Casper Christensen og Frank Hvam, í tveimum Klovn spælifilmum. Men nú síggja vit teir endiliga skjótt aftur sum Casper og Frank, og teir lova, at tað verður júst líka flóvisligt og gerandisligt, sum tað [...] Andreas, Bo, Carøe og Suzan eru sjálvsagt millum hesi, og gestastjørnur sum Erik Clausen og B.S. Christiansen vera eisini at síggja. - Mann skal hyggja burtur frá, hvat hendi í filmunum, og fyristilla sær [...] Frank keðir seg eitt sindur, og so fær hann tikið nakrar enn býttari avgerðir. Frank og Mia hava brúk fyri at fara á nøkur ævintýr saman, nú børnini eru blivin størri, og eg nýtist næstan ikki fortelja
Effersøesgøtu, og oman til Plantusøluna. Teinurin er 40 km. Runnið verður so frá Skógrøkt Landsins, fram við Strond til Eik Bankan, og aftur til Skógrøkt Landsins. Teinurin er 5 km og skal rennast tvær [...] Gudmundur Joensen og Andrass Joensen væl fyri. Báðir vóru við triathlonliðnum á Oyggjaleikunum, og stóðu seg væl. Áslakur Nesá er júst skorin í knæið, so hann verður tí ikki við, og Ottar í Hjøllum er [...] kilometrar verða súkklaðir og 2,5 runnir. Fyrst verður svomið í Svimjihøllini í Gundadali, síðani út á súkkluna, og verður súkklað frá Svimjihøllini til rundkoyringina við Skansan og aftur til rundkoyringina
hálvleikur var javnur, og hóast Neistin einu løtuna var frammanfyri bæði 8-4 og 11-7, so eydnaðist tað teimum av Skálafjørðinum at fáa fatur á endanum aftur. Støðan í hálvleikinum var 13-11 til Neistan. Tróndur [...] sum vant fyrst og fremst upp á Pola Hansen og Jens Martin Knudsen sum málskjúttar, men í seinna hálvleiki gekk tað sera illa í hond, ikki bert hjá teimum báðum, men hjá øllum liðnum, og Tjaldrið fekk bert [...] leikliga. Teir hjá Tjaldrinum mistu av góðum grundum mótið og hugin, og feilirnir blivu fleiri. Og eisini hjá Neistanum dalaði støðið so líðandi, so tað til endans bleiv ótrúliga keðiligt hjá teimum fáu áskoðarunum
smíli komu Jonas Vingegaard og felagar hansara inn á boulevardina og vórðu fagnaðir av teimum fleiri túsund dønunum, sum vóru komnir at heiðra. Og so varð tempoið sett upp. Og fleiri royndu at sleppa burtur [...] Vingegaard, og saman koyrdu teir yvir málstrikuna, tá teir allarskjótastu vóru farnir við teinasigrinum. Nú skal Jonas Vingegaard á pallin í París, og mótsætt í fjør skal hann upp á ovasta trin. Og tá hann [...] eftir at síðsti teinurin í dag varð súkklaður og endaði danskari veitslu í París, har thybúgvin í gulu troyggjuni koyrdi um málið við saman við hinum súkklarunum og var greiður vinnari. Á Champs-Élysées fingu
luksus-jeepur við koyrieginleikum sum ein persónbilur og klárar seg eisini sera væl uttan fyri vanliga koyrivegin. Rexton fæst bæði við fimm og sjey sitiplássum, og dupult klimaanlegg fæst til útgávuna við sjey [...] Rexton fæst við trimum ymiskum motorum, tveimum diesel og einum bensin. Turbo dieselmotorarnir eru: 2,7 litur við commonrail innspræning og 165 hk, og 2,9 litur við 120 hk. Bensinmotorurin er ein 3,2 litur [...] við plast-skermøkjarum og gáttum. Biluri kann síggjast og roynast á Bilverkstaðnum v. Hans J. Kollsker á Hjalla. Myndatekstur: 1. SsangYong Rexton er ein bilur sum sær út av nøkrum og kann nakað. Talan er
