til dansin, men tað hevur ikki eydnast, sigur Jan Gardar, sum rekur Lognbrá. ? Vit hava havt samband við Klaksvíkar kommunu seinastu átta mánaðirnar, og vit hava hildið, at tað hevur gingið fram á. Men [...] Men tað vísir seg nú, at har er einki ítøkiligt komið burturúr. Talan hevur verið um tóm orð. Nú er nóg mikið Lognbrá hevur síðani miðskeiðis í áttatiárunum hildið til í KÍ-høllini í Klaksvík, men leigumál [...] leigumál varð uppsagt í fjør. Klaksvíkar Ítróttarfelag, sum eigur KÍ-høllina, hevur aðrar ætlanir við hølunum, har Lognbrá hevur hildið til í, og tí er dansistaðið sett á gøtuna. Ætlanin var, at Lognbrá skuldi
um danskt málsøki, so hevur hann kortini roynt at greiða trupulleikan, og nógv samskifti hevur verið millum føroyskar og danskar embætismenn. Gongd komin á Torbjørn Jacobsen hevur millum annað havt fund [...] Lebeck. Landsstýrismaðurin hevur kortini ongar ætlanir um at fara uttanum Kirkjumálaráðið í hesum spurninginum, tí málið liggur ikki undir hansara málsræði. Hóast fullveldi hevur verið nevnt sum orsøk til [...] ð tekur sær av bústaðarviðurskiftunum hjá føroysku prestunum. Talan er um danskt málsøki, og enn hevur Kirkjumálaráðið ikki tikið avgerð um at byggja ella keypa prestagarð í Glyvra prestagjaldi. Og landsstýrið
hendavegin fyrr enn nú. Ankergracht er størsta skipið, sum hevur ligið við bryggju á Glyvrum. Tað er 130 til longdar og tekur 12.200 tons. Skipið hevur tríggjar 40-tons kranar. Salt av Bahamas Saltið, sum verður [...] kundum. Við hesum heldur Esmar Simonsen, at Eimskip hevur fingið fótin fastan í Eysturoynni, og tað ætla tey sær at byggja víðari uppá. Eimskip hevur eisini optión ella fyrsta rætt til at byggja eitt líknandi [...] fólki í Runavíkar kommunu. Endiliga varð fyrsta lastin av salti komin til nýggju saltgoymsluna, sum hevur staðið klár síðan oktober. Hollendska skipið Ankergracht var komið av Great Inaqua í Bahama oyggjunum
serliga sjálvstýrissinnaða. ? Samgongan hevur eitt uppskot, har tilgongdin ikki inniheldur sjálvstýri, men sum kortini miðar ímóti fullveldi. Javnaðarflokkurin hevur eitt uppskot, sum leggur upp til sjálvstýri [...] fullveldismálinum. Men nú heldur Jóannes Eidesgaard, at landsstýrið alt ov væl hevur fylgt hesi áheitan. ? Landsstýrið hevur hálsað um heilt yvirdrivið, soleiðis at Javnaðarflokkurin brádliga er vorðin mest [...] lokkin og Fólkaflokkin fyri, sigur Jóannes Eidesgaard. Yvirdrivið Formaðurin í Javnaðarflokkinum hevur eftir hvønn miseydnaðan samráðingarfund millum landsstýrið og donsku stjórnina staðiliga heitt á
eisini hevur virkað sum ungdómsvenjari í felagnum, hevur játtað at tikið sær av uppgávuni, og fyrsti venjingartími hennara var týskvøldið. Stór frágongd Um uppgávuna, sum nú stendur fyri framman, hevur Lotte [...] Hondbóltur Seinastu tíðina hevur fleiri ferðir verið skrivað um truplu støðuna viðvíkjandi venjara, sum kyndilskvinnurnar hava verið í. Frá byrjan av kappingarárinum varð Birgir Hansen settur sum venjari [...] venjing sítt til, at hann seint í heyst ikki helt seg til uppgávuna longur. Lotte er sett Síðani hevur verið leitað eftir einum hóskandi venjara, sum kundi átaka sær uppgávuna, og nú er umsíður líkt til
