eitt stig í Klaksvík, so verður HB føroyameistari longu um eina viku. HB legði seg stutt undan steðginum framum 2-0. Í báðum førum átti Adrian Justinussen innleggið. Í fyrra førinum var tað Dan í Soylu, sum [...] bóltin í KÍ málið. Tað var í 27. minutti. Skála vann 1-0. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at Skála vann ímóti einum av toppfimm liðunum, og Skála liggur nú væl fyri at vinna sætta plássið. Við Stórá í Trongisvági [...] var dramatikkurin øgiligur. Í yvirtíðini setti heimaliðið bóltin í AB málið. Dómarin kolldømdi, og tað vóru heimamenninir misnøgdir við. Teir vóru ikki klárir, tá ið AB fór í mótálop. Tað varð lagt innfyri
Hinvegin ivast hon eisini í, hvussu stór semja í veruleikanum er í samgonguni og í tinginum sum heild, um hetta málið. - Vit hava ikki havt høvi at viðgera hetta ítøkiliga málið í flokkinum, sigur sambandskonan [...] landsstýriskvinnan í innlendismálum átti at havt tryggjað sær undirtøku fyri eini slíkari ætlan, áðrenn hon varð lagt fram. - Hetta er serliga galdandi í støðuni, vit eru í nú, tí í eini minniluta samgongu [...] Fleiri og fleiri tingfólk í samgonguni leggjast nú afturat tí kóri, sum ikki vilja taka undir við ætlanini, sum Helena Dam á Neystabø legði fram í farnu viku um kommunusamanlegging. Mánadagin vóru tað
aftur. Hann gekk inn í ljósið og situr allarhelst nú og klórar sær í nakkanum og funderar yvir hvat hetta var fyri eitt lív, hann livdi í 68 ár á hesi einsamøllu klótuni, sum sveimar í alheiminum og fyri [...] meira. Hann hevur verið sjúkur í mong ár og á náttartíð á Ríkissjúkrahúsinum fyrr í vikuni smeyg lívið sær ljódliga úr honum, uttan stríð, uttan bardaga. Símin var menniskja í 68 ár. Hansara næstu vóru eisini [...] stórhending. Tí Símin hevði nakað annað yvir sær enn bygdarmennirnir. Hann var uppvaksin í Klaksvík í einum stórplássi og hevði siglt við norðmonnum og tað eitt annað yvir honum, nakað sum festi
hvørjum øðrum av í harðastu føroysku súkklukappingini, ið hesa ferð merkir, at súkklast skulu umleið 325 kilometrar í fýra dagar í Eysturoy, Sandoy, Suðuroy og Streymoy. Tann stóra finalan verður í Havnini sunnudagin [...] góðar bilar at koyra í, tí Ford hevur stuðlað kappingini við bilum til allar fýra kappingardagarnar, so talan er um nakað, ið minnir ikki sørt um Tour de France, sum somuleiðis er í gongd í hesum døgum. Somuleiðis [...] kom í vegin hjá teimum, varð tað av ongum. Tá avboðið kom, var longu gjørt av, at í ár skuldi kappingin bert fevna um fýra dagar, og hetta verður so hildið fast við, og tí er vanligi prologurin í Klaksvík
eitt sindur at í sjónum. Teir tykjast ikki trívast í øðrum enn deyðavatni, og teir trívast best í kapping á 2000 metrum og á sløttum. Á Norðoyastevnu róðu 10?mannaførini 1500 metrar í Klaksvík. Tá vóru umstøðurnar [...] kappingina í rættuliga stórum álvara, og úrslitið í Sandavági vísti, at teir hava møguleika at vera við í kappingini, og harvið hava teir við sigri á Ólavsøku møguleika at bjarga róðrarárinum. Í síðstu viku [...] ferðir. Í hvussu so er megnaðu teir ikki at basa Nólsoyinginum. Í Fuglafirði var púra slætt, og Eysturoyingurin vann á 2000 metra teininum. Í Sandavági vóru ikki somu umstøður, sum tær vóru í Fuglafirði