eystureuropeisku og baltisku limalondini í NATO økja um trygdina í Europa. Til tess eru tey ov óstøðug reint politiskt, og søguliga arvagóðsið er ov tyngjandi. Tvey Norðurlond, Finland og Svøríki, hava ásannað [...] hetta, og hava tí í farnu viku alment boðað frá, at tey fara ikki upp í NATO. Tey meta ikki, at NATO-limaskapur gevur økta trygd, og verða tí verðandi uttanfyri. Hinvegin halda Ísland, Noreg og Danmark [...] er tí at vóna, at hetta uppskot verður væl og virðliga viðgjørt, og at allar hugsandi fylgjur av hesi broyttu trygdarpolitisku kós verða kannaðar, útgreinaðar og kunngjørdar. Vit fara at venda aftur til
millum Renault og Nissan. Navnið er tað einasta, ið nýggi Nissan Micra hevur til felags við forgangaran. Hóast bilurin er 4 cm styttri enn forgangarin, er hann bæði hægri og breiðari, og harvið verður meira [...] sita ovarlaga á forskermunum og toppurin á lyktunum sæst undir koyring í myrkri. Prísir frá kr.129.000 Micra fæst við 1.2 litur bensinmotorum við ávikavist 65 og 80 hk og einum 1.4 litur bensinmotori við [...] Bremsukraft Deilara) og NBA (Nissan Brake Assist), elektroniska ferðreguleraða servostýring, airbag framman, í síðunum og airbag gardinur í loftinum, aktivar nakkapútur, Anti-dyk forsetur og "Kom gott heim"
almanna- og mentamálum nú hevur fullført og fingið játtan til. Hesum fegnaðust mongu røðararnir um í dag, og at skálagarður nú var veruleiki. Felagið handan Christian í Grótinum eigur bygningin og hevur saman [...] frambrot á sínum øki, og er hetta ein stovnur og tilboð, mong hava bíðað leingi eftir – tí var glaðin so mikið størri í dag, nú hesin stovnurin letur upp. Nøkur búfólk eru longu flutt inn, og er ætlanin, at tey [...] lagt á, hvat hon kundi kosta, og eydnaðist tað eisini. Kristian Martin Rasmussen endaði røðu sína við ynskinum um, at ein góður og positivur andi mátti ráða innanveggja, og ynskti Harrans signing fyri øll
fyri tilflytarum og eingin frágreiðing, um hví man ikki fær arbeiði. Mett varð, at opinleiki og dialogur skal til. Annað sum kom fram var m.a. málskeið, og hvør skal gjalda fyri hetta, og hvat skal til, [...] luttók, og tosaði um ábøtur við atliti til verandi støðu, og hvørjar nýggjar avbjóðingar eru í nýggju integratiónslógini? Í hvønn mun er lógin umboðandi fyri integratión, sosialum trivanði og inklusjón [...] Leygardagin var sera væl vitjað, og væl eydnað, tiltak um integratión, á Miðnámi í Suðuroynni. Tað vóru FSA, føroyskt sum annaðmál, og Miðnám í Suðuroynni, ið skipaðu fyri. Tiltakið var skipað sum evnisdagur
e6 12.a4 (Hvítur hevði fingið góða støðu við at leika fyrst 12. e4 og síðani víðari til e5 fyri at byrgja svarta bispin inni) 12...b6 13.Rfd1 Bb7 14.c4 Rac8 15.a5 (Betri var at leika 15.d5. Nú verður hvíta [...] Fe7 (Svartur hevur ongar stórvegis trupulleikar, og støðan er nøkunlunda jøvn. Hetta metur telduforritið Fritz 7) 20.Fa3 Fg5+ 21.Rg4 Ff5 22.Fd3? (Í roynd og veru fyrsti feilur. Fc3 við ætlanini Ra5 var neyðugt) [...] møguleiki heldur remis) 34...Rfxf2+ 35.Kg3 Rg2+ 36.Kf3 Rcf2+ 37.Ke4 Rxg5 (Svartur hevur vinnandi fyrimun, og hvítur kann bert vóna, at svartur leikar skeivt. Men Martin er náðileysur) 38.h4 Rg4+ 39.Kd3 Rxd4+