Fredericia og venjarin tóktist lata væl at, men hevur nú valt eina aðra loysn. Eisini hevur Patrik Johannesen sáttmála við KÍ fyri 2020. Hann hevur eitt mál um at spæla yrkisfótbólt, men fyribils verður [...] Í farna mánaði var Patrik Johannesen og royndarvandi við FC Fredericia í Danmark. Tað er nú greitt at føroyski landsliðsspælarin heldur fram í KÍ. - Tað er rætt, eg haldi fram í KÍ, sigur Patrik Johannesen
gott kappingarár hjá argjamonnum. Tað hevur leingi verið greitt, at Lukas Giessing ikki fór at halda fram á Argjum, men hann fer framvegis at spæla við AB, men tað er danska AB Gladsaxe. Tað skrivar Glad
Forsætisráðharrin í Irak, Adel Abdul Mahdi, fordømir álopið á iranska herleiðaran og sigur, at tað fer at føra til »eitt oyðandi kríggj í Irak«. /ritzau/AFP [...] Sendistovan hjá USA í Irak heitir á amerikanskar borgarar um »alt fyri eitt at fara úr Irak« eftir deyðiligt álop á ein av leiðarunum í Iran, skrivar tíðindastovan AFP. Qassem Soleimani og fleiri onnur
Laksáfoss Simonsen fara at spæla sínar yndissangir, og prátað verður eitt sindur um jólini millum mongu sangirnar. Tey fýra systkini fara at spæla fýra jólasangir í part, og fara at seta orð á hví tey eru
Tá jólaskipið kemur inn í havnina, plagar stórt fýrverks-tiltak at vera við havnalagið, og bæði børn, foreldur, ommur og abbar plaga at taka ímóti. Av havnalagnum fara jólamenninir í brandbilinum norður [...] jólagløggur, holukøkur og annað verður bjóðað. Tað er Sands kommuna, sum skipar fyri, og har siga tey, at øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum seinnapartin í dag verður hildið í besta desemberveðri
18. umfari í Premier League, sum byrjar í morgin, hevur Ole Gunnar Solskjær avsannað at Manchester United ætlar at selja Paul Pogba. Franski heimsmeistarin, sum eina ferð var heimsins dýrasti spælari, [...] men nú venur hann og tað er eitt framstig. Hann er ein framúr spælari við persónligheit og gleðast um at hann er her, sigur Ole Gunnar Solskjær, venjari hjá Manchester United. Manchester United skal í morgin
fer ikki at koyra eftir ovara parti av Velbastaðvegnum, men fer at koyra eftir Landavegnum, Heygsvegnum, niðara parti av Velbastaðvegnum, eftir J.C. Svabos gøtu og heim í býin. Leið 4 fer ikki at koyra longur
Í Havn herjaðu fyrstu liðini á at fríðka ymsastaðni í kommununi. Hesi á myndini vóru uppi í Jørundargøtu í Hoyvík, har tey vóru farin at hampa uppá fríøkið og spæliplássið. Tey ungu gera smáar umvælingar [...] umvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annað. Arbeiðið er skipað soleiðis, at tey ungu sleppa til arbeiðis tvær vikur í part. Hatta svarar til 60 tímar. Fyrsta tíðarskeiðið er frá í dag fram til 3. juli
fólk í starvi, men í farnu viku gjørdist greitt, at um 90 teirra máttu sigast úr starvi orsakað av koronakreppuni. Við Kringvarpið segði Johan í Nirðistovu, at uppsagnartreytirnar vórðu partvís virdar. Up [...] r ikki boð, um hvussu nógvir flogskiparar skuldu sigast upp, fyrr enn fríggjakvøldið. Meira verður at frætta seinni.
Týskland og Eysturríki ætla at lata markið upp millum londini 15. juni. Tað upplýsir eysturríkski ferðavinnuráðfrúan, Elisabeth Køstinger, í dag í samrøðu við ríkismiðilin ORF. Týski samveldiskanslarin [...] Sebastian Kurz, eru vorðin samd um eina ætlan í tveimum stigum, sum skal linka avmarkingarnar fyri at ferðast millum tey bæði grannalondini. Tað sigur Køstninger. Nakrar av avmarkingunum verða longu tiknar [...] sigur eysturríkska ferðavinnuráðfrúan. Fráboðanini frá henni kemur sama dag, sum roknað verður við at ES-nevndin kemur við síni ætlan fyri ferðavinnu. /ritzau/