Iversen í Gamla Seglhúsinum, Klaksvíksvegur 48. Framsýningin hevur heiti Impromptu. Fernisering verður klokkan 16:00 og kemur [...] Guðrið Hansdóttir, sum syrgir fyri tónleikinum. Eisini verður okkurt leskandi og lættari ábit. Opið er til klokkan 18:00 í dag. Hjartaliga vælkomin. ##med2## www.gamlaseglhusid.fo
Fyrstu lítlu løtuna gekk tað ikki soleiðis, sum fuglfirðingar ætlaðu, tá ið teir á middegi vóru í Hólmanum á Eiði. ÍF var stórfavorittur, og ÍF vann 3-1. Men tað var EB/Streymur, sum legði seg á odda longu [...] hava møguleika at flyta upp. ÍF hevur 33 stig, og FC Suðuroy, ið er liðið, sum ÍF kappast við um uppflytingarpláss, hevur 44 stig, nú tað resta seks umfør. [...] Málskjútti var Andras Ó. Olsen. Verjuskansin var skaddur alla fyrru hálvu av kappingarárinum, og nú er hann við at spæla seg í form við dystarvenjing á næstbesta liðnum. Uppleggið átti Fríði Holm. Síðsta
Tað hevur ligið í kortunum síðani tíðliga í vár, og nú er tað staðfest. B71 er flutt upp og verður í 2027 aftur í bestu deildini. Har hevur B71 ikki verið síðani 2011 ella í 15 ár. Uppflytingin varð staðfest [...] var tað síðstu minuttirnar, tá ið B36 tvær ferðir minkaði um munin. Fyrst var tað Carl Mikkelsen, sum við fínum máli eftir sending frá innskifta Brandi Mørk minkaði um munin til 5-2, og so var tað innskifti [...] ið 20 minuttir vóru farnir, og fimm minuttir seinni var tað Suni Herman Petersen, sum økti um munin til 2-1. Fimm minuttir eftir steðgin var tað Nicholas Frydenlund Sejr, sum skoraði til 3-1, og innskifti
ógvisligum skógareldum í norðara parti av Algeria breiðir seg í løtuni langt út yvir Miðjarðarhavið. Tað sæst á dagsins mynd frá evropeisku jarðeygleiðingarskipanini Copernicus. Myndin varð tikin av einum [...] Umframt roykin frá skógareldunum síggjast eisini onnur stór skýggj longri vesturi á myndini. Hetta er dust úr Sahara, sum verður ført út yvir Miðjarðarhavið. Sostatt vóru bæði roykur frá skógareldum og [...] Watch, har til ber at fylgja við skógareldum og útláti frá teimum kring heimin nærum í somu løtu, sum tað hendir. Kelda: Copernicus