Frítíðarskúlin varð fyri á fundi í Sosialunevnd í Tórshavnar býráð fyri umleið einum mánaði síðani. Støðan við teimum nógvu umsóknunum var til viðgerðar, og samtykt varð, at børn í forskúlanum og 1. flokki skulu [...] sum stóðu á bíðilista í fjør sluppu tí rættiliga skjótt inn, sigur Manbjørn. Nakað annað er eisini tað, at fleiri gevast mitt í árinum við Frítíðarskúlanum. Tá ið vit byrjaðu í fjør vóru næstan 250 børn [...] pláss á summum skúlum í mun til øðrum. Allir seks skúlarnir í Havn hava Frítíðarskúla. Frá 30 upp til 50 børn eru á hvørjum Frítíðarskúla. Tey verða heintaði eftir skúlatíð og kunnu vera í Frítíðarskúlanum
tað seinasta trúðu spælararnir mær í hesum. Kanska viga míni orð ikki heilt so nógv í so máta í ár. Júst steypakappingin er helst besti møguleikin hjá KÍ at vinna nakað í ár. Hósdagin er fjórðingsfinala móti [...] øðrum venjara í landinum. Fólk vilja hava, at KÍ vinnur gull á hvørjum ári, og tað hava tey eisini allan rætt til. - Í ár hevur tað bara ikki riggað serliga væl. Vit gjørdust nummar fýra í fjør, og kanska [...] uppliva í løtuni. Mítt arbeiði er væl eini 80% á mentala økinum, og tí mugu spælararnir aftur trúgva upp á seg sjálvar. Í bakspeglinum var tað kanska eyka keðiligt, at vit ikki vunnu steypakappingina í fjør
har Mjølnir í ár hevur eitt sera sterkt lið. Hesa ferð skuldi slagið standa í Sørvági, har SÍ afutr í ár tykist ætla sær ein leiklut í oddinum, og nú gekst nakað væl betri hjá Fram. Talan gjørdist um ein [...] Mansflogbóltur Fuglfirðingar bíðaðu í spenningi, nú ÍF eisini kom við í kappingini í meistaradeildini hjá monnum. Fyrsta vikuskiftið hevði liðið annars hugt at frá síðulinjuni, meðan hini fýra liðini opnaðu [...] ivast í, at teir eiga at vera fremstu gullavorittarnir í ár. Tað er kanska ikki haldbart at tosa um favorittar longu nú, tá bert tvey vikuskifti eru liðin av eini langari kapping, men talan var í báðum
Sjúkrahúsinum í Suðuroy og tí í Klaksvík til at tað skal vera so stórur munur á játtanini. Nú hevur verið skotið tær og Henrik Old í skógvarnar, at tit óbeinleiðis hava saboterað samferðsluhavnina í Vági við [...] uppskotið til fíggjarlóg, sum nú er til viðgerðar í Løgtinginum. Hann er serliga argur inn á, at onki er sett av til samferðsluhavnina í Vági, hóast tað er samtykt í Løgtinginum. ? Men hetta er fólkaflokkurin [...] vn í Vági uppundir valið. At peningur skuldi gjaldast fyri nýggju suðuroyarferjuna, hava øll vitað leingi og at tað verður neyðugt við ferjulegu í Trongisvági, vistu øll eisini. Tað er onki nýtt í hesum
familja hansara kundu síðst í januar mánaða flyta inn aftur í heim teirra, eftir at flugur í hópatali gjørdu innrás í húsinum nýggjárskvøld. - Jú, vit fluttu innaftur síðst í januar mánaði, tí okkum longdist [...] longdist sjálvandi aftur í húsini. Men vit finna enn flugur ymsa staðni í húsinum, hóast tað hevur verið rættuliga kalt í veðrinum í seinastuni. Hetta eru ikki flugur í nøkrum serligum nøgdum, men onkur [...] allar flugurnar. Kjartan og familjan gjørdu ikki mætari enn at flýggja til familju í Klaksvík, har tey so hava búleikast í eina tíð. - Vit fóru útaftur til húsini tann næsta dagin fyri at vita, hvussu stóð