Petur Hans á Høvdanum, Valevni til Býráðið í Klaksvík Fólkaflokkurin hevur staðið við róðrið hesi seinastu fýra árini og hevur hann gjørt eitt megnar arbeiði, býi okkara at gagnið. Skuldin er goldin munandi [...] Klaksvík. Ungdómurin hevur mín serliga áhuga og her ætli eg mær at arbeiða fyri, at ungdómurin fær so góð kor at virka undir sum gjørligt. Vitandi um, at dansurin einki høli hevur eftir 1. januar, má ein [...] verður umvældur, Skýlið er næstan liðugt og ein kundi blivi við at nevnt økir, har Fólkaflokkurin hevur tikið ábyrgd. Sjálvur havi eg verið í Fólkaflokkinum, síðan eg byrjaði at vera áhugaður í politikki
viðmerkingar til tað. Fyrsti spurningur Jógvan Mørkøre stillar: Hevur Landsstýrið ikki hildið seg til samgonguskjalið? Svarið er: Jú, tað hevur tað í spurninginum um Fullveldið gjørt. Tó, nú meðan eg skrivi [...] størri ella minni mun. Í hesum førinum hevur Landsstýrið gjørt nógv burtur úr tí eina punktinum í samgonguskjalinum, men lítið burtur úr restini. Fyri meg og fleiri hevur ta verið eyðsæð, at royndir Landsstýrisins [...] tað, sum løgmaður hevur endurtikið ferð eftir ferð: at fáast skal ein breið undirtøka. Eitt annað mistak, sum er gjørt í hesum 1. upplegginum hjá landsstýrinum, er, at landsstýrið hevur roknað við at fáa
svingið úr Runavík hevur bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, eftir øllum at døma mist tamarhaldi á bilinum. Eftir bremsisporunum á vegnum at døma, hevur hann roynt at bremsa, men tað hevur einki hjálpt [...] hjálpt. Bilurin er síðani farin inn í ein garð, sum hann hevur jarðlagt, so gott sum allan. - Hann hevur kvett einar 19 pelar av og skrætt alt stakitti niður, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Runavík. [...] garðurin, sum hann sá út aftaná ? geva ábendingar um, at bilurin hevur koyrt heilt óvanliga skjótt. - Vit hava eisini mistanka um, at bilførarin hevur verið ávirkaður av rúsdrekka. Tí er blóðroynd tikin av honum
at hann hevur fingið bræv frá Sjóferðslustýrinum, har hann verður kunnaður um, at Sjóferðslustýrið hevur heitt á fútan um at reisa ákæru. Men Tórbjørn Jacobsen vísir tó á, at hann enn einki hevur hoyrt frá [...] døgunum verður ákæra reist móti Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni. Tað er danska Sjóferðslustýrið, ið hevur heitt á fútan um at reisa ákæru móti landsstýrismanninum fyri brot á sjóreglurnar í sambandi við, [...] frá fútanum, og tí hendir enn einki í málinum. ? Tá Landfogeden på Færøerne einaferð hevur viðgjørt málið og er komin til eina niðurstøðu, fer undirritaði at taka málið upp av nýggjum og meta um hvørjar
skrivstovu Jórun Madsen sigur, at Barnabati hevur ikki verið so nógv í samband við trupulleikan. Felagsskapurin hevur verið hildin uppi av sjálvbodnum arbeiði og hevur júst leigað seg inn á Bryggjubakka í Havn [...] og sostatt fingið egna skrivstovu, so tað er avmarkað, hvussu nógv Barnabati hevur verið frammi alment. Felagsskapurin hevur annars eina sonevnda Barnatelefon, ið ringjast kann til, um okkurt er áfatt. [...] nevndarlimur í Barnabata sigur, at tíverri er evnið sera aktuelt í Føroyum í dag. Eingin ráðstevna hevur verið um evnið áður. Endamálið við felagsskapinum er at gera okkurt fyri at hjálpa børnum. Jórun Madsen