koyra og tey, sum har búgva og virka. Og hetta gongur eisini út yvir ferðslutrygdina. Dagliga koyra yvir 4.000 bilar gjøgnum Norðoyatunnilin og 6.000-7.000 bilar um Gøtueiði. Gøtueiði liggur høgt og har [...] har er bratt og á vetri er javnan ferðslukaos í hálku og kava. Hetta tarnar javnan ferðsluni og kann vera beinleiðis vandamikið. Stórur partur av hesi ferðsluni fer gjøgnum bygt øki við Gøtugjógv, tætt við [...] við barnaskúla og barnagarð, kirkju og onnur almenn støð. Børn og bilar hvørt um annað. Við øktu ferðsluni, ber hetta ikki til longur. Vit mugu raðfesta trygdina hjá borgarunum. Í samferðsluætlanini hjá
3-3 E. Choupo-Moting, 66 Tað var málveitsla, tá Kamerun og Serbia møttust fyrra partin í gjár. Seks mál, trý í part. Leikliga hevði Serbia munin og vendi dystinum væl, eftir at Kamerun hevði lagt seg á odda [...] við yvirskriftunum. Hesa ferð tí hann ikki er við. Hann fekk ein takling á øklarnar í fyrsta dystinum og tað er ivasamt, nær hann verður tøkur aftur. Tað verður mett, at hann spælir aftur í hesum HM-endaspælinum [...] dystinum. Í fyrra hálvleiki var minni munurin, men í seinna hálvleiki byrjaði Brasil at vísa andlit. Fyrst helt Vinicius Junior, at hann hevði lagt Brasil á odda, men VAR vísti eina rangstøðu í uppspælinum
Í farandi valskeiðnum havi eg brúkt mína ávirkan og atkvøðu til at verja og menna okkara landsstovnar her í lokalsamfelagnum, og hetta fari eg framhaldandi at raðfesta sera høgt, fái eg álit veljarans [...] mur hevur skyldu at arbeiða til frama fyri alt landið, og tað hevur sjálvandi ligið fremst í huga mínum sum løgtingslimur hesi seinastu árini, og fer framhaldandi at verða tað. Samstundis skerst tað ikki [...] valskeiðnum arbeitt hart fyri, og nú nærkast vit málinum av álvara. Ein arkitekta-kapping varð liðug í ár, har fleiri vøkur uppskot vórðu løgd fram, og nú er næsta stigið at projektera og fyrireika sjálva byggingina
samráðingunum. Unnustan býr í Aalborg og føroyski landsliðsspælarin sigur, at hon ynskir at fáa hann í nærumhvørvið, men tað er ikki ambitiónin hjá Gilla. - Fyrst og fremst havi eg eitt ynski um, at royna okkurt
hugskotið nú verður til veruleika. Endamálið við tiltakinum var, fyrst og fremst, at hjálpa tilflytarum at gera teirra hugskot ítøkilig og soleiðis eisini hjálpa teimum at taka hædd fyri tí, ið hædd skal [...] lóggáva, sum neyðugt er at fáa gott innlit í. Eitt annað er málið, normar og aðrar mentanarligar avbjóðingar. Við framløgum og gevandi kjaki, ímillum luttakararnar vóru hesi viðurskiftini eisini vend. [...] Hugskotið og loysnin hjá Reni Heimistovu er eitt útmerka dømi um, hvussu loysnir úr øðrum mentanum kunnu geva íblástur til loysnir í Føroyum. Við startup skeiðnum, sum Íverksetarahúsið og Útlendingastovan
grundarsteinunum fólkaskúlin, og vit hava ein góðan skúla - MEN! Vit vita, at vit eisini hava nakrar avbjóðingar, sum eg vil virka fyri at loysa, verði eg vald 8. desember. Fyrst og fremst, skulu vit hava smærri [...] næmingar trívast illa í stóru flokkunum, og detta niðurímillum í rúgvuni. Tímarnir á tímatalvuni hjá næmingunum skulu eisini fækka. Tímatalið bara veksur og veksur, og okkara børn megna ikki at móttaka frálæru [...] gera, og tískil verður nógv orka brúkt til skrivstovuarbeiði. Hetta er við til, at fleiri starvsfólk á skúlunum kenna seg útbrend, og arbeiðsgleðin ikki er tann sama. Trivnaðurin hjá næmingunum og lærarunum
Mathisen. Eg eri giftur við Anitu Kjærbo og saman eiga vit Lailu, Angelu, Jórunn og Bárð.Eg eri eisini so heppin at eiga tvey abbabørn og triða er ávegs. Tá ið konan og eg vóru 26 ára gomul, áttu vit longu [...] skúla; fyrst sjómansskúla og síðani víðari til skipara. Eg havi síðani siglt sum skipari og stýrimaður í so at siga allari vinnuni: partrolara, rækjutrolara, líniskipum, garnaskipi, útróður og farmaskipum [...] m. Eg havi siglt og fiska um alt Norðuratlanshavið. Eg eigi eitt HAV av royndum og síggi eitt HAV av møguleikum. Eg kenni til viðvind og mótvind. Lívið er sum ein streymkurva, eins og hjá teimum flestu
niðurløgd í 2021 – uttan fráboðan! At verða við barn, at eiga og at gerast foreldur eigur at verða ein spennandi og gleðilig tíð fyri alla familjuna, og í flestu førum gongur hetta væl. Men í summum førum fær [...] bati, so varð mamman ávíst til kommunulækna og samstundis til sertoymið á psykiatriska deplinum. Hetta var ein skipan, ið riggaði og mammurnar kundu fáa skjóta og góða hjálp. Men í dag eru onki sertoymið [...] mammur verða ávístar til kommunulækna og síðani víðari til sálarfrøðing. Hetta er ikki gott nok! Sum er, er long bíðitíð til sálarfrøðing og ongin servitan. Verið eg vald og komi í tingið, so fari eg at arbeiða
r, sum sigldi við føroyska ísfiskatrolaranum, Ametyst. Maðurin, sum var fyrst í fýratiárunum, hevur konu og børn í Póllandi, og vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur í morgun, at familjan í heimlandinum [...] varð hann eftirlýstur og nakrar tímar seinni funnin druknaður. Løgreglan kannar málið, og í løtuni bendir alt á, at pólski sjómaðurin helst er dottin niður ímillum bryggjuna og skipið - ella er dottin [...] Vit eru ikki lidnir við kanningararbeiðið enn, men eftir øllum at døma er talan um eina vanlukku - og ikki um eina kriminella hending. Vit hava kannað vakmyndatól, sum eru í økinum, men hetta arbeiðið
sálarheilsu og psykiatriska økið í Føroyum, og tær avbjóðingar, ið standa fyri framman. WHO metir, at sálarheilsutrupulleikar eru ímillum størstu og kostnaðarmiklastu avbjóðingarnar, og at vit í løtuni [...] kunna fáa hjálp og viðger - her og nú - rættiliga sperdir. Vit síggja eitt stórt trýst á almennu skipanunum í Føroyum við longum bíðirøðum til m.a útgreining, sálarhjálp og viðger, vardum bústøðum [...] tørva heildarloysnir og langtíðarætlanir fyri at kunna lyfta alt økið og røkka á mál. Sinnisbati ynskir tí at skipa fyri einum kvøldi, har vit skifta orð um hesar avbjóðingar, og hvussu hesar kunnu