vera hættisligir. Serliga at fara um Hestin í kavaroki. Men ikki vildi Andrew, at nakar skuldi sita kaldur. Nei, so heldur biðja mann koma við sær, sum kundi hjálpa honum at grava, um oljubilurin stóð [...] oljusølumaður. Tað var fyrst í fimmtiárunum, og oljusøluna hevði hann tey næstu umleið 20 árini. At selja olju var at hava handil, sum ongantíð var stongdur. Mia, kona hansara, passaði telefonina, og Andrew koyrdi [...] ógv í Havn og skipsføraraprógv í Keypmannahavn. Hetta var fyri kríggið, og heimafturkomin fór hann at føra Silver Spray, sum pápi hansara átti. Foreldrini hjá Andrew vóru Kristina og Jóhan Andreas Godtfred
Punktum. "Verið altíð glaðir!" Punktum. Á, den romantikkur at vera bíbliuvers-kristin. Men týðiliga skínur gjøgnum hesa boðan, hvussu grunn hon er, at vit skulu taka bókstaviliga allar reglurnar í Bíbliuni [...] alt eftirlæti. Einastaðni stendur, at mangir svikakristusar skulu stíga fram. Altso, eita teir kristusar - ? Verið altíð glaðir! Punktum. Tvingi tykkum til altíð at síggja glaðir út! Beri forlorna tan [...] meint við, tí tá kunnu tit oyðileggja romantikkin! Á, det grunnskygni. Eitt typiskt dømi ikki bara fyri at koma uttan um veruleikan og dýpdina, men hvussu grunt guðsdyrkanin stingur hjá nøkrum menniskjum, er
kendur fyri at hava verið ein sera nærlagdur og dugnaligur lærari. Lærarastarvið var fyri hann eitt kall, sum hann røkti samvitskufult. Í 1957-58 var hann á ársskeiði í Danmark. Umframt at vera lærari [...] Djurholm, sum hann vanliga verður nevndur, stóð eisini fyri at heinta inn hendan skatt. Tey veittu eisini kollfirðingum aðrar tænastur t.d. at skriva testamenti, sjálvuppgávur, ognaruppgerðir, umsóknir [...] fleiri álitisstørv. Frá 1949 og næstu 30 árini var hann organistur í kirkjuni í Kollafirði, umframt, at hann bæði var limur í sóknarstýrinum og í meinigheitsráðnum. Í sínum virkna felagslívi, var hann millum
megna teir at halda somu leikligu góðsku og ferð hósdagin, fer at standa heilt væl til. Hinvegin skulu teir í FCK helst savna tankarnir betri um uppgávuna, tí hóast stórspæl, so var tað um reppið, at FCK ikki [...] tað ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at FCK fekk hol á, og tá Christian Poulsen og Lønstrup so høvdu syrgt fyri eini tvey mála leiðslu, var kortini um reppið, at stigini vórðu tveitt fyri borð. Viborg [...] men hóast teir soleiðis vóru ein fleiri seinastu trý korterini, so megnaðu teir á heimaliðnum ikki at skapa stórt annað enn eitt stórt trýst við eftirfylgjandi rúgvu av hornaspørkum. FCK í hopla Hósdagin
noktandi, at tað var hann ikki. Hann verður tó sligin niður, og so leggja øll tey ungu á hann, meðan hann liggur niðri á vegnum. Har eru bæði gentur og dreingir, sum sparka og sláa mannin, so at hann fær [...] áleiðis við hesum málinum. Álopið er framt heilt uttan endamál, og maðurin hevði eftir øllum at døma einki gjørt fyri at leggja upp til hetta álopið. Løgreglan hevur avhoyrt eini níggju fólk, sum øll eru í aldrinum [...] Eftir nøkur friðarlig vikuskifti hevði løgreglan aftur um at vera farna vikuskiftið. Heili tvey álop, har talan var um ógvuliga grovan harðskap, vórðu framd náttina til leygardagin. Báðir fóru fram í miðbýnum
listini við at flyta foto til eina grafiska plátu og síðani prenta tað. Eyðkent fyri øll hesi fimm listafólkini er, at tey bert prenta myndir sínar í heilt fáum eintøkum. Serstakt er eisini, at tey gera prentini [...] Mikudagin í komandi viku letur framsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík. Tað serliga við hesi framsýning er, at fimm listgrafikarar hava sína fyrstu felags framsýning. Listafólkini eru Karstin Olgar Lamhauge, Astri [...] prentini sjálv, so at listafólkið setir síni egnu fingramerki á arbeiðið í øllum liðnum í prosessini. Tey skula ikki hava hjálp frá prenthandverkarum, sum ofta er, tá listafólk venda sær til litografisk
Ongin kundi sjálvsagt grundgeva fyri hesum. Men júst hesin spurningur eigur at setast til allar teir politikarar, sum eru valdir at umboða Føroya fólk, men sum vilja lata danskar myndugleikar ráða í Føroyum [...] trúarlív kann skipast? 9. Hví skulu danskir myndugleikar hava nakað at siga um okkara undirgrund ? og hví vilja teir ikki viðurkenna, at føroyingar eiga undirgrundina? Svar ynskist. [...] fræls tjóð. Norðmaðurin tók orðið og segði: Hesin spurningurin er skeivt settur. Spurningurin eigur at setast øvugt. Hví skulu danskir myndugleikar hava nakað ræði í Føroyum? Hví skulu føroyingar ikki hava
frøddist um at síggja so nógvar bridgespælarar aftur í Vági, og tey bóðu okkum siga øllum frá, at tey spæla bridge í Bridge- og Billiardhúsinum hvørt týskvøld frá kl. 19.00, har øll, sum hava hug at læra hetta [...] hetta spennandi spælið at kenna eru vælkomin inn á gólvið at spæla ella bara at forvitnast. Fyri fyrstu ferð í 10 ár hava vágbingar meldað lið til opnu FM kappingina fyri lið, har tað fyrsta umfarið verður [...] leiktu Magni Jøkladal, Símin Lassaberg, Robert Langgaard og Eyðun Anthoniussen. Hetta er fjórða ferðin, at Eysturoyar Bridgefelag vinnur FM fyri feløg. Síðan kappingin um hetta ferðarsteypið byrjaði í 1994
Reagan Úrslitið á amerikanska valinum merkir, at amerikanski forstein kann fremja sín politikk í verki uttan stórvegis mótstøðu. Eygleiðarar rokna tí við, at eitt kríggj móti Irak nærkast. USA kann virka [...] búskapin. Demokratiski flokkurin hevur ikki megnað at reka eitt sannføradni valstríð, eins og republikanarnir hava gjørt.Tað er óivað ein orsøk til at republikanarnir øktu meirilutan í umboðsmannatinginum [...] Umboðsmannatinginum, sum er annað kamarið, og harafturat er tað helst eydnast republkanska flokkinum at fá meiriluta í Senatinum, sum er fyrsta kamarið í kongressini, ella samveldistinginum. Um endaliga
snýttar. Teir hildu ikki, at úrslitið samsvaraði spælbýtið. Leygardagin fóru sandoyingar úr Leirvík við øllum stigunum. Teir vunnu 2?1, og harvið styrktu teir um møguleikarnar at vinna silvurkrónurnar. Og [...] Og sandoyingar høvdu onga orsøk at halda, at teir høvdu fingið nakað, sum teir ikki høvdu uppiborið. Størsta partin av tíðini vóru teir leikliga omaná. Men tað vóru teir á heimaliðnum, sum løgdu bragdligast [...] verið í LÍF álopinum, var um reppið at økja um leiðsluna, áðrenn hann noyddist út orsaka av fótliðsskaða. So fór ferðin eitt sindur niður. Leirvíkingarnir orkaðu ikki at halda guvuni uppi, og B71 kom alt